Ósemjan um lønina fyri at sigla halgidagar við strandfaraskipunum er framvegis óloyst.
Ósemja tók seg upp millum manningarfeløgini og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum stutt fyri jól, tí manningarfeløgini noktaðu limum sínum at sigla jóladag, tí eingin semja var um lønina fyri siglingina.
Manningarfeløgini kravdu at fáa 100 prosent yvritíðarsamsýning fyri fullan arbeiðsdag, men tað vildi lønardeildin ikki.
Málið um arbeiðssteðgin varð beint í gerðarrættin, sum gjørdi av, at arbeiðið kundi ikki leggjast niður, men avgerðin hjá gerðarættinum segði einki um, hvørja samsýning starvsfólkini skulu hava.
Guðrið Joensen, gerðarrættardómari, segði tó, at partarnir kunnu senda spurningin um yvirtíðarsamsýningina til gerðarættin sum tulkingarmál.
Manningarfeløgini hava boðað frá, at tað ætla tey sær at gera. Men, málið er ikki farið í gerðarættin enn, eitt nú, tí samráðingar síðani hava verið millum lønardeildina og feløgini.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sigur við heimasíðu felagsins í dag, at úrskurðurin hjá gerðarættinum kann verða ein vansi fyri manningarfeløgini í sáttmálasamráðingum, sum verða næsta ár.
- Vansin er, um gerðarætturin staðfestir, at starvsfólkini hjá Strandferðsluni ikki eiga at fáa 100 prosent yvirtíðarsamsýning fyri fullan arbeiðsdag halgidagar, sigur formaðurin.
Annfinnur Garðalíð leggur aftrat, at feløgini hava roynt at fingið semju í lag um lønina við lønardeildina, men enn er ikki komið á mál enn.
- Tí beina vit nú málið í gerðarættin, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.