(Dr. Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði)
Hugtøk sum ‘rættartrygd’ og at vit mugu hava ‘greiða lóg’ hoyrast mangan. Kanna vit nærri, meina fólk ofta við, at alt skal vera ‘púra greitt’ – at lóg antin er ella eigur at vera eintýðug og greið.
Henda einfalda fatan sýnist ofta, tá ið vit undirvísa fólki uttan fortreytir í løgfrøði. Spurningurin verður settur: ‘hevur hesin rætt at fara í ólønt farloyvi?’ ella ‘skal løgmaður siga landsstýrismannin úr starvi?’ Svarað verður ofta við at vísa einfalt á kollektivan sáttmála ella á stýrisskipanarlógina. Stundum vísa tey lesandi bara á lógasavnið. Loysnin tykist sjálvsøgd og ósvitalig, krevur ikki at lata tekstin upp.
Men lóg er ikki greið – og skal heldur ikki vera alt ov greið. Sum skrivað stendur: “bókstavurin drepur, men andin lívgar.” Ongastaðni verða bókstavatrúgvir juristar settir so uppá pláss sum tá ið teir fáa at vita, at “hvíludagurin er til fyri menniskjans skuld,” umframt aðra frálæru í at tulka lógina í síni heild og eftir endamáli og umstøðunum. Ikki av tilvild at eisini stendur: “Men ein lógkønur steig fram og freistaði hann.”
Nógvar góðar og gamlar lógir eru júst orðaðar soleiðis, at tær skulu broytast við tíðini. Enn er galdandi brotið Norsku Lóg ið sigur, at avtalur skulu haldast, tó ikki tær ið “stride mod Lov og Ærbarhed.” Hetta er lóg í Føroyum ár 2012 sum í 1688. Tú mást halda, hvat tú lovar og skrivar undir uppá. Men, tvey undantøk eru. Annað er lóg – hvat kongur, fólkating, løgting og møguliga aðrir lóggevar hava sett í gildi av lógum, sum bannað ávísari atferð. Hitt er virðilig atferð, sum valdast hvat miðalhampamaðurin heldur vera sømiligt. Hevur taparin í telduspæli lovað at ganga nakin eftir Áarvegnum, so sleppur hann kortini undan, tí tey flestu eru samd um, at hetta er ‘stríður ímóti Ærbarhed’ – og tey leggja fatan sína í hesa 325 ára gomlu orðing.
Eru røttu umstøðurnar til staðar, fær lóg sítt egna lív. Sagt verður um mannrættindi bæði í USA og Europa, at tey fáorðaðu skjølini við rættindunum eru ‘livandi skjøl’ ið broyta og laga seg eftir kringumstøðum. Men henda eginleika hava allar lógir undir røttu umstøðunum, serliga um borgarar velja at royna mál síni.
Vit kunnu nevna fronsk mannrættindi sum dømi. Frakland hevur fleiri ferðir fingið nýggja stjórnarskipan, seinast síðst í 60’árunum, tá ið ‘Fimta Lýðveldið’ varð stovnað. Tann kendi forsetin de Gaulle orðaði grundlóg við sterkum forsetaembæti og veikum dómstólum. Hann vildi ikki, at dómstólar heldur enn tey fólkavaldu skuldu ráða fyri rættindum, so grundlógin hevði ongi mannrættindi, onnur enn at sipa til yvirlýsingina frá kollveltingini síðst í 1700’árunum. Kortini verða næstan allar týðandi samtyktir frá franska tinginum mettar av dómarum, um tær nú samsvara við mannrættindini . Men hví tað?
Jú, í Fraklandi hava bæði forseti, forsætisráðharri og ávíst tal av tingmonnum rætt at biðja grundlógarráðið meta um lóg samsvarar við grundlóg. Í 1982 ‘fann’ hesin serligi grundlógardómstólur tilvísingina til gomlu mannrættindini og fór at tulka tey. Síðani eru nógvar lógir vrakaðar fyri eittnú at stríða ímóti javnstøðu ella ognarrætti, og fronsk fólkavald noyðast nógv meira enn fólkavald her norði at hugsa um rættindi borgaranna, tá ið lógaruppskot verða viðgjørd.
At flest merkir best – ella barasta flest?
Flestu fólk kenna hugtakið talufrælsi og rættiliga vanligt er at hoyra fólk úttala seg rættiliga avgjørt, at ‘eg havi talufrælsi,’ tó er líka so vanligt at hoyra fólk siga, ‘men ikki ber til at siga slíkt, sum er ólógligt.’
Hetta eru tó tvey rættiliga mótstríðandi sjónarmið. Um til ber at gera alt ólógligt, so er onki talufrælsi eftir. Talufrælsi er bert veruligt frælsi, um sumt er ið ikki kann bannast. Kortini hevur læran í Danmark verið, at ongi mørk eru fyri, hvat við tinglóg kann gerast ólógligt – frælsið er bert at siga tað, sum enn ikki er bannað.
