- Tað var eitt stórt upplivlisi, men úrslitið kundi verið betri. Tað kann verða ótakknemmiligt at renna sum fremsti maður á føroyska landsliðnum, men tú mást bara royna at fáa sum mest burtur úr og arbeiða [...] legði seg á odda, en hóast tað, so var Páll ikki ræddur. - Eg var ikki beinleiðis bangin, men tað var ein keðilig byrjan at fáa. Tungt at koma afturum beinanvegin. Vit vónaðu at kunna haldi tætt í verjuni [...] seg við at spæla móti verjuspælarum, sum til dagligt spæla í Premier League. - Teir eru sterkir og spæla hart. Teir duga væl at fáa tey úr balansu, so tú ikki fær arbeitt við bóltinum, so tað mátti eg
- Tað er eitt ávíst skuffilsi at hóma millum fólk móti okkara politikarum, at tey ikki hava gjørt meira fyri hesum málinum. So nú kommunuval verður í heyst, so er hetta eitt gott høvi hjá okkum at leggja [...] hvussu langt teir eru sinnaðir at bakka okkum upp í hesum máli. Hóast talan ikki er um ein almennan fund, so verða tað helst nógv fólk á fundi. Ása Hentze upplýsir nevniliga, at flestu kommunulimir á oynni [...] við einum tilmæli fyri nøkrum árum síðani at steingja føðideildina í Suðuroyar Sjúkrahúsið, hevur nógv kjak verið um avgerðina. Tað er tó fyrst síðstu vikurnar, at tann mótstøðan, ið hevur verið móti ætlanini
Teiti Lassen og Eivør fyri, og væntar avgjørt, at ein slík tónleikakapping sum Prix Føroyar kann vera við til at eggja fleiri tónleikarum at royna seg. -Og so mugu vit heldur ikki gloyma Guðrun Sólju, sum [...] Sniðgeving og ferðafólk Norðurlandahúsið er eisini nógv annað enn tónleikur. Og fyri Niels Halm er tí ein onnur uppgáva at vera við til at styrkja og menna aðrar listagreinar, eitt nú myndlist, sjónleik og bókmentir [...] komu at siga undangongukvinnu hansara, Helgu Hjørvar farvæl og takk fyri tíð hennara sum stjóri. Her fekk hann so somuleiðis høvi at heilsa uppa mong teirra, sum koma at hava við arbeiði hansara at gera
mikukvøldið, og hann helt úrslitið verða eitt tað vánaligasta hjá føroyska landsliðnum leingi. - Eg eri ómetaliga skuffaður. Vit kendu okkum sera væl fyri undan dystinum, og eg má viðganga, at eg hevði sera [...] Martini, tá ið kypriotiski liðskiparin, Okkas, fór um koll. Tað sá út til, at kypriotin "filmaði" seg til brotssparkið, men Jens Martin segði, at hann rørdi við kypriotan, sum tó spældi upp á brotssparkið [...] dystinum. Vit mettu okkum hava goðan møguleika fyri at fáa okkurt burtur úr dystinum, men so var ikki, segði Jens Martin Knudsen eftir dystin. Nógv hildu, at Jens Martin sá nokk so passivur út við fyrsta k
uppsøgnina. Men tað tykist, sum Øssur tekur givið, at orsøkin er dekningur sum hann um "Skattamálið". Í Føroyum er tað eftir øllum at døma ikki ein søga, tá ríkasta samtak í landinum av órøttum fer í landskassan [...] grøvini hjá tíðindaleiðaranum. Øssur Winthereig vónar, at nýggi stjórin megnar at venda gongdini, tí annars er framtíðin hjá Kringvarpinum í vanda. Og tað eru fleiri journalistar – gjarna um 50 árs aldur - [...] Hann heldur, at einasta gjáin, sum er at uppliva innan føroyska journalistiska heimin, er gjáin millum yngri og eldri journalistar. - Mest avgerandi munurin millum hesi ættarliðini er, at meðan yngra
