Hetlendskir fiskimenn eru enn einaferð í øðini inn á føroyingar. Hesaferð er keldan til teirra ónøgd trolarin Jupiter, sum í síðstu viku landaði í danska býnum Skagen. Shetland News skrivar, at tá føroyski [...] føroysku atgongdini til ES-sjógv og endurskoða núverandi avtalu, segði formaður. - Tað er enn rímiliga stór ónøgd í Hetlandi og aðrastaðni í Skotlandi yvir mongdina av makreli, ið føroyingar kunnu veiða. Men [...] var makrelur. Talan er um seinasta part í stríðnum millum hetlendskar og føroyskar fiskimenn. Fyri hálvumøðrum ári síðani legði skotska sjóverjan hald á Christian í Grótinum, ið varð ákært fyri brot á lóggávuna
uttanlands í fleiri ár. Gunnar byrjar í starvi sínum 1. september í ár, og longu í vikuni hevur hann heilsað uppá og verið saman við norðurlendsku starvsfeløgum sínum. Føroyska Bíbliufelagið skipaði í vikuni [...] Stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum setti týsdagin Gunnar K. Nattestad í starv sum aðalskrivara í felagnum. Ásbjørn Jacobsen, sum var aðalskrivari, gavst í mai, og síðan hevur verið arbeitt við at finna skrivara [...] skrivara í hansara stað. Gunnar K. Nattestad er 45 ára gamal, er uppvaksin í Miðvági og býr í Sandavági. Konan eitur Helga Nordendal og hava tey 4 børn. Gunnar er útbúgvin Cand. Merc í International Business
Meginfelag Føroyskra Studenta hevði hóskvøldið aðalfund í Reinsarínum í Havn. Á aðalfundinum vóru ellivu fólk vald í nýggja ráðið hjá MFS, har fimm av teimum vóru nývald. Fundurin byrjaði við at virkandi [...] Apol, at greiða frá teirra tíð í MFS og hvønn týdning MFS hevði havt fyri tær persónliga, bæði undir og eftir lesnað. Eisini spældi Høgni Lisberg nøkur løg. Nýggja ráðið í MFS, sum savnaðist eftir fundin [...] fyri føroyska lestrarstuðulin. At virka fyri at fleiri lestrarstørv verða í Føroyum. At tað skulu koma fleiri lestraríbúðir í Føroyum. At gera tað lættari hjá føroyskum útisetum at skráseta seg til løgtingsval
Í oddagreinini í nýggjastu útgávuni av Mið & Magn, sum feløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út í felag, skrivar Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, at "vinnan [...] sín part í stórapott til raksturin av samfelagnum, tá tað gongur væl hjá vinnuni, er í lagi og er væl í samsvar við sonevnda skandinaviska modellið, ið vit meta okkum vera partur av. Formaðurin í Maskin [...] ndlunum í samband við Asbjørn Senior er eitt gott dømi um, at søla av loyvum millum reiðarí ella millum skip als ikki skal verða loyvd. Páll Hansen hevur, sum tað stendur undir oddagreinini í Mið & Magn
farið í gerðarættin enn, eitt nú, tí samráðingar síðani hava verið millum lønardeildina og feløgini. Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sigur við heimasíðu felagsins í dag [...] at feløgini hava roynt at fingið semju í lag um lønina við lønardeildina, men enn er ikki komið á mál enn. - Tí beina vit nú málið í gerðarættin, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag. [...] strandfaraskipunum er framvegis óloyst. Ósemja tók seg upp millum manningarfeløgini og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum stutt fyri jól, tí manningarfeløgini noktaðu limum sínum at sigla jóladag, tí eingin
nøkur semja í Sambandsflokkinum, um hvussu tey trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu skipast. Løgmaður vil hava eina felags leiðslu, meðan Bjørn Kalsø sigur kortanei. Nú tekur býráðspolitikkarin í Havnini, Anfinn [...] eiðslu, skrivar hann í lesarabrævi í dag, har hann leggir politisku leiðsluna undir at yvirtulka sín leiklut og at fremja yvirstýring, orsaka av lokalum seráhugamálum. - Taparin í hesum politiska spælinum [...] rligur stjóri heldur enn landsstýrismaður, har hann millum annað blandar seg í, hvørji viðgerðarøki skulu liggja hvar. - Í og við, at Karsten kemur úr Norðoyggjum, so virkar hann eisini sum fyrisitingarligur
lá á botninum í svimjihylinum Ægir boðar frá í tíðindaskrivi, at tað var neyðugt at endurskoða trygdina í svimjihylinum í Klaksvík eftir at ein sjey ára gamal drongur var um at drukna í Klaksvík. Tá ið [...] Hetta sigur okkum, at vit taka trygdina í álvara hjá Ægi. Eg ætli mær at tosa við leiðaran í Svimjihøllini í Klaksvík, har vit í felag, kunnu fáa praktisku manglarnar í rættlag skjótast gjørligt, sigur Símun [...] ið umstøðurnar í Klaksvíkar Svimjihøll vóru kannaðar nærri, ásannað Símun á Høvdanum, formaður í Ægir, at har vóru fleiri manglar. - Svimjihøllin var slett ikki uppmerkt. Skeltir og annað manglaði, ein
teir hava verið hildnir, og fundurin í Klaksvík snúði seg um fiskivinnu, nádd mál í býráðspolitikkinum og støðuna í Norðuroyggjum sum heild. Petur í Gong, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, sigur, [...] Góða arbeiðslagið í samgonguni í Klaksvíkar býráði merkist aftur, og bjartskygni og árræði merktu umboð floksins í býráðnum, Óluvu Klettskarð, Jóhann Lützen og Steinbjørn Jacobsen. Petur í Gong vísir á, at [...] aðalstjórnarfundir kring landið. 2014 hevur ikki verið nakað undantak, og mánakvøldið í vikuni varð fundur settur í Miðstovuni úti í Klaksvík. Fundirnir kring landið hava fyri Tjóðveldi verið eitt gylt høvi at
Klaksvík í morgin: Standandi frá vinstru eru tey Magnus Hansen, Oddur Joensen, Jona Elisa Rasmussen, Marið í Heimistovu, Dánjal K. Thomsen og ytst høgrumegin, Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn [...] fult í tráð við tað, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt í Barna- og Ungdómsvirðunum, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður. Her eru níggju av teimum ungu, sum fara at manna ungdómsbýráðið í Klaksvík [...] ormaður, á heimasíðu kommununnar. Tað eru tíggju ung fólk sum ery vald í ungdómsbýraðið. Fyrst fer ungdómsbýraðið at skipa seg í tvær nevndir, avikavist trivnaðar- og mentanarnevnd og tekniska nevnd, áðrenn
ein nýggja flokk. Boðskapurin skal út, og tað kostar, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Tað var í grein her á in.fo í gjárkvøldið, at ein greining vísti, at tað er sera ymiskt, hvussu politisku [...] Javnaðarflokkurin er nógv ríkastur – Framsókn er fátækastur Poul Michelsen skrivar í viðmerking til greinina á in.fo í gjár, at hann roknar ikki við – ella vónar ikki, at nakar rekur eitt politiskt arbeiðið