Jóin Sigurðsson
---------
Í gjárkvøldið var sending í sjónvarpinum um vinnulívsmannin og ríkmannin Larry Hillblom – ígongdsetarin av DHL, ið fórst í flogvanlukku einans 52 ár.
Larry er kanska ein av teimum størstu vinnulívsmonnum í nýggjari tíð. Sendingin fór víða, og um aðrar vinnulívsmenn – íroknað sakførarar. Hetta var alt sera áhugavert og lærandi, men nakað tungt at fylgja við í, tí alt var so ókent.
Meðan eg siti og hyggi at, fara tankarnir norð til Klaksvíkar og nakrar oddvitar har, sum í seinastuni, hava ført seg fram sum verja hjá vinnulívsfólki. Tað kann so ikki vera hetta slagið, tey meina við. Eg meini; vinnulívsfólk valdast, og er hesi eisini sera nógv broytt síðan ár 2000.
Hvat og hvønn meina tit við? Alt ov lítið ítøkiligt. Helst er tað meira lokalt tonkt, men vinarliga, kom við dømum og nøvnum! Annars virkar tað sum ein pástandur.
Øvundsjúku og tí spíska skemtinum fær man valla vart seg ímóti, men har kunnu tey flestu hugsa sjálvi og sálda frá. Har eg ferðist, merki eg onki til, at vínnulívsfólk ikki eru høgt í metum. Eg trúgvi eisini, at teir/tey høvdu frábiðið sær fjepparafeløg. Ryggklapparí er sjáldan varandi.
Ikki fáa øll ein rættvísan dóm, meðan tey eru virkin. Fáa stóra mótstøðu, men eitt stórmenni gerst størri. Ikki einans vinnulívsfólk, men fólk úr øllum stættum. Eitt gott dømi er Winston Spencer Churchill, har nú øll møgulig fólk leita eftir orðum, hann antin hevur skrivað ella sagt, fyri at bera egnan boðskap fram. Finna tey onki, finna tey uppá. Ilt er at mótprógva, tí Chuchill var sera produktivur í orð og tal – ikki minst skrivliga, ið hansara mongu bøkur prógva.
Tað liggur ikki til okkum føroyingar at rósa ov nógv, men eitt gott orð av og á er gott fyri okkum øll!










