Trygdin ikki í lagi

Formaðurin í Ægi vísir á, at har eru manglar í Klaksvíkar Svimjihøll í kjalarvørrinum av dronginum sum fór til botns í svimjihylinum.

Eftir dramatisku hendingina í Klaksvíkar Svimjihøll herfyri, hava 28 fólk verið til lívbjargingarroyndina, har øll hava verið ígjøgnum teknisku royndina og tey flestu hava verið ígjøgnum praktisku bjargingarroyndina í hylinum og á kantinum.

 

Les eisini: Hannis lá á botninum í svimjihylinum

 

Ægir boðar frá í tíðindaskrivi, at tað var neyðugt at endurskoða trygdina í svimjihylinum í Klaksvík eftir at ein sjey ára gamal drongur var um at drukna í Klaksvík.

 

Tá ið umstøðurnar í Klaksvíkar Svimjihøll vóru kannaðar nærri, ásannað Símun á Høvdanum, formaður í Ægir, at har vóru fleiri manglar.

 

- Svimjihøllin var slett ikki uppmerkt. Skeltir og annað manglaði, ein neyhurð var og fleiri hurðar við vóru stongdar og ongin ítøkilig bjargingarætlan var at finna, sum vísti hvussu tann neyðstaddi skuldi flytast. Hetta má fáast uppá pláss skjótast gjørligt, helst ídag, sum ein annan dag, sigur Símun. 

 

Sambært formanninum í Ægi, so kunnu hesir manglarnir skjótt komast til lívs, og fyrsta stigi var at fáa lívbjargingartænastuna í rætt lag. Ægir tók sostatt stig til at fáa fólkini, sum eru knýtt at svimjihøllini á skeið um lívbjarging, sum hava verið seinastu tvey mikukvøldini.

 

- Sjálvur eri eg stak væl nøgdir við undirtøkuna. Hetta sigur okkum, at vit taka trygdina í álvara hjá Ægi. Eg ætli mær at tosa við leiðaran í Svimjihøllini í Klaksvík, har vit í felag, kunnu fáa praktisku manglarnar í rættlag skjótast gjørligt, sigur Símun á Høvdanum.