Mistaki lærur ein av, og undantak, sum orðið eisini sigur, er nakað, sum víkir frá vanligari mannagongd. Tórshavnar Kommuna sær ikki út til at hava lært av ?mistøkum? sínum, tí tað sum nýliga varð gjørt [...] framtíðini. ? Hetta er bæði kom-iskt og tragiskt. Onkur vil kanska vera við, at tað júst er tað tragiska og tað komiska, sum gera lívið so dýrabært. Gaman í, lívið hevði kanska verið keðiligt uttan. Men mark [...] verður løntur? Tað er komiskt ella tragiskt, alt eftur hvørji eyguni eru, sum síggja, at talan ikki er um ein Hollywood film. Um so var, hevði Tórshavnar Kommuna heilt víst verið tann stóri ?Oscar?-slúkarin
men tað er bara tí, at tey hava fingið loyvi at standa órøkt so leingi. Tað ber eisini til at taka hús spakuliga niður við onki at gera við tey??.. Og so er tað, at eg ikki kann lata vera at spyrja hví [...] definitiónin, so skilji eg betur, at man her í Havn gongur beint ímóti rákinum, sum seinastu nógvu ártíggjuni hevur verið í øllum stórum býum. Nevniliga at royna at varðveita so nógv sum møguligt av elstu [...] Thomas Dam, tey bæði, sum stóðu har nýggi Sparikassin nú er, Radiohandilin (alt í lagi, hann brendi...), og so seint sum nú fyri einum ári síðani, bæði tey húsini í Tórsgøtu, sum stóðu har parkeringsplássið
Føroyum ikki hava so lætt við at fáa hendur á grønmeti. So er tað seyðurin, fuglur, fiskur, grind og at føroyingar eru serligani tilvitaðir og stoltir av teirra mati, so hon vil royna ein ?Føroyskan borðisk [...] bert at Týskland er so risastórt, at langt frá øll vita hvat hendir. Serliga innflytarar sum hesin hýruvognsførarin eru púra óvitandi um støðuna í Týsklandi, men vita helst alt sum Al Jazera ella arabiskar [...] meg at tosa við fólk um Skotland og Føroyar. Ein eldir maður tók til at tað var óluksáliga vánaligt ikki at vinna á Skotlandi, ein stór skom. Fólk eru sum heild sera kløkk, tá tey møta einum føroyingi
á hesum økinum, so tað er greitt, at markið er ein týðandi varði í menningini av umráðinum. Enn ein týðandi varði verða so treytir og umstøður í sambandi við fyrstu útbjóðingina, sum vit rokna við verður [...] funnin olja. Hetta økið kann sum er sjálvandi ikki samanberast við Norðsjógvin, og taka vit t.d. Vesturafrika, so er tað komið væl longur enn Føroyar, hóast tað verður mett sum eitt frontierøki. -Har eru [...] hann metir tað sum ein veikleika fyri fyrstu føroysku útbjóðingina, at ein bretsk útbjóðing í Hvíta økinum kemur væl fyrr! -Avgjørt ikki. Øll feløgini hava evaluerað alt tað Hvíta økið sum var tað eitt og
hoyrist ein farri av jamaikanskari ávirkan í hansara enska. Hann sigur seg vera bilsnan av, at tað er so nógvur tónleikur til í Føroyum. -Tað er ótrúligt at tað skula vera so nógv orkestur í einum so lítlum [...] hevur fingið í Føroyum. -Vit vóna bara, at veðrið verður gott, tí annars kann tað gerðast ein keðilig konsert hjá okkum, sigur hann. Raymond Eubanks er føddur á Jamaika. Pápi hansara er haðani, og mamman er [...] teldu síni. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakað at reypa av, tí tað ger tað nærum ógjøligt at byrja ein nýggjan bólk. Allir sangirnir, sum ein ger, verða lagdir út á alnótina, og tónleikararnir
