- Eitt ávíst skuffilsi at hóma millum fólk

Lokalpolitikararnir í Suðuroynni fáa nú møguleikan at sína sína hugsan um Suðuroyar Sjúkrahús.

Líka síðani leiðslan í Suðuroyar Sjúkrahús kom við einum tilmæli fyri nøkrum árum síðani at steingja føðideildina í Suðuroyar Sjúkrahúsið, hevur nógv kjak verið um avgerðina.


Tað er tó fyrst síðstu vikurnar, at tann mótstøðan, ið hevur verið móti ætlanini, hevur skipað seg. Fyrst sum facebook-bólk og síðani sum eina nevnd undir heitinum Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi.


Dúgliga verður kjakast á bólkinum um avgerðina, og eitt evni, ið mangan hevur verið uppi at vent, er manglandi útmeldingarnar frá teimum fólkavaldu í oynni.


Nú skulu tey tó svara fyri seg, tí annaðkvøld hevur nevndin handan bólkin nevniliga sett teimum stevnu í skúlahøllini í Trongisvági.


- Tað er eitt ávíst skuffilsi at hóma millum fólk móti okkara politikarum, at tey ikki hava gjørt meira fyri hesum málinum. So nú kommunuval verður í heyst, so er hetta eitt gott høvi hjá okkum at leggja trýst á tey, sigur Ása Hentze, nevndarlimur í Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi.


Ása Hentze greiðir frá, at ætlanin við fundinum er at finna útav, hvussu nógvan stuðul bólkurin kann vænta sær frá lokalpolitikarunum.


- Vit vilja hoyra teirra ætlanir, um tey stuðla okkara arbeiði og so vilja vit vita hvussu langt teir eru sinnaðir at bakka okkum upp í hesum máli.


Hóast talan ikki er um ein almennan fund, so verða tað helst nógv fólk á fundi. Ása Hentze upplýsir nevniliga, at flestu kommunulimir á oynni hava boðað frá luttøku.


Tað verður ikki bara kommunupolitikararnir, ið skulu greiða frá síni støðu. Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur nevniliga eisini biðið um fund við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu á økinum, og leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.