gott dømi er Winston Spencer Churchill, har nú øll møgulig fólk leita eftir orðum, hann antin hevur skrivað ella sagt, fyri at bera egnan boðskap fram. Finna tey onki, finna tey uppá. Ilt er at mótprógva [...] tey meina við. Eg meini; vinnulívsfólk valdast, og er hesi eisini sera nógv broytt síðan ár 2000. Hvat og hvønn meina tit við? Alt ov lítið ítøkiligt. Helst er tað meira lokalt tonkt, men vinarliga, kom
Øll hesi søguligu donsku ýti seta markant spor hjá tí feska antiautoritera føroyska ættarliðinum. Hvat og hví peilaðu menn eftir hesum politisku ýtum? Jú, á TVIND skipaði man fyri sonevndari socialistiskari [...] bara fólk hildu nóg leingi á, fekst ofta eitt slag av konsensus, tí tey flestu, sum andøvdu, vóru antin avdottin, hoknaði ella rýmd. Kommunisma smakkaði enn av protest, so nógv Húsafólk lótu seg umvenda [...] Minh og seinni í despotinum Pol Pot, sum syrgdi fyri sjáldsamari bygdar-menning í Cambodia við snøgt sagt at beina fyri øllum stórbýarfólki. Oyggjaframi, sum eisini hevði eina relativt neutrala miðju skifti
døtrum. Øssur hevur lætt við at taka orðið, hevur lættan penn, er musikalskur og dugir væl at yrkja, hevur lagt úr hondum mong yndislig løg og sangir, og allar hesar góðu gávurnar hevur hann trúliga lagt [...] eftir viku – antin á ”Ríkinum” ella á ”Finsen”?. ¤ Jú, rætt er gitt. Talan er um Øssur. Hann varð føddur við Rættará tann 13. februar 1942. Faðirættin er øðrumegin úr gomlu Havnini, sum Øssur hevur stóran tokka [...] vissuni um, at hugsað verður framhaldandi um tann, sum á sjúkraleguni liggur. ¤ Og vit kunnu her spyrja: hvat mann tað vera, sum fær ein virknan persón at vitja sjúklingar - á henda hátt? Óbiðin. Uttan orð. Uttan
uttan at nakar annar hevur stundir at fyrireika tann nýggja á stovuni. Løgtingið hevur vanliga ikki tingfund mána- og fríggjadag, tí tingfólki skal seta seg inn í málini, so tey vita, hvat hvørt mál snýr seg [...] Soleiðis er eisini, tá tú fert í bankan at tosa um lán; kundaráðgevin hevur hugt at pengingaligu viðurskiftum tínum og roknað út, hvat kundin kemur at sita fyri, alt eftir havt lán hann velur – minni høvdu [...] tær eyka, tí foreldrini spyrja um barnið – hvussu vit læra at tosa, syngja, spæla við hini, klatra, hvat gera vit við ADHD, tunghoyrni, sjúku osfrv. So kemur stríðið av serligum tørvi, tá skal pedagogurin
manna munni – og vit, sum ikki vita, hvat ið gongur fyri seg á manna munni, hava tí ongan møguleika fyri at fylgja við í orðaskiftinum. Hettar verður ikki sagt sum ein umbering fyri fjølmiðlarnar, [...] fáa stundum ta fatan, at smámál verða lýst og greinað í tað óendaliga, meðan verulig stórmál, antin ikki verða viðgjørd, lýst ella greinað í heilatikið, men bara skrumblaði ígjøgnum. Møguliga eru [...] »hyggepolitikarar«, ið helst vilja nussa nunt í føroyskum áhuga politikki, meðan tað ið landið hevur brúk fyri eru »Statesmen«, klók, vitug og djørv fólk ið tora at leiða, heldur enn bara at verða leidd
