vart undir ella yvir átjan ár. Semja var um, at hetta var ein góð stuðulsskipan, sum samstundis gav teimum lesandi loyvi til at vinna sær so nógv umframt, sum hugur var til: Onnur inntøka ávirkar ikki stuðulin [...] 1988, var tað danska stuðulsskipanin (S.U.), sum rindaði útbúgvingarstuðulin. Atfinningarsomu røddirnar søgdu, at stuðulin var so ójavnt býttur, tá tað var skattskylduga inntøka foreldra, sum var avgerandi [...] avgerandi fyri stuðulin. Tí var hetta broytt, tá føroyska stuðulsskipanin varð sett í gildi við blokkstuðlinum: Nú fingu øll somu upphædd. Einasti munur var, um tú búði heima hjá foreldrum ella fyri teg sjálvan
tók Bygdarfelagið táttin upp aftur fyrraárið og skipaði fyri almennum føroyskum dansi. Undirtøkan var so góð, at tiltakið varð endurtikið í fjør. Væl omanfyri 200 fólk hava verið við hvørja ferð. Og tá ið [...] bardaga varð eisini dansaður gleðisdansur. Og hendi eitthvørt gleðiligt í húsinum, varð dansur. Og hetta kenna vit eisini frá Jefta vísu, tá ið dóttir hansara kom dansandi móti honum, eftir at hann hevði [...] Dansurin byrjar kl. 22, og dansað verður út á náttina. Kostnaðurin er 50 krónur fyri hvønn, og tá er ein biti til matna íroknaður.
tey høvdu Hetta seinasta hálva árið er nevniliga nógv gjørt fyri at hampa rundanum skúlan. Arbeiðið byrjað, táið foreldur í Sandvík heittu á kommununa um at gera okkurt við skúlalaðið, sum var eitt stórt [...] fekk skúlin loksins eisini flagg. Fyrstu ferð Merkið veittraði uttanfyri skúlan í Sandvík var flaggdagin, góð 100 ár eftir, at skúlin varð bygdur. At umstøðurnar eru blivnar nógv betri merkist eisini týðiliga [...] stórt runudíki, so at børnini høvdu karm hvønn dag, tey komu heim úr skúla Hetta tók bygdaráðið til eftirtektar og gróv alt skúlalaðið upp, steinsetti og asfalteraði. Í báðum endum eru fótbóltsmál eru sett
lítið afturstig í fiskiveiðini er nóg mikið. -Men er hetta ikki ein avleiðing av tí avtalu, sum eisini tú sjálvur hevur tikið undir við? -Avtalan er góð. Allar bindingar eru burtur, og búskaparligi parturin [...] álvarslig, at tey eru ein greið ávaring til eitt nú javnaðarflokkin um, hvat stendur okkum í boði, um hetta verður gongdin framyvir. -Tjóðveldismenn tosa og handla sum um at teir høvdu ein stóran meiriluta [...] møguleikar fyri kredittum sum tilber. -Eg kann ikki góðtaka slíkt. Tað er ein primitiv tjóðveldisuppfatan at siga, at tað er ein tryggleiki, at danska stjórnin ikki longur vil læna pengar til Føroyar. Eg
til á hesi myndini var, at hellan sýntist so stór, tað var nógv betri pláss, enn vit uppliva tað her nú. Hetta fekk meg at hugsa um, at listamaðurin hevur sæð nakað stórt í hesum ? eins og vit ofta minnast [...] góvu arbeiði til nógv fólk, og helt hetta fram uttan slit inntil 1993, tá alt fiskaarbeiðið steðgaði upp. Hetta var tískil ógvuliga hart, men sær tað tó nú út til, at hetta arbeiðið er við at taka seg uppaftur [...] slappa av. Hetta er alt samalt gott, men tað fær okkum ofta at gloyma tað vakra vit kunnu uppliva í okkara egna landi, men tá vit hóast alt fáa upp í lag at fara ein gongutúr til fjals ella ein túr við báti
