Eg verði bara nervøsur, tá eg skal syngja

­ Í fyrsta sjónleikinum eg var við í skuldi eg spæla at eg svav, men eg var so væl ílatin, at eg sovnaði ordiliga, sigur 13 ára gamli havnardrongurin, Sigmundur Høgnason í Dali, sum í hesum døgum tekur lut á sjónleikastevnu í Finnlandi.

Sunnudagin fór 13 ára gamli Sigmundur Høgnason í Dali úr Havn til Finnlands á altjóðu sjónleikastevnuna "The 9th. European Childrens Theatre Project at Suommenlinna, Helsinki 1998", har børn úr tjúgu londum taka lut. Stevnan verður hildin annað hvørt ár og hetta er níggjunda ferðin. Føroyski luttakarin á stevnuni er partur av danska liðnum og ferðin er stuðlað av Dansk Amatør Teater Samvirke og mentamálaráðnum.

Í ár er evnið á stevnuni "history, present and future", ella við øðrum orðum "tíð". Børnini búgva á oynni Suommenlinna, sum hátíðarheldur 250 ára dag sín, og tí er oyggin á tremur við ferðafólki. Tey 9 donsku børnini og Sigmund gista øll saman og tveir leiðarar úr Danmark eru við.

Hvønn dag verður skipað fyri workshops, har 20 børn úr 10 ymiskum londum taka lut. Seinnapartar er Skills workshop, har børnini hava høvi at arbeiða við øðrum enn sjónleiki, til dømis stunt, akrobatikki, dansi, myndlist og líknandi. Tríggjar størri útferðir verða gjørdar til til dømis Helsinki, eitt tivoli, og ein djóragarð.


Minni fyri lívið

Fleiri føroyingar hava tikið lut á hesi stevnuni fyrr og sum skilst er tað eitt upplivilsi fyri lívið. Sigmundur var sum vera man ógvuliga spentur, áðrenn hann fór. Hóast sín unga aldur hevur hann havt ørgrynnu av leiklutum í sjónleikum, útvarpsleikum og í "Barbaru" var hann statistur.

Tað byrjaði í barnagarðinum, har børnini spældu leikin "Kópakonan", - leikurin varð vístur í Sjónvarpi Føroya.

­ Eg var fimm ár, tá eg spældi sjónleik fyrstu ferð. Tað var sum Jákup bóndi í leikinum "Kópakonan". Eg tímdi ikki so væl tá, men øll hildu at eg skuldi. Eg skuldi spæla at eg svav, men tað var so heitt inni og eg var í ullintum klæðum, so eg sovnaði ordiliga, sigur Sigmundur.

­ Gumma mín Laura, sum hevur spælt nógvar sjónleikir, hevur hjálpt mær, lisið við mær, og aftaná tann fyrsta ella næsta leikin havi eg tímað øgiliga væl at spæla sjónleik, sigur Sigmundur.

Næsti leikurin Sigmundur var við í, var íslendski leikurin "Óvitar". Tann leikurin var rættiliga merkisverdur, børn spældu vaksin og vaksin børn og tað minnist Sigmundur var ógvuliga serliga.

­ Tey gomlu vóru børn og tað var øgiliga stuttligt. Tann leikurin og "Pinocchio" eru teir stuttligastu leikirnir, sum eg havi verið við í, sigur Sigmundur.


Spælimaður

Í stóra leikinum "Glataðu spælimenninir", sum Eyðun Johannesen setti upp í 1993 í Norðurlandahúsinum, hevði Sigmundur leiklut sum ein av spælimonnunum sum barn. Hann hevði eisini leiklut sum spøkilsi.

­ Tað var virkuliga stuttligt at vera við, tí vit sluppu at eta stórar, dýrar kakur, og alt var so flott, sigur Sigmundur.

Sigmundur hevur verið knýttur at Havnar Sjónleikarfelag. Fyrsti stóri leikluturin í felagnum var sum Veggjasmiðurin í "Pinocchio".

Hvat tað er sum ger, at tað er so stuttligt at spæla sjónleik, sigur Sigmundur.

­ Tað er ikki bara stuttligt at vera úti á pallinum og spæla. Tá ið tú ert við kemur tú at kenna nógv fólk. Eg verði bara nervøsur, tá ið eg skal syngja. Onkuntíð er tað ringt at læra at duga alt uttanat sum eg skal siga. Tað eina orðið í "Pinocchio" ­ eg minnist ikki, hvat tað var ­ kundi eg bara ikki siga, tí tað var so ringt at úttala, sigur Sigmundur.

­ Vit vóru á Bornholm við "Pinocchio". Nógvir føroyingar vóru og hugdu at leikinum, minnist eg. Pallurin var ógvuliga lítil, sigur Sigmundur.


Bitin av sjónleiki

Í filminum "Barbaru" var Sigmundur statistur.

­ Eg var niðri á Reyni og tók ímóti, tá ið batúrin legði at. Vit bíðaðu í sjey tímar, og so stóðu vit uttanfyri í ein hálvan tíma í oysandi regni, meðan upptøkurnar vórðu gjørdar. Vit kundu fara inn í ein buss at bíða.

Um Sigmundur ætlar at gera meiri við sjónleikin og kanska útbúgva seg sum sjónleikara, tá ið hann verður vaksin, sigur hann.

­ Eg rokni ikki við, at man kann liva av tí, men mær dámar øgiliga væl at spæla sjónleik. Og tá ið man er við í einum sjónleiki, kemur man at kenna øll, sigur Sigmundur at enda.