gerandisdagur kravdi tað. Kendi munin millum títt og mítt Abbi var ógvuliga greiður í hesum, hvat er mítt og hvat er títt. Tað hendi, tá ið teir settu línu, at onkur kom og setti línuna niður yvir teir. Um [...] fyri tí, um abbi ikki sat har, tá ið gudstænastan byrjaði. Onkur her í Havn, sum kendi til ættina, hevur sagt mær, at allir teir gomlu vóru avhaldsmenn og sambandsmenn, og soleiðis var eisini við teimum gomlu [...] ein son og tríggjar døtur. Tað er tó ikki frá hesi Barbaru ættarnavnið stavar. Ein onnur Barbara hevur verið undan hesari. Av teirra fýra børnum var langomma, Elsebeth Pedersdatter, fødd 1824, elst. Hon
landskassan. Hvaðani hevur hann hesar upplýsingar? Loyvini umboða jú virðir fyri milliardir, um hugt verður eftir, hvat tey verða seld fyri. Kári Petersen, búskaparfrøðingur, hevur í sínum fyrilestri nevnt [...] sosialliberala alternativið í føroyskum politikki, sum hann hevur sagt seg vera. Niðurstøðan er, at tað verður til óbótaligan skaða, og bartút sagt ein politisk vanlukka, um Sambandsflokkurin bara í minsta [...] siga, at Sambandsflokkurin fullkomiliga hevur givið seg upp í hendurnar á Fólkaflokkinum, at Sambandsflokkurin er farin at reka svartan og kyniskan høgrapolitikk. Sagt verður, at øll realpolitisk ávirkan á
avstað við arbeiðinum. Áhugavert hevði verið at vitað, hvør hevur mist arbeiði grundað á bílig útlendsk arbeiðsmegi? Er tað nakar ella hvussu nógv? Hvat fyri skipabólkar er talan um? Sum so nógv annað, sum er [...] sakliga eftir heildini og gera av, hvat fyri rák eru í búskapinum, arbeiðspláss og arbeiðis tilfeingi – bæði lokalt og runt um okkum – og greina hví tað er so. Síðani greina hvat fyri møguleikar hetta opnar fyri [...] opning av arbeiðsmarknaðin fingið vend á hesum? Sum sagt, eg eri ikki serfrøðingur, men tað mugu vit taka upp og tosa sakliga um og finna útav, hvat og hvar vit skulu satsa. Í hvussu so er fer ein afturlating
greitt’ – at lóg antin er ella eigur at vera eintýðug og greið. Henda einfalda fatan sýnist ofta, tá ið vit undirvísa fólki uttan fortreytir í løgfrøði. Spurningurin verður settur: ‘hevur hesin rætt at fara [...] ” Hetta er lóg í Føroyum ár 2012 sum í 1688. Tú mást halda, hvat tú lovar og skrivar undir uppá. Men, tvey undantøk eru. Annað er lóg – hvat kongur, fólkating, løgting og møguliga aðrir lóggevar hava sett [...] gildi av lógum, sum bannað ávísari atferð. Hitt er virðilig atferð, sum valdast hvat miðalhampamaðurin heldur vera sømiligt. Hevur taparin í telduspæli lovað at ganga nakin eftir Áarvegnum, so sleppur hann
at Palli hevur havt árin á tey nógvu av okkum, og hevur havt ávirkan gjøgnum okkum á byggilistina í Føroyum. Sum arkitektur myndar hann serliga eitt tíðarskeið, sum verið hevur, men hann hevur dugað at [...] kalla øllum føroyingum sum arkitektur, og so hevur hann eisini gjørt vart við seg gjøgnum sendingarnar um arkitektur ella byggilist, sum hann so hegnisliga hevur ført fram í Sjónvarpi Føroya, til stóra gleði [...] hondum, og takk hevur tú fyri tað. Vit hava sæð, at tú ert við og við fullum seglum, og við fynd í tínum verkum við tínum ósvikaliga sansi fyri tilfari og proportión. Nógv verk eru, sum tú hevur latið úr hondum