?Vit hava ringar royndir av privatiseringum


Formaðurin í Føroya Javnaðarflokki, Jóannes Eidesgaard tekur undir við privatiseringum, men bert um hesar gagna tí almenna, soleiðis at tað almenna fær meira burturúr og betri tænastur. Hvør einstøk fyritøka má takast upp at venda, tí tað ber ikki til at tekna eina svart/hvíta mynd um evnið

Politikkur

?Privatisering er ikki svart/hvítt, men ein prosess, sum má takast upp í hvørjum einstøkum føri, sigur Jóannes Eidesgaard, nú eitt aðalorðaskifti á tingi um sama evni stendur á skránni.
Javnaðarflokkurin er kendur sum tann konservativi flokkurin í hesum spurningini, og hava sjónirmiðini hjá flokkinum ligið væl frá hinum flokkunum.
Grundsjónarmiðið hjá Javnaðarflokkinum er, at flokkurin sum so kann taka undir við privatisering, um hetta altso merkir, at tað almenna fær meira burturúr. Jóannes Eidesgaard leggur sera stóran dent á, at hvør fyritøka sær eigur at verða viðgjørt, tí tað er mestsum ómøguligt at skera yvir eitt í spurninginum.

Timing
Nú aðalorðaskiftið verður í tinginum, hevur Jóannes Eidesgaard eisini gjørt sær nakrar tankar um, hví uppskotið kemur í tingi júst.
?Frágreiðingin varð latin okkum í heyst, og nú kemur eitt orðaskifti samstundis sum ein løgtingsval nærkast. Tað ber til at undrast yvir timingina, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eisini undrast Jóannes yvir motitivini í samgonguni.
?Motivini aftanfyri at privatisera eru øgiliga ymisk í samgonguni. Fólkaflokkurin kennir tað mest sum eitt ideologiskt prinsipp, men støðan hjá Tjóðveldisflokkinum er kanska meira rætta ímóti fullveldinum. Vit hava harumframt eisini áður sæð eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at privatisera, har gomlu eigarnir fingu fyrimun, sigur Jóannes Eidesgaard.

Føroyar
?Tað er eisini ein spurningur, hvussu stórur marknaðurin í Føroyum er. Tað er ikki tað sama at privatisera í Føroyum sum í stóru londunum rundanum okkum í fleiri førum. Tað kann lættliga gerast talan um, at vit bara skifta frá einum almennum monopoli til eitt privat monopol, og so er spurningurin um hetta gagnar nøkrum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir eisini á, at tað er eisini ein spurningur um, hvussu nógvur kapitalur tað er í Føroyum. Hetta er fyri so vítt ógreitt, men Jóannes vísir á, at hetta talið mest sannlíkt er minni enn tað, ið tað fer at kosta at keypa fleiri av almennufyritøkunum.
Aftur her heldur Jóannes, at vit eiga at vera á varhaldi og meta hvørja fyritøku sær. Hann vísir á, at Føroya Tele, sum hevur ein stóran íløgutørv fyri framman, so hevði tað óivað verið kærkomið við eitt sindur av útlendskum kapitali og útlendskari servitan. Hinvegin so er talan um ein heilt annan spurning hvat viðvíkur eitt nú JFK, sum norrmenn jú hava stóran áhuga fyri, og hetta kann merkja beinleiðis tap fyri føroyska samfelagið.
?Hvat er t.d. endamálið við at privatisera Føroya Banka, tá bankin er so ótrúliga væl rikin og telist millum bestu bankarnar í kongaríkinum. Tað eru í dag allir føroyingar, ið eiga bankan og er tað ikki tann besta privatiseringin. Samstundis er tað undrunarvert, at eitt nú Postverk Føroya nú verður rikið sum um, at privatisering var einasta loysnin. Har kann mann eisini loyva sær at hugsa um, hvat landsstýrismaður ynskir við Postverkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sjálvt um Jóannes Eidesgaard vísir positiv tekin yvirfyri privatisering, so skulu hinir politisku flokkarnir ikki byrja at gleða seg ov tíðliga.
?Vit hava havt nakrar ógvuliga ringar royndir við privatisering. Bankarnir og Strandferðslan endaði alt aftur á almennum hondum eftir at hava verið privat, sigur Jóannes Eidesgaard.
Aðalorðaskifti verður í tinginum í dag(týsdagin).