Nú hava skúlabørnini í Sandvík fingið nógv betri umstøður rundanum skúlan, enn tey høvdu
Hetta seinasta hálva árið er nevniliga nógv gjørt fyri at hampa rundanum skúlan. Arbeiðið byrjað, táið foreldur í Sandvík heittu á kommununa um at gera okkurt við skúlalaðið, sum var eitt stórt runudíki, so at børnini høvdu karm hvønn dag, tey komu heim úr skúla
Hetta tók bygdaráðið til eftirtektar og gróv alt skúlalaðið upp, steinsetti og asfalteraði. Í báðum endum eru fótbóltsmál eru sett upp.
Við eystara enda á skúlanum eru eisini umstøður gjørdar til kurvabólt.
Og nú fekk skúlin loksins eisini flagg. Fyrstu ferð Merkið veittraði uttanfyri skúlan í Sandvík var flaggdagin, góð 100 ár eftir, at skúlin varð bygdur.
At umstøðurnar eru blivnar nógv betri merkist eisini týðiliga, tí børnini eru nú uppi á skúlalaðnum hvønn dag, veðrið er, og sparka og spæla ymisk spøl.
Innan hevur skúlin eisini fingið ávísar ábøtur. Skáp og hillar eru gjørd og ?tannlæknavask³ er sett upp og tannlækni kemur nú 14. hvønn dag at kanna tenninar á børnum í og undir skúlaaldri.
Men í skúlanum er bara eitt rúm er tað er ein stórur trupulleiki.
Roynt hevur verið at fáa gjørt eitt rúm afturat uppi á loftinum, tí tað er harðliga brúk fyri tí, men enn er onki svar komið, sigur lærarin.
Í løtuni eru 14 skúlabørn í Sandvík.
Vanliga ganga børnini í skúla í Sandvík frá 1. til 5. flokk.
Men í ár kravdi landsmyndugleikarnir, at 5. flokkur fór til Hvalbiar, tí annars høvdu verið 19 skúlabørn í Sandvík og tað var ikki pláss fyri teimum í skúlanum, søgdu teir.
Afturat teimum 14 børnunum, sum ganga í skúla í Sandvík, ganga átta sandvíksbørn í skúla í Hvalba, har tey ganga til og við 9. flokk. Í 10 flokk fara tey so upp á Tvøroyri og har ganga tveir sandvíksdrongir nú
Sostatt eru tilsamans 24 skúlabørn í Sandvík nú
Men so væl hevur verri enn so altíð staðið til.
Tá ið ringast stóð til fyri 15-20 árum síðani vóru bara trý skúlabørn í Sandvík.
Táið tey vóru flest vóru tey um 40, tað var fyrst í tríatiárunum.
Skúlin í Sandvík er gamal, bygdur um 1890.
Í 1973 varð hann útbygdur og gjørdur meiri nútímans. Áðrenn skúlin varð bygdur, varð skúli í bóndahúsunum Uttan Ánna.