Fyrilesturin var tann fyrsti í ein røð, sum ætlanin er at halda í Margarinfabrikkini í vetur. Við sínum róliga og greiða máta at lýsa evnið, eydnaðis Jóhonnu at fanga áhugan fult og heilt hjá sjálvt teimum yngstu [...] sjálvsvirðingin er bundin at hugsanum okkarar um okkum sjálvi. Eisini greiddi hon frá, hvussu tú kanst venda hugsanum um teg sjálvan, soleiðis at sjálvsvirðingin gerst betur. Jóhanna sigur, at sjálvsvirðingin er [...] rikkini, Bogi Andreasen, sigur við Sosialin, at hann ætlar at seta ungdómin í fokus á ein positivan hátt. Eitt av tiltøkunum, sum Margarinfabrikkin fer at bjóða vetrarmánaðarnar, verður fyrilestrar um
dómararnir fóru at lesa upp stigatalið, sum Isle of Man hevði fingið, gjørdist greitt, at Føroyar kortini ikki vunnu gull, men burtur sæð frá Man-búgvum, so tóktist eingin av áskoðarunum at skilja, hví so [...] hava gull. Eisini eftir at tjóðsangurin var spældur, hildu áskoðararnir á at heiðra føroyingunum, so alt í alt tóktist tað soleiðis, at føroyska liðið hóast alt vóru moralsku vinnararnir, men tað er tað [...] liðkappingini á Oyggjaleikunum, og tað var eisini skjótt, at orsøkin til hetta varð sjónlig. Føroyska liðið var fyrst á vøllinum, og ikki var líkt til, at nakar kom í nær námind av teimum og Jersey, sum vóru
málið at seta í stand og halda viðlíka tær gøtur í Suðurstreymi, sum LV hevur gjørt og eigur. Hesar gøtur eru tær, ið verða mest brúktar til at ríða eftir, og sum tískil hava størstan týdning fyri, at tað [...] til at hava ríðing sum part av ferðavinnuni í økinum. Síðan Maria Róin ringdi til mín, eftir at hon í vár hevði lisið eitt viðtal í Sosialinum, havi eg einki frætt frá VMS, um nakað røkist fyri at fáa [...] frágreiðing og kortið til at seta seg betur inn í hetta fyri okkum og fyri ríðingarpartin av ferðavinnuni í Suðurstreymi lívsneyðuga mál, so at tit kunnu koma til eina niðurstøðu um at loysa málið skjótast
Ístaðin fyri at flúgva til úr Danmark, gjørdi HB av at ferðast við bussi, men ferðin gjørdist fimm tímar drúgvari, enn upplýst varð framman undan. Avleiðingin av hesum verur eftir øllum at døma, at hópurin [...] frá sunnudegnum til týsdagin komandi. Vit hava skilt úr Runavík, at har eru tey ikki serliga áhugað í at koma til Havnar mitt í viku at spæla, og hava tey tí givið noktandi svar. Verður helst útsettur [...] veruleiki, at HB ongan møguleika hevur at vera í Føroyum fyrr enn seinnapartin leygardag, og tí er tað neyvan ítróttarliga forsvarligt, um dysturin verður leiktur longu sunnudagin. Sostatt er líkt til, at dysturin
hevur tekniska nevnd mælt til at seta avmarkingar, so at bara fólk við arbeiðsørindum sleppa at ferðast har framyvir. Hetta skal gerast við at seta skelti upp, sum siga frá, at her er bara arbeiðskoyring [...] teknisku nevnd, sigur, at hetta skal gerast í samráð við fyritøkurnar, sum halda til har, og at tær skulu vera við at taka avgerð um, hvar hesi skeltini skulu vera. Nevndin hevði hugsað sær, at tað eina skelti [...] Hitt skuldi vera við virkið hjá Anthonius, so at óviðkomandi ferðsla ikki slapp at koyra norðanfyri frystivirkið. Tá hesi skelti eru sett upp, er tað ólógligt at koyra á hesum økinum, uttan tú hevur ávís ørindi
