Toskurin skelkandi smáur

- Hetta er ein syndarlig gongd. Tað er avgerandi neyðugt, at útróðrarbátarnir, sum royna við línu, fara út um tríggjar fjórðingar. Annars endar heilt galð við toskinum, sigur Mortan Johannesen, sum roynir við snellu við bátinum Tvíburðar

Fiskivinna

 

Mortan Johannesen, sum í nógv ár var trolaraskipari, alari og virkiseigari, hevur seinastu árini verið útróðrarmaður. Hann eigur glastrevjabátin Tvíburðar og roynir burtur av við snellu.

Hann stúrur álvarsliga fyri gongdini við toskinum, nú fiskurin bara gerst smærri og smærri, sum tíðin gongur.

- Umframt at eg sjálvur eri útróðrarmaður, fylgi eg rímiliga væl við, hvat fer fram við bryggjukantin.

Mortan sigur, at tað sindrið av toski, sum fæst fram við landi og úti á, er so smáttfallandi, at tað er ræðandi.

- Eg haldi, at gongdin er skelkandi. Fiskurin gerst smærri og smærri og tað, sum fæst á góðum leiðum í dag, er so elendiga smátt, at tað næstan ikki er orð fyri tí.

Útróðrarmaðurin heldur ongan iva vera um, hvør orsøkin er til negativu og skelkandi gongdina, sum hann rópar hana.

- Útróðrarbátarnir, sum royna við línu, eru so ógvuliga nógvir í tali, og teir royna heilt inn í klettin. Hetta er nakað, sum má halda uppat. Eingin verður fegnari um, at bátarnir noyðast longur út enn línumenninir sjálvir, tí hetta kemur í longdini eisini at geva teimum eitt betri grundarlag.

Mortan heldur, at hugsunarhátturin millum útróðrarmenninar, sum royna við línu, er, at tá ið aðrir seta í klettin, so geri eg tað eisini, sum hann tekur til.

- Tað er ein sannroynd, at glastrevjabátarnir, sum royna við línu í dag, eru líka so effektivir og seta og draga líka nógva línu, sum teir gomlu línubátarnir við 27 monnum gjørdu í sekstiárunum.

Hann vísir á, at fiskurn at síggja til er hampiliga væl fyri til fiti, men hann er kortini ikki av tí feitasta.

- Fitin er ikki trupulleikin í løtuni. Tað er royndin við línu her inni á leiðunum, sum er alt ov stór, og eg stúri fyri, at hetta endar í einum ”forskrekkilsi”, um myndugleikarnir, sum sita við avgerðunum, ikki taka sær annað skinn um bak og fáa smærri útróðrarførini við línu út um tríggjar fjórðingar, sigur Mortan Johannesen, ið vit fara at venda aftur til í eini aðrari grein.