Ár: 2002
Dagur: miðvikudagur 9. oktober
Eftir áheitan frá:
Tórshavnar Kommunu
Friðingarnevndini fyri
Streymoyar Sýslu og
Yvirfriðingarnevndini
varð í skundi boðað til fundar í umboðsmannaráðnum í dag kl. 14.00.
Evni: Góðkenning av ætlan fyri økið í Sandvíkum norðan fyri Hvítanes til ítróttarøki.
Orsøkin til at málið hevur slíkan bráðskund, verður sagt í áheitanini, at tað er nú so gamalt, at tað má setast í verk, áðrenn tað fyrnast og áðrenn mótmæli fara at koma móti avgerðini.
Eftir neyvari gjøgnumgongd og viðgerð av málinum kom umboðsmannafundurin til fulla semju at taka undir við ætlanum at nýta hetta framúr náttúruvakra økið til skotvenjingar og samtykti einmælt at kunngera hesa niðurstøðu:
Vit halda:
? at tað er bæði rætt og rímuligt at eitt tílíkt loyvi verður givið við hesum treytum
?at allar greinir av skotvenjingum skulu vera umboðaðar og
?at skotkappingar verða havdar innan allar greinir á hvørjum ári
?at skjóta rygg verður høvuðsskotgreinin umframt
?skímaskot
?alduskot
?síðuskot
?innskot
?undirskot
?yvirskot
?uppskot
?áskot
?fráskot
?útskot
?tilskot
?heksaskot og
?verða hesar treytir ikki uppfyltar, so verður góðkenningin tikin aftur og hon kann ikki verða endurnýggjað og
?henda avgerð kann ikki verða skotin inn fyri hægri rætt.
Við hávirðing
R. í Holu
Landsforseti
Erling S, skrivari










