Bert 39 manningar vóru til fyrsta róðurin á árinum í Klaksvík, og hetta er eitt tað minsta talið í fleiri ár. Harafturat vóru bert tveir bátar við hjá bæði 6-mannaførum við kvinnum og 10-mannaførum, og serliga lága luttakaratalið hjá 10-mannaførunum var skuffandi fyri nógvar av áskoðarunum.
Nú er tó líkt til, at ein bátar afturat ætlar sær við í kappingina hjá 10-mannaførunum, tí Havnarbáturin hevur boðað frá luttøku á sundalagsstevnuni.
Mannaður við gomlum rógvarum
Magni Brøðraberg, nevndarlimur í Havnar Róðarfelag, sigur, at felagið hevur leitað í langa tíð fyri at finna eina manning til Havnarbátin. Og at enda gav hetta eisini úrslit.
Tað eru tó ikki óroyndir menn, sum hava sett seg handan árarnar á Havnarbátinum. Manningin hevur mest sum øll roynt hetta áður.
- Tað er eingin ivi um, at manningin á Havnarbátinum er góð. Tað eru góðir, gamlir rógvarar, sum hava mannað bátin, og teir hava allir róð nógv fyrr. Trupulleikin er tó, at teir hava slett ikki vant, meðan hinar báðar manningarnar helst hava vant í eitt hálvt ár, og tí verður ikki lætt hjá Havnarbátinum, sigur Magni.
Fyrstu ferð manningin var í bátinum og vandi, var í gjárkvøldið.
Miðja eftir ólavsøkuni
Komandi fimm stevnurnar hava eisini 2000 metra mál fyri 10-mannaførini, og tá kann hugsast, at orkan hjá manningini á Havnarbátinum kanska ikki verður tann besta.
- Í øllum førum ikki teir fyrstu róðrarnar. Eg vænti tó, at sum vit nærkast ólavsøku, so fara úrslitini hjá Havnarbátinum at gerast betri og betri.
Tað er heldur eingin loyna, at Havnarbáturin miðjar eftir ólavsøkuni.
- Ja, málið hjá Havnarbátinum er at fáa eitt gott úrslit á ólavsøku. Tá vera menn nógv betri fyri kropsliga, og málið er styttri enn 1000 metrar, so hetta verður stevnan, sum Havnarbáturin setir nøsina fram ímóti, sigur Magni.
Hann leggur at enda afturat, at tað hevði stóran týdning, at Havnarbáturin meldaði til sundalagsstevnuna, tí um báturin skal hava loyvi til at taka lut á ólavsøku, so skal hann hava luttikið í fýra stevnum undan ólavsøkuni.