?Same procedure ?? á barnaansingarøkinum

Ein tragikomisk endursending:

Aftur í ár hevur nógv rok verið um mannagongdina, Tórshavnar Kommuna hevur valt í sambandi við fráboðanir um stovnspláss.

 

Foreldrafelagið



Ein tragikomisk endursending

Aftur í ár hevur nógv rok verið um mannagongdina, Tórshavnar Kommuna hevur valt í sambandi við fráboðanir um stovnspláss.

Fyri okkum, sum eygleiða, og eisini minnast eitt ár ella meira aftur í tíðina, minnir hetta ikki heilt sørt um hin kenda ?90 ára føðingardagin?, sum nýggjárskvøld á hvørjum ári verður sýndur í Sjónvarpinum. Orðini ?same procedure as last year?, renna einum í huga.

Men munur er á 90 ára føðingardegnum og ansingartrupulleikanum. Tað kann væl vera, at mannagongdin, sum Tórshavnar kommuna hevur valt í hesum máli, nærum er komisk. Harafturímóti eru afturvendandi trupulleikarnir, fyri barnafamiljurnar ikki komiskir, men tragiskir.

Tá tað frættist, at sama mannagongd varð fylgd í ár sum undanfarnu árini, mótmælti Foreldrafelagið beinanvegin, og vísti á væntandi opinleika. Samstundis hava nógv foreldur vent sær til kommununa fyri at frætta nærri. Síðani hava myndugleikarnir, bæði politikarar og umsiting, verið í øllum fjølmiðlunum, partvís fyri at senda svartaper víðari og partvís fyri at siga, at hetta fer at gerast betri í framtíðini. ? Hetta er bæði kom-iskt og tragiskt.

Onkur vil kanska vera við, at tað júst er tað tragiska og tað komiska, sum gera lívið so dýrabært. Gaman í, lívið hevði kanska verið keðiligt uttan. Men mark skal verða fyri, hvussu nógvan komikk og hvussu nógva tragediu neyðugt er við. Og í hesum førinum eru vit vorðin móð og troytt av at verða vitni til: ?Same procedure as last year?, óansæð um talan er um tragediu, komikk ella tragikomikk.


Fyrsta endursending

Komiskt hevur verið at frætt frá umsitingini, at talan er um eitt mistak og at tey ætla at broyta mannagongdina komandi ár. Men hetta er ikki rætt, tí eitt mistak er, tá ein fer skeivur uttan at vita tað; tá ein ætlar at gera eitt, men av óvart kemur at gera nakað annað. Í sovornum føri átti mistakið at verða rættað til næstu ferð. Men hetta er ikki hent enn.

Tragiskt er at staðfesta, at tað sum Tórshavnar Kommuna hevur gjørt í ár, er tað sama, kommunan hevur gjørt øll hini árini; væl vitandi, at hetta ørkymlar barnafamiljurnar. Barnafamiljurnar verða ikki bert tiknar av ræði, uttan at fáa innlit í mannagongd, tær fáa eisini at vita, at tær hava misskilt alt, at tær ikki skilja málið.

?Same procedure as last year?


Onnur endursending

Komiskt hevur verið at hoyrt samgongupolitikarar tosað í fjølmiðlunum um, at spurningurin nú skal loysast, at tað ikki er rætt, at foreldur kenna seg ótrygg við skipanina og at tað eigur at verða kannað beinanvegin, hvussu hetta skal kunna broytast.

Tragiskt er at eygleiða, hvussu barnafamiljurnar uttan møguleika fyri at ávirka gongdina, verða noyddar líða undir, at spurningurin ongantíð verður loystur. Hetta tí politikarar ikki virða rættindini hjá barnafamiljum til ansing.

?Same procedure as last year?


Triðja endursending

Komiskt hevur verið at hoyra andstøðupolitikarar tosa um opinleika og konkretar loysnir á hesum øki, serstakliga tá ein veit, at teir onga ávirkan hava á hetta mál.

Tragiskt er at hugsa um, at barnafamiljurnar mugu sita og ásanna, at júst somu politikarar áður hava sitið við róðrið uttan at gera nakað við spurningin.

?Same procedure as last year?


Hvør verður løntur?

Tað er komiskt ella tragiskt, alt eftur hvørji eyguni eru, sum síggja, at talan ikki er um ein Hollywood film. Um so var, hevði Tórshavnar Kommuna heilt víst verið tann stóri ?Oscar?-slúkarin til árligu ?Acadamy Award? stevnuna.

Umsitingin var farin avstað við einum Oscari fyri bestu instruktión, m.a. tí tað er eydnast teimum (enn einaferð) at billa okkum inn, at talan er um eina heilt nýggja ?genru?, nevnliga eitt mistak, ikki bara vanliga mannagongd.

Umsitingin var eisini farin avstað við einum Oscari fyri bestu klipping, m.a. tí at tað eydnast teimum at býta um høvd og hala við at siga, at tað eru foreldruni, og ikki kommunalu myndugleikarnir, sum einki skilja.

Samgongan var farin avstað við einum Oscari fyri besta mannliga høvðusleiklutin, m.a. tí at tað hevur eydnast at billa okkum inn, at nú er øðrvísi enn undanfarnu næstan 30 árini, og at tað veruliga verður gjørt nakað fyri at loysa málið hesuferð.

Andstøðan var farin avstað við einum Oscari fyri besta mannliga eykaleiklutin, m.a. tí at tað er eydnast, so stutta tíð eftir 4 ár í leiðslusessinum, at billa okkum inn, at nú ber knappliga til hjá teimum at koma við konstruktivum loysnum.

Um hetta er tragiskt ella um hetta er komiskt, er kanska ikki so lætt at semjast um.

Men at hetta er ?same procedure as last year?, er einki at ivast í.

Foreldrini og børnini, sum eru producentanir, t.e. tey sum fíggja allan sjónleikin, høvdu verið við sviðusoð til ?Acadamy Award? stevnuna. Tey eru reduseraði til statistar í sínum egna leiki, og sum flestum kunnugt, fáa statistar ongan Oscar. Hetta er sjálvandi ikki komiskt, hetta er bara tragiskt.

Og so er tað sjálvandi eisini ?same procedure as last year?.


?Same procedure ??

Sjónleikurin, sum fer fram í fjølmiðlunum í hesum døgum, er bæði tragiskur og komiskur samstundis, alt eftir, hvussu hugt verður at honum.

Komiskt er at síggja, hvussu myndugleikarnir, eins og sprellimenn, loypa á leistum og lova gull og grønar skógir, tá teir eru í fjølmiðlunum.

Tragiskt er at síggja, hvussu Tórshavnar Kommuna fer við sínum borgarum og serstakliga teimum yngstu borgarunum.

Framferðarhátturin hjá Tórshavnar Kommunu, bæði politikarum og fyrisiting, er ikki eitt mistak, heldur ikki eitt undantak. Mistaki lærur ein av, og undantak, sum orðið eisini sigur, er nakað, sum víkir frá vanligari mannagongd.

Tórshavnar Kommuna sær ikki út til at hava lært av ?mistøkum? sínum, tí tað sum nýliga varð gjørt, víkir ikki frá, men er føst mannagongd. Og at kalla eina fasta mannagongd fyri eitt mistak, tað er tragikomiskt

Sostatt er ikki at gera ov nógv av at siga, at talan er um ?same procedure as last year?. Í roynd og veru er hetta at gera ov lítið av. Í veruleikanum er talan um ?same procedure as every year?.