Jóhanna á Rógvi, námsfrøðingur
----
Børn frá 7 ára aldri fáa undirvísing, ið er fyrireikað, so tey fáa sum mest burturúr skúlatíðini, og so tey kunnu vera væl fyri til útbúgving og yrki aftaná fólkaskúlan. Hetta skilja vit øll væl. Soleiðis er eisini, tá tú fert í bankan at tosa um lán; kundaráðgevin hevur hugt at pengingaligu viðurskiftum tínum og roknað út, hvat kundin kemur at sita fyri, alt eftir havt lán hann velur – minni høvdu vit ikki væntað.
Hvør dagstovnalærari kann nýta ein (1) tíma um vikuna at fyrireika seg til 16 børn. Tvey útbúgvin fólk á somu stovu fáa tilsamans tveir tímar um vikuna, sum tey kunnu nýta til alla fyrireiking. Tímin skal nýtast til at finna tilfar, ofta enntá gera tilfar (tí ikki nógv tilfar verður givið út fyri børn yngri enn sjey ár), fyrireika sekstan árligar foreldarasamrøður, umframt allar tær eyka, tí foreldrini spyrja um barnið – hvussu vit læra at tosa, syngja, spæla við hini, klatra, hvat gera vit við ADHD, tunghoyrni, sjúku osfrv.
So kemur stríðið av serligum tørvi, tá skal pedagogurin skriva frágreiðingar og útfylla skjøl, tí stovan skal søkja um stuðul, neyðuga økta arbeiðsmegi at hjálpa júst hesum barni fram á leið. Margháttliga í hesum er, at hetta gera vit sum sjálvboðið arbeiðið, átaka okkum afturat sáttmáløntu tíðini at sita við hús og royna at vinna hesum børnum meiri stuðul, so foreldrini kunnu arbeiða síni løntu størv.
Gera vit ikki hetta framíhjá, mugu við allatíðina taka tíð frá hinum børnum, mugu minka um túratal, søgur og stundir at tosa við hvørt barnið. Starvfólkið fer til viks og meir enn so kemur fyri at antin mugu vit “trýsta á PLAY”, tí starvfólk far ikki verið allastaðni í senn.
Skiftir barnagarðslærari frá vøggstovu (børn umleið ½ til 3 ár) í skúlabólkin (umleið 6-7), so er hetta minst líka stórt lop, sum at fara frá fyrsta flokki í tíggjunda í fólkaskúlanum og skifta øll fak og allar bøkur út við aðrar. Lærarin í fólkaskúlanum fær tíð at fyrireika seg. Lærarin í barnagarðinum fær summað seg við einum temunni – og so “learning by doing” – barn títt er nú amboð hjá pedagoginum, sum má brúka mánaðir og ár at finna út av tí, uttan fyrireikingartíð, og uttan at nakar annar hevur stundir at fyrireika tann nýggja á stovuni.
Løgtingið hevur vanliga ikki tingfund mána- og fríggjadag, tí tingfólki skal seta seg inn í málini, so tey vita, hvat hvørt mál snýr seg um. Harumframt er Tingið ikki saman um summarið (apríl til september) og fleiri styttri tíðarskeið. Barnagraðslærarin hevur eisini nógv mál, t. d. ADHD, málsligar trupulleikar, børn hvørs foreldur eru í skilnaði, osfrv. Vit kunnu ikki koyra ein trupulleika í nevnd ella vóna, at hann dettur burtur, tá ið tingsetan endar. Vit skulu bara leggja arbeiðið til rættis, so tey fáa ment seg og ikki dragna afturúr.
Tórshavnar Kommuna hevur úttalað seg, at foreldrini ikki skulu gjalda fyri ta tænastu tey ikki fáa undir verkfallinum. Reelt nokk. Men tá ið verkfallið er av, má hetta merkja, at kommunan ikki fær – og ikki kann selja – ta tænastu, sum hon ikki vil gjalda fyri. Vit mugu siga: “tíverri, eg kann ikki greiða tær frá um barnið, tí arbeiðstíðin er endað,” ella: “ja, barnið krevur at fáa hjálp at menna taluna, men fyrireikingartíðin er brúkt henda mánan, so frágreiðing og oyðubløð mugu bíða.” Vit mugu gevast at stjala tíð frá øðrum. Foreldur spyrja nógv í dag og skilja væl, at hvørt barn krevur sína menning og síni atlit. Men góða svarið frá okkum krevur fyrireiking. Tí fara tey ikki at fáa svar, tí samfelagið vil ikki raðfesta, at tey hava krava uppá svar.
Hvør sáttmálin so verður, so má hann haldast frá nú av. Fyrireiking verður í fyrireikignartíðini, og dygdin verður hareftir. Sum sagt var, so ber ikki til at gjalda uttan at fáa tænastu – og ikki at fáa tænastu uttan at gjalda.