Bestu føroysku fótbóltsspælararnir hava ikki møguleikan at realisera sínar gávur, tí tilboð mangla til elituna. Í Fótbóltssambandi Føroya ásanna tey trupulleikan, og tekniski stjórin, Pætur Smith Clementsen, sigur, at broytingar eru á veg.
Ungir føroyskir fótbóltsspælarar venja ov lítið, venjingin er ikki á einum nøktandi støði, vit tora ov illa at dyrka elituna og geva ungum, evnaríkum spælarum møguleikan at mennast. Í seinastuni hevur Sosialurin varpað ljós á spælaramenning í føroyskum fótbólti, og ein av høvuðsniðurstøðunum er, at okkara bestu og mest framsøknu spælarar ikki hava umstøðurnar og tilboðini, ið teimum tørvar.
Tilboð er á veg
Pætur Smith Clementsen ger eisini greitt, at hetta ikki er nakað nýtt mál, men at Fótbóltssambandið javnt og samt hevur arbeitt við hesum í huga, og at ítøkiligar ætlanir eru í stoypiskeiðini. Í strategiini hjá FSF, sum er samtykt av starvsnevndini og av fótbóltsfeløgunum á aðalfundinum, stendur svart upp á hvítt, at í fyrsta ársfjórðingi næsta ár, skal úrvalsvenjing av onkrum slagi byrja. Spurningurin í løtuni tykist vera, hvussu eitt slíkt tilboð skal síggja út. Hvat er frægasta loysnin, og hvat ber til?
- Tað er sett út í kortið, at í seinasta lagi í mars 2018, byrja vit eitt program – júst hvat tað er, avgera vit – so tað er eitt sindur av trýsti á, greiðir tekniski stjórin frá.
- Vit gera eitt gott arbeiði við breiddini, men spurningurin er: ‘Hvussu geva vit teimum allarbestu okkurt umframt?’ Og tað er ein uppgáva fyri okkum í FSF. Tí vit eru eitt lítið land við fáum spælarum, og tað gevur meining, at tað er ein instansur, sum samlar toppin og mennir hann, sigur Pætur Smith Clementsen.
Hann leggur stóran dent á, at hóast FSF nú hevur ítøkiligar ætlanir um elitumenning, merkir hetta ikki, at arbeiðið við breiddini skal líða undir hesum.
- Tú kanst saktans bæði. Nógv av tí, sum vit gera í løtuni er mitt ímillum. Feløgini hava eitt tilboð, sum bjóðar venjing umleið tríggjar ferðir um vikuna. Tey, sum bara vilja venja eina ferð um vikuna, fella burtur, meðan tey, ið ynskja at venja seks ferðir um vikuna einki nøktandi tilboð hava, sigur Pætur S. Clementsen.
(Brot úr grein í Sosialinum 10.juni 2017)
Í ÍtróttarSosialinum, sum kom á gøturnar í gjár, er longri samrøða við Pætur S. Clementsen og aðalskrivaran í Fótbóltssambandinum, Virgar Hvidbro.
Brot úr 1. parti í greinarøð:
Les eisini: (Anders Gerber) Hugsi í elitufótbólti
Les eisini: (Jógvan Martin Olsen) Ein fjórðing til ungdómsdeildina
Les eisini: (Thomas Thinggaard) Mugu blíva betri við bóltinum
Brot úr 2. parti í greinarøð:
Les eisini: (HB) 100 spælarar á vøllinum í senn
Les eisini: (B71) Ov fáir spælarar at manna liðini
Les eisini: (Dan Brimsvík) Lyngby er nógv betri enn Føroyar
Les eisini: (KÍ) Bestu venjararnir skulu venja tey yngstu
Brot úr 3. parti í greinarøð:
Les eisini: (Virgar Hvidbro) Fótbóltsføroyar mugu verða samdar