- Vinnan má eisini lata í stórapott

- Hetta er í samsvar við sonevnda skandi­naviska modellið, ið vit meta okkum at vera partur av, sigur Páll Hansen.

Í oddagreinini í nýggjastu útgávuni av Mið & Magn, sum feløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út í felag, skrivar Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, at "vinnan má eisini lata í stórapott…"

 

- Tilfeingisgjald, tilfeingisskattur ella uppboðssøla. Politiska togtoganin snýr seg ikki longur, um fiskiflotin skal rinda fyri síni framíhjárættindi at fiska, men um, hvussu pengarnir skulu takast inn.

 

Páll Hansen vísir á, at nýggja landsstýrið hevur gjørt greitt, at fiskirættindi frameftir ikki skulu latast fyri einki, eins og landsstýrið eisini ætlar at steðga privatari sølu av rættindum.

 

- At høvuðsvinnur rinda sín part í stórapott til raksturin av samfelagnum, tá tað gongur væl hjá vinnuni, er í lagi og er væl í samsvar við sonevnda skandi­naviska modellið, ið vit meta okkum vera partur av.

 

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur, at við skynsamari tilgongd skuldi tað heldur ikki elvt til trupulleikar her hjá okkum at farið verður burtur frá privatum handlum av loyvum.

 

- Hetta fer heldur at styrkja vinnuna enn tað øvuta. Vavgreyturin við øllum proformahandlunum í samband við Asbjørn Senior er eitt gott dømi um, at søla av loyvum millum reiðarí ella mill­um skip als ikki skal verða loyvd.

 

Páll Hansen hevur, sum tað stendur undir oddagreinini í Mið & Magn, skrivað hesar reglur vegna bæði Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara­-og Navigatørfelag.