- Eitt ótrúligt vónbrot

Føroyski málverjin, Jens Martin Knudsen, var ómetaliga vónbrotin eftir ósigurin fyri kypriotum mikukvøldið, og hann helt úrslitið verða eitt tað vánaligasta hjá føroyska landsliðnum leingi.
- Eg eri ómetaliga skuffaður. Vit kendu okkum sera væl fyri undan dystinum, og eg má viðganga, at eg hevði sera góðar vónir undan dystinum. Vit mettu okkum hava goðan møguleika fyri at fáa okkurt burtur úr dystinum, men so var ikki, segði Jens Martin Knudsen eftir dystin.
Nógv hildu, at Jens Martin sá nokk so passivur út við fyrsta kypriotiska málið, men føroyski málverjin sigur, at hann bleiv snýttur av skotinum:
- Eg sá ikki kypriotiska spælaran, ið hevði bóltin, tí onkur av okkara verjuleikarum stóð fyri. Tí sá ikki bóltin fyrr enn dekan ov seint, og so var talan ikki um nakað hart skot, soleiðis sum eg annars hevði væntað, segði Jens Martin Knudsen.
Seint í dystinum var brotsspark eisini dømt móti júst Jens Martini, tá ið kypriotiski liðskiparin, Okkas, fór um koll. Tað sá út til, at kypriotin "filmaði" seg til brotssparkið, men Jens Martin segði, at hann rørdi við kypriotan, sum tó spældi upp á brotssparkið.