SVARTKJAFTUR
Øll veiða eftir svartkjafti hjá føroyskum skipum er steðgað. Øll skip, ið royna eftir svartkjafti, hava fingið greitt at vita, at nú er liðugt við at royna eftir svartkjafti.
Mánamorgunin kom soljóðandi fráboðan frá Fiskiveiðieftirlitinum:
"Sagt verður frá, at Fiskiveiðieftirlitið í morgun, hevur steðgað føroyskum fiskiskapi eftir
svartkjafti.
Sambært § 1 í kunngerð nr. 81/2002 var felagskvotan 193.400 tons. Skrásett eru 193.440 tons.
Tí hava skipini fingið boð at steðga fiskiskapinum í stundini."
Avgerð takast
Sum nevnt er talan um eina felagskvotu aljóðandi 193.400 tons. Samlaða kvotan er 200.000 tons. Tey írestandi 6.600 tonsini ræður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, yvir.
Tá vit ringdu til hansara týsmorgunin, segði landsstýrismaðurin, at hann enn ikki hevði tikið støðu til, hvar tey 6.600 tonsini skulu plaserast. Tað vóru tó greiðar ábendingar um, at tey skipini, ið onga aðru kvotu hava, fara at fáa gleði av teimum 6.600 tonsunum.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at avgerðin um at hava eina felagskvotu sum í hesum førinum var tikin í samráð við vinnuna. Avgjørt varð at seta 6.600 tons til landsstýrismannin av ráða yvir.
?Nú hendi tað, sum vit ikki roknaðu við, sigur Jørgen Niclasen.
Landssstýrismaðurin ger greitt, at skipanin ikki verður soleiðis sum nú komandi ár.