Framsókn verður skuldarfrítt í ár

– Tað kostar at stovna ein nýggja flokk. Boðskapurin skal út, og tað kostar, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

– Tað kostar at stovna ein nýggja flokk. Boðskapurin skal út, og tað kostar, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

 

Tað var í grein her á in.fo í gjárkvøldið, at ein greining vísti, at tað er sera ymiskt, hvussu politisku flokkarnir eru fyri fíggjarliga. Javnaðarflokkurin er so nógv tann ríkasti, meðan Framsókn er tann fátækasti, um hugt verður eftir seinastu roknskapunum, sum eru frá 2012.

 

Les eisini: Javnaðarflokkurin er nógv ríkastur – Framsókn er fátækastur

 

Poul Michelsen skrivar í viðmerking til greinina á in.fo í gjár, at hann roknar ikki við – ella vónar ikki, at nakar rekur eitt politiskt arbeiðið ella ein politiskan flokk við vinningi fyri eyga.

 

– Tað er dýrt at stovna ein nýggjan flokk, og skal boðskapurin hjá einum nýggjum flokki koma út – og tað er hann – so kostar tað. Tó haldi eg, at vit búskaparliga eru komin væl burturúr stovnanini, sigur hann.

 

Poul Michelsen sigur, at nettoskuldin hjá Framsókn til bankan og kreditorar nú er góðar 300.000 krónur.

 

– Tá árið 2014 er av, er Framsókn skuldarfrítt, og vit kunnu byrja at savna pening inn til komandi valstríð, sigur Poul Michelsen, sum kortini vónar, at valið kemur fyrr enn ætlað.

 

Hann sigur eisini, at limatalið og áhugin fyri Framsókn veksur alsamt og lovar tí, at Framsókn verður virkið og sjónligt til eitt komandi valstríð - nær tað so enn kemur.