Strandfaraskip Landsins man verða ein av teimum almennu fyritøkum, sum hevur fingið mest umtalu í fjølmiðlunum.
Oftast hevur tað verið í sambandi við, at stovnurin hevur fingið eykajáttan, ella tí at roknskapurin hjá stovninum hevur víst stórt hall.
Men soleiðis verður ikki í ár. Í hvussu er ikki hvat viðvíkur játtanini og roknskapinum.
Grannskoðanin av roknskapinum hjá Strandfaraskipum Landsins fyri 1997 er endað og roknakapurin framlagdur.
Úrslitið av roknskapinum hjá Strandferðsluni fyri 1997 var at stovnurin fyri fyrstu ferð helt játtanina og enntá fekk eitt yvirskot.
Yvirskotið var uppá 95 túsund krónur, men tá tað samstundis vóru óvæntaðar útreiðslur í roknskapinum uppá 1,4 mió. krónur, so er úrslitið ikki so galið.
Neyv stýring
er lyklaorðið
Í tíðindaskrivi sigur leiðslan á Strandfaraskipum Landsins, at orsøkin til at tað eydnaðist at halda játtanina er at tað hevur eydnast at betra um inntøku- og útreiðslustýringina á fyritøkuni.
? Hetta hevur havt við, at munandi meir peningur er komin í kassan, samstundis sum tamarhald er fingið á teimum útreiðslur, sum kunnu stýrast.
Skipini hjá Strandferðsluni eru gomul og krevja nógv viðlíkahald, eins og vandin fyri umfatandi ellisbrekum er rættuliga stórur og tí er vandi fyri, at útreiðslurnar til umvælingar og viðlíkahald gerast størri enn væntað.
Betri fíggjarstýring
Í tíðindaskrivinum staðfestir leiðslan á stovinum, at orsøkin til negativu umtaluna hevur verið tann manglandi fíggjarstýringin á stovninum.
Sagt verður, m. a. at grannskoðanarfrágreiðingarnar hava ikki altíð verði tespiligur lesnaður.
Men her er broyting komin í.
Í nýggjastu grannskoðanarfrágreiðingini siga grannskoðararnir hjá stovninum:
? Niðurstøðan av grannskoðanini er, at leiðslan hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa bygnaðin á stovninum at virka og serstakliga, at stovnurin nú hevur eina veruliga fíggjarstýring...
Hetta tekur leiðslan á stovninum sum eitt herðaklapp til bæði leiðslu og starvsfólk, tí starvsfólkið hevur, saman við leiðsluni, lagt stóra orku í at fáa ein sterkan bygnað upp at standa.
Stórur íløgutørvur
Føroyska samferðslukervið hevur altíð fingið drúgva viðgerð í kjakinum manna millum. Skipini eldast og spurningur er, m.a., hvørt nýggj ferja skal gerast ella um tunnil skal gerast.
Strandferðslan hevur ikki gjørt nógvar stórar íløgur í 1997, men tó hava teir keypt ein nýggjan buss, sum burturav skal taka sær av flogrutuni.
Í hesum sambandi sigur leiðslan á Strandfaraskipum Landsins, at tað í framtíðini verður miðjað ímóti at gera íløgur innan flestu virkisøki leypandi til tess at tryggja eina javna endurnýggja ev útbúnaðinum og fyri at halda koyriútbúnaðin á einum høgum tekniskum trygdarstøði, sum tikið verður til í tíðindaskrivinum.
Munandi sparing í ?98
Um tað fer at eydnast leiðsluni at halda játtanina í 1998 er ein stórur spurningur.
Játtanin er uppá 43,8 mió. krónur og tað er eins sparing uppá 6,6 mió. krónur í mun til 1997.
Ymsar íløgur skulu gerast. Ein bussur skal keypast til flogleiðina afturat og eisini skal nýggj ferja byggjast til Sandoyarleiðina. Henda verður tó ikki fíggja yvir raksturin hjá stovninum, men á sjálvstøðugari høvuðskonto á fíggjarlógini.
Uppskot til fíggjarlóg fyri 1999 er gjørt og tað vísir eina játtan uppá 39,9 mió. krónur. Heldur tað, so er játtanin hjá Strandferðsluni minkað við 10,5 mió. krónum uppá tvey ár. Hetta svarar til góð 20 prosent uppá tvey ár, og tað er nógv.