Útsetan
Sum nevnt í blaðnum í gjár, so verður heimferðin hjá HB úr Eysturríki heldur drúgvari, enn roknað varð við undan fráferðini. Ístaðin fyri at flúgva til úr Danmark, gjørdi HB av at ferðast við bussi, men ferðin gjørdist fimm tímar drúgvari, enn upplýst varð framman undan.
Avleiðingin av hesum verur eftir øllum at døma, at hópurin ikki er aftur í Føroyum fyrr ennn leygardagin, og tískil hava tey spurt seg fyri hjá NSÍ, um dysturin millum HB og NSÍ kann flytast frá sunnudegnum til týsdagin komandi.
Vit hava skilt úr Runavík, at har eru tey ikki serliga áhugað í at koma til Havnar mitt í viku at spæla, og hava tey tí givið noktandi svar.
Verður helst útsettur
Tískil hevur HB í morgun sent umbøn til kappingarnevndina hjá FSF, um at flyta dystin.
Tá vit hósmorgunin fingu orðið á kappingarstjóran hjá FSF, Børge B. Hansen, segði hann, at enn var endalig støða ikki tikin í málinum.
- Enn er ikki nøkur endalig avgerð tikin í málinum, men tað er ein veruleiki, at HB ongan møguleika hevur at vera í Føroyum fyrr enn seinnapartin leygardag, og tí er tað neyvan ítróttarliga forsvarligt, um dysturin verður leiktur longu sunnudagin.
Sostatt er líkt til, at dysturin millum HB og NSÍ verður fluttur frá sunnudegnum til týsdagin komandi.