Djúphavnin í Vági projekterast í ár

Tað verður ikki, fyrrenn tíðliga næsta ár, at farast kann undir sjálvt arbeiðið

Djúphanvn

Nú verður farið undir at projektera ætlaðu djúphavnina í Vági.
Løgtingið hevur játtað 500.000 krónur til projekteringina , so tað verður nú, at farið verður undir arbeiðið.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at projekteringin verður liðug um ársskiftið. Síðani skal arbeiðið bjóðast út, so tað verður neyvan, fyrrenn næsta ár, at farast kann undir sjálvt arbeiðið at gera havnina.
Talan er um eina vinnu- og samferðsluhavn, sum er mett at kosta 36 milliónir og Jógvan Krosslá sigur, at tað er umráðandi at hon verður gjørd.
Skipini, sum sigla til Vágs í samband við ta vinnuliga virksemið, sum er, fáa illa brúkt havnina, tí hon er ov grunn, sum er.
Tær vinnuligu útbyggingarnar, sum er gjørdar í Vági, eru eisini gjørdar við teirri fortreyt, at djúphavnin verður gjørd.
Harumframt er tað neyðugt at byggja havnina út, skal nýggja suðuroyarskipið kunna leggja at.
Tá ið djúphavnin er gjørd, verður dýpið 10 metrar. Samstundis fáast 130 metrar av atløguplássið afturat teimum 190, sum eru nú.
Kommunan og Landið betala hvør sína helvt av tí, sum djúphavnin kostar og tað tekur umleið
hálvtannað ár at gera arbeiðið.
Tað hava ikki verið so nógv skip í Vági seinastu tíðina, men tað er nógv virksemið væntandi framyvir.