Týskland spældi 1:1 móti Skotlandi og vilja nú fyri alt í verðini hava tvey stig mikudagin móti Føroyum sigur kendi týski landsliðsspælarin Michael Ballack við Frankfurter Allgemeine. Í Hamden Park í Glaskow í Skotlandi gekk ikki so gott hjá týskarunum. Forsíðusøgan á teim flestu bløðunum er um dystin móti Skotlandi og um útlitini nú undir komandi dystin í Føroyum. Liðið er undir hørðum atfinningum og fær ring viðmælið.
Týskarar taka dystin móti Føroyum í álvara. Fólk eru eftir dystin farin at finna uppá nýggj fagnaðarróp sum ?Berti raus?, ella vit vilja hava Berti Vogts burtur úr sínum starvi. Men hin vegin rópa tey: ? Es gipt nur ein Rudi Voller?, t.v.s. at týskarin Rudi Voller er teirra maður. Annars hava týsk bløð skriva um verkfallið í Føroyum, at Oliver Kahn skuldi til Føroyar at reiða egna song tí í Føroyum vóru vaski og reingerðarfólk í verkfalli. Eg havi tosa við týskarar, sum í seinastu viku vóru sera bangnir fyri tí føroyska verkfallinum, men vónandi kemur samfelagið so nøkunlunda í rættlag mikudagin. Bløðini skriva ikki meiri um hetta keðiliga evni.
Eingin undirmetir Føroyar
Eg spurdi ein hýruvognsførara í ríka og stóra býinum Frankfurt am Main um týska landsliðið, hann visti ikki at Týskland spæli leygardagin, ella at teir skuldu spæla mikudagin í Føroyum. Eg gava skarvin yvir, hetta vísir bert at Týskland er so risastórt, at langt frá øll vita hvat hendir. Serliga innflytarar sum hesin hýruvognsførarin eru púra óvitandi um støðuna í Týsklandi, men vita helst alt sum Al Jazera ella arabiskar kanalir senda. Betur gekk inni á einari lívligari gøtu í Frankfurt við barrum og hugnaligum gomlum týskum bryggjaríum, har eg í nærum eini 30 hitastigum setti meg at tosa við fólk um Skotland og Føroyar. Ein eldir maður tók til at tað var óluksáliga vánaligt ikki at vinna á Skotlandi, ein stór skom.
Fólk eru sum heild sera kløkk, tá tey møta einum føroyingi. Tað kom nærum róp í uttandura caféina tá eg segði meg koma úr Føroyum. Tænarnir komu út og veittraðu til mín og søgdu við eygnabráðinum, tú ert bara ok, men tit koma ikki at vinna á okkum.
Týska sjálvsálitið er ikki so stórt. Teimum dámar tankan um eitt pinkuland, ið roynir seg við teimum stóru og øll mannfólkini her vita um sigurin yvir Eysturríki í 1990. Ein ógloymandi søga, ið nærum er ein myta í dag.
Bløðini eru bangin
Í Týsklandi í dag eru bløðini av álvara bangin fyri einum 1:1 úrslitið í Tórshavn, tí venjarin kemur at velja sama liðið sum í dystinum móti Skotlandi í dystinum móti Føroyum. Frankfurter Allgemeine skrivar at føroyingarnir eru í góðum formi eftir dystin móti Íslandi. Bæði Oliver Kahn (frá Bayern Munchen), Ballack (frá Bayern) og venjarin fáa vána met frá bløðunum í dystinum móti Skotlandi. Serliga tabloidbløðini hava kenslubornar forsíður.
Oliver Kahn helt fyri at:?ein sigur høvdu vit ikki uppiborið móti Skotlandi?. Rudi Voller:?vit kunnu ikki vera nøgdir. Tey tvey stigin vit her misti skulu vit vinna mikudagin móti Føroyum. Vit vita øll at Ballack kann spæla nógv betri? Bæði ítrottar og mentunarsíðurnar skriva um Føroyar í hesum døgum, men enn er ikki komi so nógv fram um dystin.
Harðar atfinningar, men vinalig orð um Føroyar
Uttan ?yvirblik og karisma? skrivar Frankfurter Allgemeine um týska Landsliðið í Skotlandi. Hetta er hørð orð, ið bert kunnu fáa týskarnar at gera alt fyri at venda hesi vána støðu mikudagin. Inni í blaðum er ein stuttlig grein um føroyskan mat á Hotel Føroyum. Greinin eitur: ? Her spricht der gast ? Das ?Føroyar in Tórshavn?, ið merkir at á Hotel Føroyum er tað gesturin, ið hevur orðið. Greinin er skriva av Sascha Lehnartz og snýr seg bæði um fótbólt, um mat og um Hotel Føroyar. Hon byrjar við at skriva um føroyska regnið, um mjørkan, síðani um nýggja vøllin í Havn og um føroysku amatørarnar. Greini snýr seg um, at hon vil royna at eta føroyskan mat áðrenn týska landsliðið kemur at búgva í Føroyum. Um føroyska matarsið heldur hon fyri at hann er betur enn tann hjá portugisum og grikkum, ið vænta hugflog, í mun til at vit í Føroyum ikki hava so lætt við at fáa hendur á grønmeti. So er tað seyðurin, fuglur, fiskur, grind og at føroyingar eru serligani tilvitaðir og stoltir av teirra mati, so hon vil royna ein ?Føroyskan borðisk við skerpikjøti, turrum fiski, breyði og eplum?, men tænarin á Hotel Føroyum helt fyri: ?Ich bin sicher, der wird ihnen nicht schmechen? hatta dáma tit ikki. Skerpikjøt kallar hon ?luftgetrocknetem Schafsfleich?(so vita fólk hvat tey skulu siga við ein týskara um bjóða verður skerpikjøt). Tá komi varð til spiki dámdi Saschu einki, tá var gott við einum Akavit og eini Føroya Bjór, ið hon heldur kann meta seg við kontinentalar europesikar øl. Hon royni eisini lunda ?Lundabringa Bonne Femme, við soppum smáleyki, fleski og villinisós, ið á týskum eitur ?eine gegrillte Papageitaucherbrust mit Muscheln, kleinen Zwiebeln, Speck mit Wildsauce?. Til endans royndi hon rabarbukompott, ið henni dámdi sera væl. Hon letur væl at bæði matinum og ikki minst at Hotel Føroyum. Serliga tá man frá hotellinum sær alla Havnina, sjáldan havi eg sæð so flott ummæli í donskum bløðum av sjálvt dýrum matarstøðum við Michelin stjørnum og prísum ið byrja við 1.500 fyri fólkið. Við í greinini er prentað ein kvittering frá Hotel Føroyum við telefonnummari. Ein ótrúliga góð lýsing fyri Føroyar og Hotel Føroyar.
Teir næstu dagarnir vera spennandi bæði fyri okkum føroyingar og fyri fólk í Týsklandi.