Vestara bryggja steingjast fyri ferðslu

Trongligt er á vestaru kai í Klaksvík. Tí skulu ørindaleysir førarar í framtíðini halda seg burtur haðani

 

KLAKSVÍK: Tekniska nevnd hjá Klaksvíkar býráð hevur umrøtt ferðsluviðurskifti á vestaru kai. Fyritøkurnar á staðnum hava leingi havt trupulleikar við nógvari ferðslu, sum ikki hevur nøkur ørindi á økinum.

Sera trongligt er á bryggjuni, og nógv tung ferðsla er eisini har hvønn dag. Tí er tað til stóran ampa, tá fleiri óviðkomandi fólk leita sær oman á hetta økið.

Hetta skal steðgast. Tí hevur tekniska nevnd mælt til at seta avmarkingar, so at bara fólk við arbeiðsørindum sleppa at ferðast har framyvir. Hetta skal gerast við at seta skelti upp, sum siga frá, at her er bara arbeiðskoyring loyvd.

Karl Heri Joensen, formaður í teknisku nevnd, sigur, at hetta skal gerast í samráð við fyritøkurnar, sum halda til har, og at tær skulu vera við at taka avgerð um, hvar hesi skeltini skulu vera.

Nevndin hevði hugsað sær, at tað eina skelti var við omankoyringina beint norðanfyri Trol- og Snørisvirki. Hitt skuldi vera við virkið hjá Anthonius, so at óviðkomandi ferðsla ikki slapp at koyra norðanfyri frystivirkið. Tá hesi skelti eru sett upp, er tað ólógligt at koyra á hesum økinum, uttan tú hevur ávís ørindi. Løgreglan kann geva bót fyri slíka koying.

Býráðið skal taka støðu í hesum málinum á fundi í hesi vikuni, og tað verður helst sett í verk beinanvegin.