Kristianna Winther Poulsen, valevni Sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið
Nú fáa vit at vita, at Landssjúkrahúsið hevur hildið játtanina , og at eingin tørvur er á eykajáttan í ár. Sjálvstýrisflokkurin hevur vitjað á Landssjúkrahúsinum, sum er Føroya størsta arbeiðspláss. Eftir eina vitjan skilir tú skjótt, at arbeiðsumstøðurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er ótolandi, tí at tað einasta, sum er spart, eru starvsfólka-normeringar.
Ómenniskjansligar arbeiðsumstøður
Tað eru sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum dag og nátt standa andlit til andlits við sjúklingarnar og við teirra frustrasjónir. Og tær mugu hvønn dag gera neyðsemjur við egin ynski um at veita best møguligu sjúkrarøktina. Tí alla tíðina skulu tær velja ímillum at seta sjúklingin í vanda ella at spreingja játtanina. Hetta eru ómenniskjaligar arbeiðsumstøður, sum ein stórur fakbólkur hevur á størsta arbeiðsplássinum í Føroyum.
Sparingar eftir reyv
Tað munu vera nógvar orsøkir til, at eykajáttanin til Landssjúkrahúsið so leingi hevur verið fastur táttur í fíggjarnevndini, tí heilsuøkið er eitt kostnaðarmikið og komplekst øki. Men tað er ikki rætt vorðið, tá ið deildir á Landssjúkrahúsinum hava støðugan yvirbelegning, uttan at starvsfólka-normeringarnar verða lagaðar til støðuna. Hetta er at halda fólk við fakligum stoltleika fyri gjøldur og kann enda við at seta sjúkrarøktina í vanda.
Heilsupolitikkur
Tað stendur í lógini um sjúkrahúsverkið, at tey trý sjúkrahúsini hava rætt og skyldu at veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra um viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið.
Vit mugu taka støðu til, um hendan áseting verður fylgd til fulnar, og um vit kunnu fáa meira burturúr samlaðu játtanini til Sjúkrahúsverkið.
Hesum vil Sjálvstýrisflokkurin arbeiða fyri, tá vit verða vald á ting.
Les meira á www.kristianna.fo < HYPERLINK "http://www.kristianna.fo" www.kristianna.fo>

Eingin eykajáttan til Landssjúkrahúsið – nakað at reypa av?