- Tað var eitt stórt upplivlisi, men úrslitið kundi verið betri. Tað kann verða ótakknemmiligt at renna sum fremsti maður á føroyska landsliðnum, men tú mást bara royna at fáa sum mest burtur úr og arbeiða so hart sum tú kanst, so kanst tú ikki gera meiri, sigur Páll Klettskarð.
Framherjin hjá KÍ skulu eisini venja seg við at spæla móti verjuspælarum, sum til dagligt spæla í Premier League.
- Teir eru sterkir og spæla hart. Teir duga væl at fáa tey úr balansu, so tú ikki fær arbeitt við bóltinum, so tað mátti eg líka venja meg við, sigur Páll.
Páll hevði bara verið landsliðsspælari í fýra minuttir, tá Írland legði seg á odda, en hóast tað, so var Páll ikki ræddur.
- Eg var ikki beinleiðis bangin, men tað var ein keðilig byrjan at fáa. Tungt at koma afturum beinanvegin. Vit vónaðu at kunna haldi tætt í verjuni, so fjáltur møguliga kom á teir og vit møguleika fingu eitt mótálop, sigur Páll Andrasson Klettskarð at enda.