Kringvarpið er partur av almennu tilbúgvingini, og soleiðis eigur Kringvarpið fram um aðrar miðlar at verða ein beinleiðis aktivur partur í eitt nú slíkari tilbúgving, sum fór fram næstsíðstu mánanátt, tá skálafólk vórðu evakuerað á miðari nátt.
Men so var ikki, og vit skulu ikki á hesum stað viðgera orsøkina til, at almenni miðilin ikki er ein aktivur partur – tað kunnu vera viðurskifti, sum stovnurin sum so ikki hevur ávirkan á.
Men tíðindadekningurin av eldinum á Athenu vísir kortini, at vit hava eina heilt aðra miðlamynd í dag í mun til bara fyri fáum árum síðani, tá útvarp og sjónvarp var alt. Stutt eftir at boðað varð frá eldinum, varð skrivað um hann á fleiri netsíðum, eitt nú á Portalinum og á dimma.fo. Vit royndu at fylgja við sum frægast við góðum fólki á staðnum. Tað var tí heldur ikki av ongum, at løgreglan ringdi til blaðstjóran um hálvgumfimmtíðina um morgunin fyri at fáa okkum á Portalinum at boða frá, at neyðugt varð at evakuera skálafólk. Og tá slík boð koma, so gera vit tað sjálvandi fegin, tí hóast vit á pappírinum ikki eru partur av tilbúgvingini, so vilja vit sjálvandi veita eina hjálpandi hond í slíkum støðum.
Og tað er ein veruleiki, at privatu miðlarnir eru langt framman fyri almenna skattafíggjaða Kringvarpið, tá tað snýr seg um at skriva tíðini í úrtíð. Fyrr hevði útvarpið tíðindasendingar um kvøldið, men tað er skorið burtur, soleiðis at seinastu tíðindini eru klokkan 18 – og um vikuskiftið verður blussið skrúvað langt niður.
Tí er tað so nátúrligt, at løgreglan klokkan hálvgum fimm ein mánamorgun hevur munandi lættari við at fáa Sosialin at leggja eini slík boð út á Portalin, heldur enn at fáa Kringvarpið at tendra fyri senditólunum í Sortudýki.
Hevði Kringvarpið kunna brúkt orkuna upp á at kappast við privatu miðlarnir um tíðindapartin – og at vera klár í eini tilbúgvingarstøðu, heldur enn at brúka almennar skattakrónur at dumpa lýsingarprísir fyri at skræða fíggjarliga grunddarlagið undan privatu miðlunum, so hevði nógv verið vunnið.
Løgregla, Tilbúgvingarstovnur, sløkki- og bjargingarlið kring landið skulu vita, at vit altíð eru fús at veita teimum eina hond, um boð eru eftir okkum – nátt sum dag!