hetta, so er tað ikki tað skrásetta parlag, ið fyrst og fremst hevur fingið Álv Kirke at fara undir at savna undirskriftir. ?Samkynd parlag er ikki tað ringasta. Tað er ein bivirkningur sum so nógv annað [...] Spurningurin er so bara, hvat virði ein sovorðnar undirskriftir hava. Eyðfinn Jacobsen, advokatur hjá Faroe Law, sigur, at tílíkar undirskriftir er meiningavísandi í demokratinum. Fòlk kunnu sum einki skrivað [...] samfelag, sum byggir á humanismu ? ístaðin fyri á kristnu siðalæruna. Valið stendur millum Bíbliuna og modernaðan heiðinskap, sum verður kallaður humanisma!, stendur at lesa í áheitanini, sum fylgir við
At nøkur, sum eru egnað, ikki sleppa inn, er ikki ein so stórur trupulleiki, sum fólk vilja blása tað upp til at vera, sigur hann. Við at hyggja at umsóknunum frá 2002, tá 912 umsóknir um miðnámsútbúgving [...] spurningin, um hetta kann metast at vera í tráð við visiónina hjá landsstýrinum, um at Føroyar skulu vera heimsins fremsta tjóð í 2015, svarar Jógvan á Lakjuni, at man sjálvandi altíð kann diskutera, um ikki [...] tað hvørt ár eru næmingar, sum eru egnaðir, men sum ikki sleppa inn í fyrstu atløgu vegna plásstrot. Men fráfallið er altíð so stórt fyrstu mánaðirnar í skúlaárinum, at teir flestu umsøkjararnir plaga
at vit hava havt eina lóg, sum vit hava bygt bæði okkara løgting og okkara landsstýri á síðani 1948. So kann ein tjakast um, antin ein er fyri henni ella ímóti. Men hon er so galdandi til nakað annað er [...] avtalu við donsku stjórnina í 1992, sum er galdandi fult út. Tað er tí als eingin ivi um, at tað eru føroyskir myndugleikar, sum hava bæði lóggávu- og ábyrgdarøkið og alt sum hartil hoyrir sigur Anfinn Kallsberg [...] Kallsberg, løgmaður í viðmerking til mongu søgurnar, sum hava gingið í seinastuni í fjølmiðlunum um avtaluna, sum varð gjørd millum Føroyar og Danmark í 1992 um ráevni í undirgrundini. -Alt heldur uppat,
Aftur her heldur Jóannes, at vit eiga at vera á varhaldi og meta hvørja fyritøku sær. Hann vísir á, at Føroya Tele, sum hevur ein stóran íløgutørv fyri framman, so hevði tað óivað verið kærkomið við eitt [...] kapitali og útlendskari servitan. Hinvegin so er talan um ein heilt annan spurning hvat viðvíkur eitt nú JFK, sum norrmenn jú hava stóran áhuga fyri, og hetta kann merkja beinleiðis tap fyri føroyska samfelagið [...] svart/hvítt, men ein prosess, sum má takast upp í hvørjum einstøkum føri, sigur Jóannes Eidesgaard, nú eitt aðalorðaskifti á tingi um sama evni stendur á skránni. Javnaðarflokkurin er kendur sum tann konservativi
in hevur víst ein sera góðan vilja til at fremja broytingar á sjálvstýrisleið, so hevur fullveldisætlanin hjá samgonguni ongantíð verið politikkurin hjá flokkinum. Tað kann tí ikki vera talan um, at vit [...] fingið so ilt av støðu javnaðarfloksins, nú flokkurin ynskir at røkka á sjálvstýrisleið við einum øðrum leisti enn tann, sum samgongan uttan javnaðarflokkin hevur valt. -Tað kann væl ikki vera nøkur brotsgerð [...] landsstýrið. Ein orsøkin til, at samgonguflokkarnir valdu at halda javnaðarflokkin uttan fyri var tann, at teir mettu ikki, at javnaðarflokkurin vildi ganga so langt sum teir, og harvið hava teir so heldur ikki