is aktivur partur í eitt nú slíkari tilbúgving, sum fór fram næstsíðstu mánanátt, tá skálafólk vórðu evakuerað á miðari nátt. Men so var ikki, og vit skulu ikki á hesum stað viðgera [...] sjónvarp var alt. Stutt eftir at boðað varð frá eldinum, varð skrivað um hann á fleiri netsíðum, eitt nú á Portalinum og á dimma.fo. Vit royndu at fylgja við sum frægast við góðum fólki á staðnum. Tað [...] um morgunin fyri at fáa okkum á Portalinum at boða frá, at neyðugt varð at evakuera skálafólk. Og tá slík boð koma, so gera vit tað sjálvandi fegin, tí hóast vit á pappírinum ikki eru partur
latið hurðarnar upp í oktober. Nú verður hetta tiltakið víðkað til øll søvnini í høvuðsstaðnum. Hetta verður gjørt, tí tiltakið undanfarin ári hevur fingið so góða móttøku. Nú hava fyriskipararnir so tikið [...] tað var opið. – Savnið er opið alt árið, hví gera nakað serligt burtur úr hesa ársins tíð? – Flest fólk halda, at savnið mest er fyri ferðafólk. Tað hevur so bara opið hvønn dag í summarfrítíðini frá [...] tykkum sjálvi og tað umhvørvi vit liva í. Nettupp í heystfrítíðini vita børn ikki altíð, hvat tey skulu gera, so okkara boðskapur var at fáa tey á savnið. Og hetta hevur verið væleydnað sigur Rachel Helmsdal
fiskimenn, eins og býurin hevur oljuvinnu. Teir báðir skulu tosa við føroyskar politikarar hesar dagarnar, men teir vóna eisini at fáa orðið á fólk úr vinnuni. Við á ferðini er eisini føroyski sendimaðurin [...] kemur. Men teir báðir, Sir John Butterfill og Alistair Carmichael, komu við flogfarinum í gjár og skulu vera her til hósdagin. Sir John Butterfill er konservativur og umboðar Bournemouth á suðursíðuni av [...] samstarvið millum føroyska bólkin í Undirhúsinum og Føroyar í lag. Áki Johannesen sigur, at tað er nú eitt snøgt ár síðani, at bólkurin var settur á stovn, og Alistair Carmichael er ein av undangongumonnunum
Nú skal tað í ávísum førum verða bíligari hjá avvarðandi at fara til Danmarkar við sjúklingum. Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann heldur, at dømi, sum Jenis av Rana nevnir [...] einum álvarsliga sjúkum barni eina rokning, sum hesa. Landsstýrismaðurin sigur, hetta er eitt mál, hann nú fer at taka upp. Karsten Hansen sigur, at hann hevur biðið umsitingina í Heilsumálaráðnum kanna, hvat [...] sum er. Eitt, sum hann skal kannast í hesum føri, er at seta hámark fyri, hvussu nógv, fylgjarar skulu rinda. - Men er talan um børn undir 18 ár, hevur læknin heimild at lata bæði foreldrini fara við sum
Hetta er nakað, sum vit kunnu arbeiða fyri, sigur Hans Fróði. - BYB merkið leggur upp til, at fólk skulu verða glað og hava tað stuttligt, men tað fylgir eisini ein ábyrgd við at hava tað gott. Vit elska [...] Nýggja rakikremið Below Your Belt, sum er gjørt til barbering undir beltinum, skal nú verða við til at bjarga pingvinunum á Suðurpólinum. Tað ætlar í øllum førum leirvíkingurin Hans Fróði Hansen , sum [...] sum er oddamaður fyri Below Your Belt (BYB). Hann ætlar, at partur av inntøkunum frá rakikremunum skulu brúkast til at hjálpa pingvinunum. Hans Fróði hevur gjørt ein grunn, sum hann kallar Save Penguins
