Ungdómurin í fokus

Nýggi leiðarin í Margarinfabrikkini, Bogi Andreasen, ætlar í vetur at skipa fyri eini røð av fyrilestrum fyri ung og onnur áhugaði. Fyrsti fyrilesturin var mánakvøldið um evnið, sjálvsvirðing. Næsti fyrilesturin verður um ein mánað, og tá verður evnið, happing

Tað var Jóhanna Andreasen, ið helt fyrilestur í Margarinfabrikkini mánakvøldið. Aftrat útbúgvingini sum sjúkrarøktarfrøðingur, hevur hon eisini útbúgvið seg innan sálarviðgerð.
                Fyrilesturin var tann fyrsti í ein røð, sum ætlanin er at halda í Margarinfabrikkini í vetur.
                Við sínum róliga og greiða máta at lýsa evnið, eydnaðis Jóhonnu at fanga áhugan fult og heilt hjá sjálvt teimum yngstu áhoyrarunum.
                Hon vísti teimum á, hvussu sjálvsvirðingin er bundin at hugsanum  okkarar um okkum sjálvi.
                Eisini greiddi hon frá, hvussu tú kanst venda hugsanum um teg sjálvan, soleiðis at sjálvsvirðingin gerst betur.
                Jóhanna sigur, at sjálvsvirðingin er av sera stóra týdningi fyri lívið hjá tí einstaka.
-         Er sjálvsvirðingin lítil, sæst tað aftur á øllum økjum í lívinum,
sigur hon.
 
Margarinfabrikkin fyri øll
 
Um 50 fólk, í øllum aldursbólkum, vóru og lurtaðu eftir Jóhonnu mánakvøldið.
                Nýggi leiðarin í Margarinfabrikkini, Bogi Andreasen, sigur við Sosialin, at hann ætlar at seta ungdómin í fokus á ein positivan hátt.
                Eitt av tiltøkunum, sum Margarinfabrikkin fer at bjóða vetrarmánaðarnar, verður fyrilestrar um ymisk sera viðkomandi evni.
                Um ein mánaða ella so, verður happing á skránni í Margarinfabrikkini.
                Hvør fer at halda tann fyrilesturin, er ikki heilt greitt enn. Men Angela Petersen, sum flestu kenna frá barnaarbeiði hennara, fer at greiða frá, hvussu tað kenst at verða happað.