illa at dyrka elituna og geva ungum, evnaríkum spælarum møguleikan at mennast. Í seinastuni hevur Sosialurin varpað ljós á spælaramenning í føroyskum fótbólti, og ein av høvuðsniðurstøðunum er, at okkara [...] eitt gott arbeiði við breiddini, men spurningurin er: ‘Hvussu geva vit teimum allarbestu okkurt umframt?’ Og tað er ein uppgáva fyri okkum í FSF. Tí vit eru eitt lítið land við fáum spælarum, og tað gevur [...] okkara bestu og mest framsøknu spælarar ikki hava umstøðurnar og tilboðini, ið teimum tørvar. Tilboð er á veg Pætur Smith Clementsen ger eisini greitt, at hetta ikki er nakað nýtt mál, men at Fótbóltssambandið
i frá, at Kristin Michelsen hevði ringt til sín hetta kvøldið at boða frá, at fóru starvsfólk frá Umhvørvisstovuni í hagan dagin eftir, so var tað undir egnari ábyrgd, og at bilar fóru at verða settir [...] hóttan móti embætismanni. - Eg kann bara siga tað, at vit upplivdu tað so mikið álvarsamt, at vit fóru til Havnar aftur uttan at gera tað vit komu eftir, sigur Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, um [...] harum, og hvat vit skuldu í haganum, skrivar eitt embætisfólk á umhvørvisstovuni í notati. Víðari sigur sama embætisfólk, at Kristin hótti við at melda til løgregluna fyri ólógliga hagagongu. Og í einum
staðfesta, at eingin útbúgving er tíðarleys. Reglulig eftirútbúgving má til. - Eitt tað fremsta málið hjá Lærarafelag verður at tryggja, at tað gerst úrslitið av PISA-kanningini, sigur formaðurin at enda. [...] ið tað kemur til eftirútbúgving hjá lærarum. Sjálv læraraútbúgvingin skal bara vera byrjanin til lívslanga læru. - Nýtt tilfar og nýggir miðlar broyta skúlan og alt samfelagið so skjótt, at ein og hvør [...] við skipanini var tí ikki á nakran hátt at gera lærararnar dugnaligari, men heldur at stempla teir sum ódugnaligar. - Lærarar eru ymiskir, og tað er ómøguligt at seta ein frymil á hvat tann "góði lærarin"
er risastóra og sterka reiðaríið í Gøtu, P/F Varðin, skrivar Eirikur Lindenskov og vísir á, at í Miðlahúsinum eru tað starvsfólk, sum standa aftanfyri raksturin, meðan tað á portalinum og Dimmalætting [...] P/F Dimmalætting hevur eisini bara ein partaeigara, og tað er eisini eitt reiðarí, P/F Kimbil í Havn, hvørs endamál stutt og greitt er: »...at eiga og reka fiskiskip«. P/F Kimbil er eisini eitt sterkt felag [...] reiðarin skal kanska hava okkurt afturfyri at rinda undirskotið hjá miðlunum. Fáa valdsharrar og kapitalurin valdið á fjølmiðlunum, tá er tað, at sjálvt endamálið við at vera ein miðil er í vanda, skriva Eirikur
nýtt pípuorgul, og tískil var tað ein stór løta, sigur ein ikki sørt kensluborin Niklas Foldbo. Hann vísir eins og prestur á, at talan við nýggja pípuorgulinum er um eina langtíðarloysn. - Tað skuldi hildið [...] orgulinum vórðu allir stólarnir vendir móti nýggja dýrgripinum, og tað er fyrstu ferð, at allir stólarnir eru vendir við. - Eg sat við kensluni, at endiliga er kirkja okkara liðug. Vit hava gjørt ymiskt síðani [...] meðan eitt elektroniskt orgul skjótari fer, og tískil haldi eg, at kirkjan hevur gjørt eina góða íløgu, sigur Niklas Foldbo. Formaðurin í kirkjuráðnum leggur afturat, at teir hava fingið 10 ára garanti frá