Jan Müller
Avtalan um markið millum Føroyar og Bretland tykist hava fingið veruliga gongd á aftur alt oljumálið. Tað fer ikki dagur, at umboð fyri feløgini vitja á oljumáladeildini á Debesartrøð. Nú um dagarnar vitjaði ein av teimum tungu bólkunum, Esso, Elf og Phillips. Hetta er fyrstu ferð, at umboð fyri øll trý feløgini vitja samtíðis, síðani feløgini gjørdu av at samstarva á Føroyaøkinum.
-Vit høvdu ein sera góðan dialog við føroysku myndugleikarnar, har vit m.a. greiddu frá, hvørji øki vit fegin síggja verða við í tí fyrstu útbjóðingini sigur Fred G. Inch frá Phillips Petroleum. Á fundinum svaraðu oljufeløgini eisini spurningum frá oljufyrisitingini um, hvørjar treytir og krøv tey rokna við í sambandi við útbjóðingina. Og somuleiðis tíðarásetingina av henni.
Phillipsmaðurin fegnast um, at markið loksins er komið uppá pláss. -Vit hava saman og hvør sær lagt nógva orku í kanningarnar á hesum økinum, so tað er greitt, at markið er ein týðandi varði í menningini av umráðinum. Enn ein týðandi varði verða so treytir og umstøður í sambandi við fyrstu útbjóðingina, sum vit rokna við verður í oktober. Tess fyrr hon kemur tess betur.
?We are ready to go? - vit eru tilreiðar at byrja sigur David Maughan, sum stendur á odda fyri tøkniliga partinum av verkætlanum á Atlantsmótinum hjá heimsins størsta oljufelag Esso. Hetta er fyrstu ferð hann vitjar í Føroyum.
Hann vil ikki siga, hvussu nógvar pengar tey trý feløgini hava brúkt uppá kanningarnar við Føroyar, men teir hava so keypt alt tað nýggjasta 3D tilfarið og er her talan um nógvar milliónir av dollarum.
David Maugham vísir eisini á, at teir hava brúkt rættiliga nógv fólk til burturav at arbeiða við Føroyaøkinum. Alt hetta vísir, at feløgini taka uppgávuna í størsta álvara og meta Føroyaøkið at goyma møguligar oljukeldur. Tað er umráðandi, at vit hava fólk, sum kunnu arbeiða við ymsum hugskotum, hvussu man skal tacla hetta økið. Henda manning kundi verið brúkt aðrastaðni, men beint nú halda vit, at hon er væl brúkt við Føroyar.
Tá vit spyrja David Maugham, hvussu høgt feløgini raðfesta Føroyar í mun til onnur lond sigur hann, at Føroyar eru eitt frontierøki, tvs. eitt útjaðaraøki í oljuhøpi. Tað merkir, at vónirnar eru stórar, men her er enn ikki funnin olja. Hetta økið kann sum er sjálvandi ikki samanberast við Norðsjógvin, og taka vit t.d. Vesturafrika, so er tað komið væl longur enn Føroyar, hóast tað verður mett sum eitt frontierøki.
-Har eru gjørd nógv fund, men enn er eingin framleiðsla byrjað. Tvs. at tað enn ikki er prógvað, at Vesturafrika verður eitt komandi oljuøki. Men heldur ikki vestan fyri Hetland eru gjørd so nógv fund.
Men hann heldur, at møguleikarnir fyri at finna olju við Føroyar eru góðir. Ikki minst tá ein sær, at jarðfrøðiliga líkist partur av Føroyaøkinum økjunum bretsku megin markið, har olju og gass longu eru funnin. Ein fyrimunur við Føroyum er eisini, at hetta er eitt stabilt øki politiskt sæð. Nú er so hjá føroyingum at gera upp, um teir kunnu verða kappingarførar við onnur øki.
Bretsk útbjóðing í heyst tekur ikki áhugan frá føroyskum øki
Bretar hava longu boðað frá, at teir fara undir eina útbjóðing í teirra parti av Hvíta økinum longu til heystar. Tvs. at hon kemur væl áðrenn eina føroyska útbjóðing.
Steve Engwall umboðar ELF í bólkinum og vit spurdu hann, um hann metir tað sum ein veikleika fyri fyrstu føroysku útbjóðingina, at ein bretsk útbjóðing í Hvíta økinum kemur væl fyrr!
-Avgjørt ikki. Øll feløgini hava evaluerað alt tað Hvíta økið sum var tað eitt og sama øki uttan at hugsa um, hvussu eitt møguligt mark fór at síggja út. Nú tá markið er komið uppá pláss sita feløgini inni við áhugaverdum upplýsingum frá bæði føroyskum og bretskum øki. Eg haldi meg tí kunna siga, at allir bólkarnir hyggja at økjunum báðumegin markið við eins stórum áhuga. Eitt umfar í bretska partinum ?stjelur? ikki áhugan fyri økjunum føroysku megin markið.
Hjá Phillips, Esso og ELF eru teir væl greiðir yvir, at møguleikar kunnu vera fyri at finna nógv gass í økinum heldur enn olju. Sum er eru gassfund gjørd ymsa staðni á bretskum øki, men hesi eru ov smá til eina lønandi framleiðslu. Men um so er, at gass nú verður funnið í stórum nøgdum í Hvíta økinum og við Føroyar, og sum tekin eru til, so verður tað aktuelt við einum infrastrukturi. Í løtuni arbeiða tey trý oljufeløgini við eini verkætlan, sum snýr seg um at kanna teir ymsu møguleikarnar á Atlantsmótinum, harav eisini gassspurningin. Brúktar verða kanningar frá øðrum plássum í heiminum. Her verður hugt at øllum frá jarðfrøðiligu umstøðunum til tøkniliga partin.
Feløgini ætla at hava eitt svar klárt innan nakrar fáar mánaðir.
Hvørji ráð hava tey trý feløgini til føroysku myndugleikarnar um, hvørji øki skulu bjóðast út við fyrstu útbjóðing?
Fred G. Ynch frá Phillips: -Sum eitt frontierøki, har enn einki er funnið, er skila-gott at bjóða út eitt stórt øki, tí feløgini hugsa ymiskt og hava ymsar metingar av økinum. Tí er tað ikki rætt bara at peika á eitt ávíst avmarkað øki. Tá verða tað heilt víst fleiri feløg, sum fara at taka seg aftur.
Í dag er einki av teimum trimum feløgunum operatørur í bólkinum. Tey arbeiða øll á sama støði og ikki fyrr enn tað kemur longur og lisensir skulu latast verða operatøruppgávurnar býttar millum feløgini.
Er fyri øðrum oljufeløgum í samtakinum! David Maugham: -Vit eru sera nøgdir við verandi bólk, hóast vit eru fleksiblir.