Hetta ljóðar kanska nakað langt úti, men til fyri 10-15 árum síðani var hetta fatanin hjá donskum juristum, at alt kundi bannast, og reglan um talufrælsi (§ 77 í ríkisgrundlógini) skuldi lesast soleiðis, at danir og teirra líkar hava talufrælsi í formi, men ikki í innihaldi. Hetta merkti, at hevur Tingið hug at banna kringvarpan av X-factor (o, gævi sætt!), so er tað onki problem, hetta skal bert gerast í lógarformi og brúkast ímóti vørpunum at døma tey aftaná sendingina, tí sensurur er ikki loyvdur. Formliga kann Kringvarpið senda X-factor, men innihaldsliga er sendingin bannað, so Kringvarpið fær bót aftan og stjórin fer í fongsul – og hetta sannførir helst Kringvarpið um ikki at endurtaka mistakið í næstu viku.
Henda fatan er úrslit av tí fyribrigdinum, har lóg verður spakuliga avmarkað í venju, verður burturforklára og minkað niður í onki. Teir gomlu donsku grundlógarfedrarnir meintu eyðvitað ikki, at alt skuldi kunna bannast. Menn sum Grundtvig meintu rættiliga vist, at bara tað ið strangliga neyðugt var at banna skuldi kunna bannast; so at um Tingið ásetir reglur, og dómstólar við bæði lærdum og leikum taka undir við óhefta ákæruvaldinum í hvørjum einstøkum føri – so ber til at banna fólki at seta fram onkra ávísa talu ella skrift, eittnú eggja til uppreisturs. Grundlógin sjálv nevnir, at harðligir uppreistrarfelagsskapir kunnu bannast, skal tala ella framsøga bannast, má hon líkjast harðskapi og uppreistri onkursvegna.
Men danska ríkisgrundlógin gjørdist sum frá leið alsamt minni viðkomandi, og mong royndu at tulka hana ímóti tí, sum vanliga gløggur lesari fekk burturúr orðunum; miðalhampamaður tapti móti embætismanni.
Taka vit talufrælsi, so bar síðst í 1800 til at verða dømdur í fongsul fyri at rópa rakstrarrópið: “Ned med Estrup!” Hetta var sipandi til forsætisráðharrans. Í Hægstarætti var ósemja, um hetta nú var tala, sum kundi bannast. Áttu ikki politikarar at tola eitt sindur av? Men ongin visti, at Hægstirættur var í iva, tí undir einaræðinum var bannað at kunngera dómsgrundir, og hetta bann var enn galdandi. Tey ið vildu hava talufrælsi góvu uppat at brúka dómstólarnar; í staðin kom læran um, at øll tala kann bannast.
Soleiðis broyttist danska grundlógin í verki, uttan at ásetingarnar broytast. Men tíbetur fór aftur at ganga hinvegin. Tá ið Danmark tók undir við europeiska sáttmálanum um mannrættindi, gjørdist meiri viðkomandi at royna mál um talufrælsi í rættinum. Sáttmálin krevur nevniliga, at tað almenna vísir á sera góðar orsøkir fyri at avmarka talu og skrift. Alt Europa (ikki bert ES) hevur fingið felags dómstól at siga úrskurð um hesi mál. Soleiðis er Danmark dømt fyri at ganga talufrælsinum ov nær. Tann kenda § 266b brýtur – sambært dómstólinum í Strassborg – talufrælsið og fer alt ov langt, tá ið tíðindamaður ið umrøður rasistisk sjónarmið kann dømast fyri at útbreiða tey (Jersild málið). Lóg í dag valdast – serliga, hvussu lóg samsvarar við meiri almenna lóg og rættindi fólksins, og veruliga lógin sæst bert við at kenna dómar eisini.
At duga á at skyna dómar og venju, forútsiga gongdina í menning av tulking, og serliga skilja lóg sum heildina av ymsum samvirkandi ásetingum og reglum er avbjóðingin í framtíðar løgfrøði.
MYND: Tann so kenda hellan uttast í Tinganesi. Har kom Sigmundur Brestisson og boðaði katólska kristni uttan at málið var avvíst. Har sótu eisini løgrætturnar og rættaðu lógina. Norðbúgvar vistu, at lóg valdast mest, hvussu alment viðurkendar meginreglur verða vigaðar móti hvørji aðrari og lagaðar broytiligu umstøðunum. Føroyingar hava endurreist tann partin at løgdøminum sum skipar almenna lóg, men enn vantar at fáa endurreist tann dømandi partin sum skapar veruliga lógina, tá ið almennar ásetingar møta veruligu umstøðunum hjá miðalhampamanninum.










