Jan Lamhauge, journalistur í Kringvarpinum, skrivar um vikuskiftið eitt hvassorðað lesarabræv, har hann svarar øðrum journalistum aftur, sum hava funnist at Kringvarpinum og Miðlahúsinum seinastu tíðina. Serstakliga snýr lesarabrævið seg um gjónna millum yngri og eldri journalistar. Lesarabrævið kemur í kjalarvørrinum av skrivið frá Øssuri Winthereig, journalisti og nevndarlimi í Føroysk Miðlafólk.
- Seinasta greinin hjá Øssur Winthereig kemur júst í kjalarvørrinum av stórum avleiðingum. Tí, øllum kunnugt, hevur tíðindaleiðarin, Liljan Weihe, júst fingið ætlanarskriv um uppsøgn frá nýggja kringvarpsstjóranum, Johnny í Grótinum. Greinin hjá Øssuri Winthereig er tí eitt slag av fagnaðardansi á grøvini hjá tíðindaleiðaranum. Øssur Winthereig vónar, at nýggi stjórin megnar at venda gongdini, tí annars er framtíðin hjá Kringvarpinum í vanda. Og tað eru fleiri journalistar – gjarna um 50 árs aldur - sum á Facebook rósa fakliga "gravardansinum" hjá Øssuri Winthereig. Hetta sigur í veruleikan alt um journalistiska standin í Føroyum: Ein journalistur verður uppsagdur, og so kemur næstformaðurin í fakfelagnum hjá journalistunum, Føroysk Miðlafólk, út við einari grein, sum rættvísgerð ætlanarskrivið um uppsøgn, og fleiri klappa við. Hetta hóast hvørki Øssur Winthereig ella nakar annar kennir til umstøðurnar kring ætlaðu uppsøgnina. Men tað tykist, sum Øssur tekur givið, at orsøkin er dekningur sum hann um "Skattamálið". Í Føroyum er tað eftir øllum at døma ikki ein søga, tá ríkasta samtak í landinum av órøttum fer í landskassan eftir næstan 100 milliónum krónum, skrivar Jan Lamhauge.
Hann heldur, at einasta gjáin, sum er at uppliva innan føroyska journalistiska heimin, er gjáin millum yngri og eldri journalistar.
- Mest avgerandi munurin millum hesi ættarliðini er, at meðan yngra ættarliðið í løtuni framleiðir nógv meir journalistikk, fæst eldra ættarliðið mest við at finnast at tí, sum tey yngru gera. At viðgera onnur samfelagsviðurskiftir hevur ikki serliga stóran áhuga. Nei, størsti rotinskapurin verður avdúkaður við at válka sær í journalistiskum fótfeilum hjá yngri starvsfelagum. Soleiðis prógvar ein sítt virði sum góður journalistur í hesum umhvørvinum. Í tónleikaverðini hevði hetta svara til, at Teitur og Eivør royndu at mennast sum tónleikarar við at skriva vánalig ummælir av útgávunum hjá hvørjum øðrum. Men eftir mínum tykki er hetta hvørki serliga stimbrandi ella mennandi fyri føroyskan journalistikk. Og satt at siga, so er tað eisini sera sárandi. Hesi seinastu árini sum journalistur havi eg upplivað eitt ótal av óðum politikarum, stjórum, advokatum og havi enntá sitið í rættinum fyri mín journalistikk. Men hetta plágar meg lítið afturímóti tí støðugu karaktermyrðingini, sum verður framd av mínum egnu starvsfelagum, skrivar hann.
Les alt lesarabrævið við at trýst á her
Les lesarabrævið hjá Øssur Winthereig, við at trýsta her