svav, men tað var so heitt inni og eg var í ullintum klæðum, so eg sovnaði ordiliga, sigur Sigmundur. Gumma mín Laura, sum hevur spælt nógvar sjónleikir, hevur hjálpt mær, lisið við mær, og aftaná tann [...] Næsti leikurin Sigmundur var við í, var íslendski leikurin "Óvitar". Tann leikurin var rættiliga merkisverdur, børn spældu vaksin og vaksin børn og tað minnist Sigmundur var ógvuliga serliga. Tey gomlu [...] "Barbaru" var hann statistur. Tað byrjaði í barnagarðinum, har børnini spældu leikin "Kópakonan", - leikurin varð vístur í Sjónvarpi Føroya. Eg var fimm ár, tá eg spældi sjónleik fyrstu ferð. Tað var sum Jákup
tí sveisingin var ikki nóg góð, sigur Magnus Magnussen. Skipið fór so aftur inn á Skála og brekið varð rættað. Magnus Magnussen sigur, at skipið annars er í góðum standi og at hetta var ein sokallað "isolerað" [...] Landsins, váttar, at hol var á Smyrli, men at talan bert var um eitt lítið hol, ið varð funnið, tá skipipð fór til klassingar. - Tað er rætt, at eitt lítið hol var á, men talan var um tering, og tað er ringt [...] tekniski leiðarin. Fram er komið, at ein pláta varð sveisað fyri, men at hon ikki helt, sum ætlað. Hetta er partvís rætt, sambært Magnus Magnussen. Lak framvegis - Ein pláta varð sveisað fyri holið, men
halda játtanina í 1998 er ein stórur spurningur. Játtanin er uppá 43,8 mió. krónur og tað er eins sparing uppá 6,6 mió. krónur í mun til 1997. Ymsar íløgur skulu gerast. Ein bussur skal keypast til flogleiðina [...] Úrslitið av roknskapinum hjá Strandferðsluni fyri 1997 var at stovnurin fyri fyrstu ferð helt játtanina og enntá fekk eitt yvirskot. Yvirskotið var uppá 95 túsund krónur, men tá tað samstundis vóru óvæntaðar [...] veruliga fíggjarstýring... Hetta tekur leiðslan á stovninum sum eitt herðaklapp til bæði leiðslu og starvsfólk, tí starvsfólkið hevur, saman við leiðsluni, lagt stóra orku í at fáa ein sterkan bygnað upp at
verður eitt. Hetta er helst, samanumtikið, ein góð loysn, men tað slepst ikki undan at tað gongur útyvir ljóðið. Meir um hetta seinni. Men rúmið verður stórt, og tað var alt tiltakið sum tað var, eisini. Tá [...] hoyrur. Giuseppe Verdi var einamest ein stórur operakomponistur og tí má sigast at hetta requiem er eitt rættuliga serstakt verk frá hansara hond. Men fyri okkum í okkara tíð er tað ein fyrimunur at eitt tílikt [...] úrslitið var, harfrá sum eg sat, at eg stórt sæð ikki hoyrdi træblásararnar og messingið, men bara strúkararnar sum jú sita fremst. Men sum eg hoyrdi tað, var balansan í orkestrinum góð og har var stórt sæð
arbeiða. Hetta er fyrsta maskinan av sínum slag í Føroyum. Hon er av merkinum Samsung og Óli Karl Hansen á O.K heilsølu sigur, at teir hava verið niðri á messu, og at hetta var tann besta, ið var at finna [...] finna. ? Hetta er ein nýggj, framkomin maskina. Vit høvdu fleiri maskinførarar við, og hetta var tann besta, ið vit royndu, sigur Óli Karl Hansen. ? Tað er eisini langt síðani, at nøkur nýggj maskina kom [...] árarnar inn, tí tað kemur av sær sjálvum, sigur 80 ára gamli Ove Magnussen, Saltangará. -Hetta er ein góð maskina og mær dámar hana væl. Nú havi eg kanska ikki so nógv skil fyri júst hesi maskinuni, menn annars