Kristianna Winther Poulsen, valevni Sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið Nú fáa vit at vita, at Landssjúkrahúsið hevur hildið játtanina , og at eingin tørvur er á eykajáttan í ár. Sjálvstýrisflokkurin [...] hvønn dag gera neyðsemjur við egin ynski um at veita best møguligu sjúkrarøktina. Tí alla tíðina skulu tær velja ímillum at seta sjúklingin í vanda ella at spreingja játtanina. Hetta eru ómenniskjaligar [...] støðugan yvirbelegning, uttan at starvsfólka-normeringarnar verða lagaðar til støðuna. Hetta er at halda fólk við fakligum stoltleika fyri gjøldur og kann enda við at seta sjúkrarøktina í vanda. Heilsupolitikkur
hvønn hósdag frá klokkan 10-14. Í nøkur ár hevur Gunnhild eisini havt avtalu við Fótbúna um, at fólk, sum skulu hava okkurt gjørt við skógvarnar, kunnu lata teir inn í handlinum í Tróndargøtu. Súsan Joensen [...] handlinum eru eisini møguleikar at spritta, tí beint, tá tú kemur innar, hongur sprittdunkur til hendurnar. Nú summar er í hondum, skúlarnir nærkast endanum, og stevnur og festivalar verða hildnir kring landið [...] hesar skógvar. Hetta eru vanliga norskir skógvar, og summir eru ofta harðir. Súsan Joensen vísir á, at nú tey hava eitt so gott samstarv við Gunnhild Mørkøre, kunnu tey í felag bjóða viðskiftafólki - bæði
kunngerðini, at tílíkir skaðar skulu fráboðast beint eftir drápið. Sýslumaðurin í Streymoynni heldur tað vera eitt sindur óheppið. - Tað kann gott sýnast ólagaligt, at skaðar skulu boðast frá beinanvegin, men [...] skaðarnar. Nú er eitt sindur øðrvísi, tí umvælingar av bátum eru so dýrar, og tryggingin hevur seinastu árini ikki tikið við grindaskaðum, staðfestir hann. Ongin stuldur Ofta er komið fyri, at fólk hava hildið [...] grind, tí tað skal vera so heilsuskaðiligt, men hetta forðaði ikki fólki at fara í grind leygardagin, nú kaggarnir kring landið hava verið rættiliga tómir seinastu tíðina. Heili 188 hval løgdu beinini, og
Persónliga haldi eg tað vera rætt, at fólk eru heima so leingi sum til ber. Røktarskipanin er góð, og tí skulu tey avvarandi hava eina vanliga tilveru, eitt nú sleppa til arbeiðis o.s.fr., uttan at vera [...] júst hesi plássini ikki hava veitt somu tænstu, sum á hinum plássunum, sigur landsstýrismaðurin. Nú verður ein kanning gjørd, sum nágreiniliga skal vísa, hvussu tænastustøðið er kring oyggjarnar. Arbeiðið [...] tey gomlu flyta á røktarheim, so missa tey sambandið við familjuna. Tí haldi eg tað vera best, um fólk eru heima sum longst, men at tað kortini er neyðugt við fleiri røktarheimsplássum. Bíðar eftir kommunala
Vit skulu fremja skúlamál soleiðis, at tað eisini verður møguleiki at halda fram við at útbúgva seg her hjá okkum. Javnaðarflokkurin fer at leggja grundarsteinin undir eina slíka ætlan, tí sum nú er, so [...] sum forfedrar tykkara bardust fyri. Javnaðarflokkurin er verjan og tryggleikin, og ongantíð meira enn nú hava vit brúk fyri einum sterkum javnaðarflokki, tí tað vísir seg týðuliga, at tað fer ein fráflytan [...] so fer okkara unga fólk, tá tað er liðugt við HF, av oynni, tí tað býðst teimum eingir framhaldandi møguleikar. Hetta skal gerast nakað við. Skattatrýstið, sum er sera høgt, serliga á kommunuøkinum, má