Tjóðveldi hevur seinastu árini havt aðalstjórnarfundir kring landið. 2014 hevur ikki verið nakað undantak, og mánakvøldið í vikuni varð fundur settur í Miðstovuni úti í Klaksvík.
Fundirnir kring landið hava fyri Tjóðveldi verið eitt gylt høvi at koma á tal við nevndarlimir, býráðs- og bygdaráðslimir umframt veljarar annars.
Fundirnir hava verið merktir av, hvar teir hava verið hildnir, og fundurin í Klaksvík snúði seg um fiskivinnu, nádd mál í býráðspolitikkinum og støðuna í Norðuroyggjum sum heild.
Petur í Gong, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, sigur, at breið semja var á aðalstjórnarfundinum í Klaksvík um, at tjóðveldisumboðan úr Norðuroyggjum á tingi er ongantíð so neyðug sum nú.
- Sjálvsstýrisstríðið hevur í stóran mun verið virkið í Klaksvík og Norðoyggjum, og norðoyingar hava søguliga sligið manngarð um tjóðveldsihugsjónina, og tann støðan skal endurvinnast.
Hann sigur, at býráðsumboðini høvdu áhugvaverdar framløgur um úrslit og ætlanir.
- Góða arbeiðslagið í samgonguni í Klaksvíkar býráði merkist aftur, og bjartskygni og árræði merktu umboð floksins í býráðnum, Óluvu Klettskarð, Jóhann Lützen og Steinbjørn Jacobsen.
Petur í Gong vísir á, at framgongdin er sjónlig í vinnulívi, skúla og útbúgving, trivnaðinum hjá øllum borgarum, eldarøkinum, bussleið og nýbygging.
- Tað grør um gangandi fót við í býráðssamgonguni í Klaksvík, leggur hann aftrat.
Aðalstjórnarfundurin í Klaksvík var seinasti í ár, og næsti fundur verður í Sandoynni 19. januar 2015.