Viðmerking til Innrás av bíligari arbeiðsmegi

Justin Philbrow
-----

Í brævi til Føroya Løgting og Landsstýrið sigur Fiskimannafelagið: "Vit eru vitni til, at okkara lívsgrundarlag spakuliga verður tikið undan okkum…" og sipar til, at tað er tann bíliga arbeiðsmegin, sum fer avstað við arbeiðinum.
Áhugavert hevði verið at vitað, hvør hevur mist arbeiði grundað á bílig útlendsk arbeiðsmegi? Er tað nakar ella hvussu nógv? Hvat fyri skipabólkar er talan um?
Sum so nógv annað, sum er lagt út til fólk at øsa seg um, verður tað frá fjølmiðlum, politiskt propaganda, fakfeløg ella egnaran, so er kakið alt ov ofta baserað og vent til kenslurnar uttan, at koma við ella hugsa um øll fakta.
Tí man kundi líka so gott havt øvugta áheitan til landsstýrið: ger tað heldur møguligt at hava útlendskan arbeiðsmegi (við lægri løn, um tað skal vera) umborð - so kanska tað blívur møguligt hjá fleiri føroyingum at hava arbeið á sjónum (og landi). Um mann gjørdi tað kundu møguliga hesar avleiðingar verið:

1.) Flotin sleppir út at fiska - sum nú er er tað oftani torført at fáa støðug fólk við skipum, í summum bólkum í hvussu so er.
2.) Flotin verður kappingarførur við alheimin - vit mugu skilja, at dunnu hylurin hjá okkum kappast við alheimin og ikki klaksvíkingar móti havnarfólkum ella línuflotin móti trolaraflotan.
3.) Varðveita serkunnleikan - um skipini ikki sleppa frá kai grundað manglandi arbeiðsmegi ella um flotin ikki gerst kappingarførur so missa vit hann. Einfalt. Um vit fáa støðug og kappingarfør arbeiðsmegi so hava vit møguleika at varðveita allan tann aldargamla serkunnleika, sum føroyingar hava, bæði tá ið tað kemur til fiskarí, sjómansskap, fiskahagreiðing og at dríva skip/reiðarí.

Um vit steingja okkum inni, sum summi leggja upp til, so er ikki óhugsandi at fleiri og fleiri skip leggjast grundað á

1.) manglandi støðug arbeiðsmegi
2.) manglandi kappingarføri
3.) og sum frálíður, manglandi serkunnleika

Summi meina at hetta hendir longu nú.
Eg eri ikki serfrøðingur á økinum og hetta er skrivað, ikki sum eitt persónligt álop á nakran, ei heldur sum kapitalistur mótvegis arbeiðaranum, men sum ein áheitan um, at kjakið um framtíðar møguleikar og avbjóðingar her á landi, vera sakligar og frameftirrættað. Vit mugu hyggja sakliga eftir heildini og gera av, hvat fyri rák eru í búskapinum, arbeiðspláss og arbeiðis tilfeingi – bæði lokalt og runt um okkum – og greina hví tað er so. Síðani greina hvat fyri møguleikar hetta opnar fyri her hjá okkum, við tað serliga vit hava at bjóða uppá ella ynskja at bjóða uppá.
Bara sum eitt einfalt dømi, tá ið hugsað verður um arbeiðsmegi: vit síggja næstan dagliga at fiskimenn (baði ungir og eldri, dekkarar sum yvirmenn) vilja sleppa úr fiskivinnuni, oftani leita teir sær arbeiði antin á landi ella til aðra vinnur, sum t.d. í oljuvinnuni. Hetta er eitt rák. Hví er tað so? EIN partur av svarinum er, at hesir menn trívast ikki í vinnuni. EIN grund til at yvirmenn ikki trívast er, at tað er byrða omaná byrða at reka skip, tá ið so at siga hvørja fer skipið kemur til kai skulu teir til at ringja runt, at lokka fólk umborð, og tá ið so nógv útskifting er, er ringt at fáa góða hagreiðing, arbeiðslag og trivna umborð. Hetta slítast teir upp av. Hjá dekkarum sum veruliga eru í vinnuni tí teimum dáma tað, er júst sami trupulleiki, høga útskiftingin merkir at somu men mugu taka arbeiðsbyrðuna og upplæringina ferð eftir ferð. Hetta gerst ov tungt hjá teimum í longdini. 
Bara hetta rákið í sær sjálvum, fyriuttan at hyggja upp á oljuprísir, lønarlag, automatiseringar, lógarkrøv, fiskastovnar og nógv annað, sum ”hóttir” fiskimannin, ger, at vinnan er í niðurgongd.
Møguliga kundi ein opning av arbeiðsmarknaðin fingið vend á hesum? Sum sagt, eg eri ikki serfrøðingur, men tað mugu vit taka upp og tosa sakliga um og finna útav, hvat og hvar vit skulu satsa. Í hvussu so er fer ein afturlating av arbeiðsmarknaðin bara at skunda undir at fleiri skip hava verri við at fáa manning og rentabilitet í og harvið fáa mønustingin. Við at fáa eitt sakligt kjak um hetta, kundi hugsast at limirnir hjá Fiskimannafelagnum kundu fingið eina framtíð - í tað vinnu teir eru í. Um viljin ikki er at taka hetta upp sakliga og í álvara, og tillagingar ikki vera gjørdar so stendur samfelagið til at missa nógv – ikki bara Fiskimannafelagið.