Rakikrem hjá Hans Fróða skal bjarga pingvinum

- Vit elska lívið, men vit taka eisini ábyrgd, sigur Hans Fróði Hansen, sum nú ætlar, at nýggja rakikremið hjá honum skal verða við til at bjarga pingvinunum á Suðurpólinum.

Nýggja rakikremið Below Your Belt, sum er gjørt til barbering undir beltinum, skal nú verða við til at bjarga pingvinunum á Suðurpólinum.

Tað ætlar í øllum førum leirvíkingurin Hans Fróði Hansen , sum er oddamaður fyri Below Your Belt (BYB). Hann ætlar, at partur av inntøkunum frá rakikremunum skulu brúkast til at hjálpa pingvinunum.

Hans Fróði hevur gjørt ein grunn, sum hann kallar Save Penguins Foundation, og tá BYB vørur verða seldar, fer ein partur av inntøkunum til grunnin, sum skal arbeiða fyri at bøta um korini hjá pingvinunum, sum hava fingið tað truplari av upphitingini á jørðini.

- Pingvinin er blivin súmbol fyri BYB, og tí er tað upplagt, at vit eisini gera eitt átak fyri at hjálpa pingvinunum á Suðurpólinum, sigur Hans Fróði Hansen.

- Tíðin krevur, at tú hevur meira enn bert eitt merki – eitt brand – og við at taka umhvørvisarbeiðið upp í okkara merki, gera vit tað meira komplett, sigur Hans Fróði.


Taka ábyrgd

Í fráboðanini um, at BYB eisini skal arbeiða fyri pingvinunum, sigur Hans Fróði Hansen, at pingvin umboðar allar teir eginleikar, sum ein nútímans persónur eigur at hava: Virðing, erligheit, loyalitetur, ansni, gleði, gávumildni og kærleiki.

- At bjarga pingvinini frá globalu upphitingini verður eitt av aðalmálunum, sum Hans Fróði Hansen fer at arbeiða fyri ígjøgnum sítt merki, stendur at lesa í fráboðanini.

Hans Fróði Hansen heldur, at tað er ikki so løgið, at júst pingvinin er vald til at umboða BYB.

- Øll elska pingvinina, og globala upphitingin hevur gjørt liviumstøðurnar á Suðurpólinum truplari. Hetta er nakað, sum vit kunnu arbeiða fyri, sigur Hans Fróði.

- BYB merkið leggur upp til, at fólk skulu verða glað og hava tað stuttligt, men tað fylgir eisini ein ábyrgd við at hava tað gott. Vit elska lívið, men vit taka eisini ábyrgd, sigur hann.


Herferðir á veg

Í løtuni verður Below Your Belt merkið marknaðarført serliga í norðurlondum. Miðstøðin er í Danmark, og síðst í mai mánaði skipar Hans Fróði Hansen fyri einari veitslu fyri innboðin, har BYB av álvara skal fara av bakkastokki.

Herferðir fyri pingvinarbeiðnum eru eisini á veg. Hans Fróði Hansen hevur fingið nakrar kendar kvinnur at verða umboðsfólk fyri arbeiðið. Ein teirra er Malene Belafonte, og fleiri verða avdúkaðar seinni.

- Vit hava valt vakrar kvinnur at umboða Saving Penguins Foundation. Hetta gera vit, tí fólk lurta eftir vøkrum kvinnum, og tí vit vilja leggja dent á tað positiva og vakra. Vit hava sæð nóg nógvar myndir av trupulleikunum – fuglar í olju og so víðari – og tí vilja vit heldur leggja dent á tað góða og pena, sum vit kunnu missa, um vit ikki gera nakað, sigur Hans Fróði Hansen.


Myndatekstur til høvuðsmynd:

- Pingvinin er blivin súmbol fyri BYB, og tí er tað upplagt, at vit eisini gera eitt átak fyri at hjálpa pingvinunum á Suðurpólinum, sigur Hans Fróði Hansen




****


Saving Penguins


Tað ber til at lesa meira um Saving Penguins Foundation á heimasíðuni www. savingpenguins.com


Saving Penguins er eisini at finna á Facebook



***


BYB


Below Your Belt er heitið á nýggja rakikreminum, sum Hans Fróði Hansen nú framleiðir.


BYB er til at raka sær við í neðra.


29. mai verður veitsla fyri innboðin í Keypmannahavn, har BYB av álvara skal lanserast í Danmark.


Ætlanin er at selja BYB á altjóða marknaðinum – millum annað í Europa, USA og Kanada.