svartkjafti, hava fingið greitt at vita, at nú er liðugt við at royna eftir svartkjafti. Mánamorgunin kom soljóðandi fráboðan frá Fiskiveiðieftirlitinum: "Sagt verður frá, at Fiskiveiðieftirlitið í morgun [...] landsstýrismaðurin, at hann enn ikki hevði tikið støðu til, hvar tey 6.600 tonsini skulu plaserast. Tað vóru tó greiðar ábendingar um, at tey skipini, ið onga aðru kvotu hava, fara at fáa gleði av teimum [...] 600 tonsunum. Landsstýrismaðurin greiðir frá, at avgerðin um at hava eina felagskvotu sum í hesum førinum var tikin í samráð við vinnuna. Avgjørt varð at seta 6.600 tons til landsstýrismannin av ráða yvir
fulla semju at taka undir við ætlanum at nýta hetta framúr náttúruvakra økið til skotvenjingar og samtykti einmælt at kunngera hesa niðurstøðu: Vit halda: ? at tað er bæði rætt og rímuligt at eitt tílíkt [...] ítróttarøki. Orsøkin til at málið hevur slíkan bráðskund, verður sagt í áheitanini, at tað er nú so gamalt, at tað má setast í verk, áðrenn tað fyrnast og áðrenn mótmæli fara at koma móti avgerðini. Eftir [...] loyvi verður givið við hesum treytum ?at allar greinir av skotvenjingum skulu vera umboðaðar og ?at skotkappingar verða havdar innan allar greinir á hvørjum ári ?at skjóta rygg verður høvuðsskotgreinin
søgdu serfrøðingar á oljumarknaðinum, at vandin fyri atsóknum kann fáa oljuprísin at hækka nógv. Teir halda kortini, at hendir einki óvanligt hesa vikuna, fer prísurin at halda sær á verandi støði. Men amerikanska [...] harvið heimsbúskapin. Marknaðarserfrøðingar siga, at oljumarknaðurin er longu ógvuliga strongdur orsakað av amerikansku álopshóttanini, og at eitt álop fer at senda prísin upp ígjøgnum. Ein av teimum fremstu [...] heimin um at vera á varðhaldi í dag, nú eitt ár er liðið síðani yvirgangsatsóknirnar í New York og Washington. Í USA hava myndugleikarnir tikið fleiri stig, sum skulu forða yvirgangsmonnum at gera vart
Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum heldur ikki, at tey brekaðu á bústovnunum eru so illa fyri, tá tað snýr seg um flutning. -Eg dugi ikki at síggja, at vit skulu brúka fleiri milliónir upp á eina busspark [...] týdningarmiklari, at øll fáa eitt pláss at búgva, áðrenn vit fara at hugsa um flutning, sigur Páll á Reynatúgvu. -Og hyggja vit eftir, so er tað ikki heilt illa statt við flutningi. Teir einstøku bústovnarnir [...] búplássini er ikki hægsta raðfestingin hjá mær akkurát nú. Og serforsorgin metir heldur ikki, at tað er ráðiligt at játta pening til busskeyp við verandi játtan, sigur Páll á Reynatúgvu. -Talan er um fleiri
borgarstjóri í Vági, sigur, at projekteringin verður liðug um ársskiftið. Síðani skal arbeiðið bjóðast út, so tað verður neyvan, fyrrenn næsta ár, at farast kann undir sjálvt arbeiðið at gera havnina. Talan er [...] er um eina vinnu- og samferðsluhavn, sum er mett at kosta 36 milliónir og Jógvan Krosslá sigur, at tað er umráðandi at hon verður gjørd. Skipini, sum sigla til Vágs í samband við ta vinnuliga virksemið [...] eru eisini gjørdar við teirri fortreyt, at djúphavnin verður gjørd. Harumframt er tað neyðugt at byggja havnina út, skal nýggja suðuroyarskipið kunna leggja at. Tá ið djúphavnin er gjørd, verður dýpið