Nú skal tað í ávísum førum verða bíligari hjá avvarðandi at fara til Danmarkar við sjúklingum.
Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann heldur, at dømi, sum Jenis av Rana nevnir í hinari greinini, er órímiliga dýrt.
Hann heldur, at eitt dømi sum hetta vísir, at hetta er farið heilt av sporinum, tí tað er ikki virðiligt at senda pápanum at einum álvarsliga sjúkum barni eina rokning, sum hesa.
Landsstýrismaðurin sigur, hetta er eitt mál, hann nú fer at taka upp.
Karsten Hansen sigur, at hann hevur biðið umsitingina í Heilsumálaráðnum kanna, hvat kann gerast við hesi viðurskifti innanfyri játtanarkarmin, sum er.
Eitt, sum hann skal kannast í hesum føri, er at seta hámark fyri, hvussu nógv, fylgjarar skulu rinda.
- Men er talan um børn undir 18 ár, hevur læknin heimild at lata bæði foreldrini fara við sum fylgjarar, ókeypis.
Karsten Hansen hevur eisini biðið umsitingina kanna hetta ávísa dømi, har ein pápi fekk rokning upp á 26.000 krónur fyri at fara til Danmarkar við sjúkum barni.
5.000 krónur
Fleiri tingfólk eru samd um, at tað eigur at hetta eru viðurskifti, sum eiga at verða broytt.
Sirið Stenberg sigur, at serskipanir eiga at verða gjørd fyri børn undir 18 ár so at bæði foreldrini kunnu fara niður við barninum fyri ein lagaligari prís enn vanligir fylgjarar.
Bill Justinussen helt, at læknar, sum senda fólk uttanlands í viðgerð, eiga eisini at vera liðilig og at hugsa um, hvat er rímiligt í hvørjum einstøkum føri og hetta dømi, sum er umrøtt í hinari greinini, er púra burur við.
Rósa Samuelsen veit dømi um mammu, sum fleiri ferðir um árið skal til Danmarkar við barni við varandi sjúku og fær eina rokning upp á 5.000 krónur hvørja ferð.
Hon veit eisini um nógvar føroyingar, sum høvdu brúk fyri nógvari viðgerð, men sum hava fingið sær danskan bústað, tí tað er bíligari fyri tey.
Helgi Abrahamsen hevur varhugan av, at hesi viðurskifti er ikki nóg væl skipa, tí tað tykist rættiliga tilvildarligt, hvør fær ókeypis fylgjara og hvør skal gjalda.
Eisini Edva Jacobsen saknaði greiðar reglar á økinum og helt, at fólk skuldu í mesta lagi rinda 1500 krónur um mánaðin.
700 krónur
Í ávísum førum hava sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar á sjúkrahús, rætt til at hava fylgjara við.
Tað er sami lækni, sum sendir sjúklingin av landinum, sum eisini ger av, hvørjar sømdir hann fær at fáa fylgjara við sær.
- Er talan um børn og ung undir 18 ár, sleppur annað foreldrið altíð við sum fylgjari og í serligum føri sleppa bæði.
Fylgjarar, sum læknin ávísur, rinda 150 krónur um dagin fyri at gista á sjúklingahotellinum, men tó skulu teir ongantíð rinda meiri enn 1.500 krónur um mánaðin.
- Hevur sjúklingurin ongan ávístan fylgjara, ber kortini til at hava fylgjara við. Men í hesum føri rindar fyrsti fylgjarin 500 krónur fyri at gista og eta á hotellinum og eru fleiri fylgjarar, rinda hinir 700 krónur um dagin, sigur Karsten Hansen.
Hinvegin heldur hann, at tað er óhóskandi at krevja slakar 26.000 krónur frá pápa einum sjúkum barni fyri at gista á hotellinum í fimm vikur og tað eru viðurskifti, hann hevur tikið upp við tí fyri eyga at fáa tað broytt.
Les eisini greinina: Kostaði 26.000 kr. at fara til Danmarkar við sjúkum barni.