Hetlendingar aftur í øðini inn á føroyingar

- Tosa um at geva lítlafingur og missa hondina. Tey hava tikið hondina og allan armin við.

Hetlendskir fiskimenn eru enn einaferð í øðini inn á føroyingar. Hesaferð er keldan til teirra ónøgd trolarin Jupiter, sum í síðstu viku landaði í danska býnum Skagen.


Shetland News skrivar, at tá føroyski trolarin landaði sína svartkjaftaveiðu, var hjáveiðan av makreli alt ov stór. Sambært blaðnum, so upplýsti skiparin, at hjáveiðan var fimm prosent, men hetlendingar vilja vera við, at royndir vístu, at 20 prosent av veiðini hjá Jupiter var makrelur.


Talan er um seinasta part í stríðnum millum hetlendskar og føroyskar fiskimenn. Fyri hálvumøðrum ári síðani legði skotska sjóverjan hald á Christian í Grótinum, ið varð ákært fyri brot á lóggávuna um viðgerð av fiski umborð. Eingin dómur er feldur í tí málinum enn.


Formaðurin í hetlendska fiskimannafelagnum, Simon Collins, sigur við blaðið, at skotskir myndugleikar mugu umhugsa avtaluna við føroyingar.


- Bretsku og skotsku stjórnirnar og ES mugu alt fyri eitt steðga føroysku atgongdini til ES-sjógv og endurskoða núverandi avtalu, segði formaður.


- Tað er enn rímiliga stór ónøgd í Hetlandi og aðrastaðni í Skotlandi yvir mongdina av makreli, ið føroyingar kunnu veiða. Men nú tykist, at sjálvt hetta ikki er nokk, men at teirra fiskifør tykjast at krógva hvat teir fiska vestanfyri Hetland. Tosa um at geva lítlafingur og missa hondina. Tey hava tikið hondina og allan armin við. Hetta má steðga. Vit ynskja eina rættvísa og væl stýrda fiskivinnu, sigur formaðurin í hetlendska fiskimannafelagnum.