?Vit vilja ganga langt á sjálvstýr- isleið

-men vit vilja gera tingini uppá ein annan hátt enn samgongan. Hvussu barnið skal eiga kann koma í aðru røð. Tað mest umráðandi er at seta kanningar í verk, sum m.a. kunnu lýsa fíggjarliga grundarlagið í framtíðini

Jan Müller


Fríggjadagin var uppskotið frá landsstýrinum um seta út í kortið kósina móti fullveldi samtykt av løgtinginum. Har verður álagt landsstýrinum at gera fyrireikingar til at taka upp samráðingar við danir. Sama dag var eitt uppskot frá javnaðarflokkinum um val av eini stjórnmálanevnd felt á tingi. Hetta uppskot miðjaði móti at gera kanningar av viðurskiftinum millum Danmark og Føroyar við tí fyri eygað at vita, hvussu ein sjálvstýrisgongd kann skipast.

Orðaskiftið varð rættiliga hvast til tíðir. Serstakliga tjóðveldisfólk funnust harðliga at javnaðarflokkinum fyri ikki at vilja stuðla uppskotinum hjá samgonguni. (Sosialurin fer at viðgera orðaskiftið og tað, sum fer at henda í kjalarvørrinum á tí í bløðunum hesa vikuna, blaðm.)

Formaður javnaðarfloksins luttekur í hesum døgum í orðaskiftinum á fólkatingi, nú tingið er sett har. Hann er samtíðis farin í farloyvi í tvær vikur. Vit bóðu hann um eina viðmerking til málið um fullveldi og stjórnmálanevnd eftir, at tingið nú hevur avgreitt málini.


Vórðu settir uttanfyri

Jóannes Eidesgaard sigur seg á ongan hátt at verða samdan við teimum, sum siga, at javnaðarflokkurin við ikki at taka undir við uppskotinum frá samgonguni, er farin út í myrkurið, á oyðimarkargongd ella at flokkurin sjálvur hevur sett seg uttan fyri alla ávirkan á spurningin um ríkisrættarligu støðu okkara.

-Lat meg gera púra greitt, at hóast javnaðarflokkurin hevur víst ein sera góðan vilja til at fremja broytingar á sjálvstýrisleið, so hevur fullveldisætlanin hjá samgonguni ongantíð verið politikkurin hjá flokkinum. Tað kann tí ikki vera talan um, at vit hava lopið frá nøkrum lyfti, sum onkur roynir at gera tað til. Tað er heldur ikki talan um, at javnaðarflokkurin er vorðin firtin ella fornermaður, soleiðis sum onkur annar vil vera við.

Jóannes Eidesgaard dugir ikki at síggja, hví tjóðveldisfólk og onnur skulu hava fingið so ilt av støðu javnaðarfloksins, nú flokkurin ynskir at røkka á sjálvstýrisleið við einum øðrum leisti enn tann, sum samgongan uttan javnaðarflokkin hevur valt.

-Tað kann væl ikki vera nøkur brotsgerð fyri ein flokk at standa við tað, sum hann hevur arbeitt við og sum veljarar hansara ganga inn fyri, nevniliga uppskotið um eina stjórnmálanevnd. Tað er okkara boð uppá eina skilagóða og realistiska gongd á sjálvstýrisleið.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað er breið semja í javnaðarflokkinum at ganga inn fyri uppskotinum um sjálvstýrislóg og at hesin mátin eisini er tann einasti virðiligi hátturin at loysa hesar spurningarnar uppá.

-Um javnaðarflokkurin bráddliga leyp uppá vognin hjá Høgna Hoydal, so høvdu vit harvið eisini selt okkara sál fyri at tekkjast eini samgongu, sum - tá hon varð vald - gjørdi av at seta javnaðarflokkin uttanfyri.

Formaður javnaðarfloksins sigur tað vera rætt at sláa fast við sjeytummaseymi enn einaferð, at samgongu flokkarnir vildu ikki hava javnaðarflokkin við í landsstýrið. Ein orsøkin til, at samgonguflokkarnir valdu at halda javnaðarflokkin uttan fyri var tann, at teir mettu ikki, at javnaðarflokkurin vildi ganga so langt sum teir, og harvið hava teir so heldur ikki roknað við stuðlinum frá javnaðarflokkinum. -Tí haldi eg tað er eitt sindur bakvent nú av samgonguni at harmast um, at javnaðarflokkurin ikki er við.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at hevði javnaðarflokkurin verið við í eini samgongu, so hevði uppskotið, sum kom á tingborð ikki verið í hasum líkinum, og tá hevði trupulleikin heldur ikki verið so stórur. Men samgonguflokkarnir fasthildu sín leist og vildu ikki gera nakra broyting.

-Lat meg endurtaka tað her, at eg yvirfyri løgmanni, áðrenn farið varð undir at gera álit í málinum, peikaði á møguleikan, at vit kundu fáa eitt samt løgting at taka undir, um hann var meira smidligur og segði: at gott nokk hevur samgongan sett sær fullveldi í skránna, men tað var eingin grund til, at vit longu nú profilera tað uppskotið, tí tað skulu jú gerast kanningar. Tá tað var gjørt hevði borið til at farið aftur til løgtingið. So skuldi tó ikki blíva. Uppskotið um fullveldisætlanina varð ikki broytt.


Tey ungu samd við javnaðarflokk

Jóannes Eidesgaard er annars ikki samdur við samfelagsfrøðinginum Jógvan Mørkøre, tá hesin sigur við Útvarpið, at javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin í veruleikanum eru samdir um sjálvstýrispolitikkin, tað er bara spurningurin, hvat barnið skal eita.

-Jógvan Mørkøre kundi bara lurtað eftir teimum ungu frá studentaskúlanum á Kambsdali í sjónvarpinum fríggjadagin. Har vóru nøkur, sum tóku undir við fullveldisætlanini og nøkur, sum vóru ivasom. Men tað, sum var felags fyri øll, var, at tey kendu seg ikki nóg trygg við ella vóru ikki vorðin nóg klók uppá við tann búskaparliga partin, og tað er nettup hetta vit hava víst á sum eitt stórt ivamál, nevniliga, hvat samgongan vil gera, tá ið vit fara undir at avvikla blokkin? Hvørjar inntøkur koma ístaðin ella hvørja útreiðslur skulu strikast?

Jóannes Eidesgaard sigur, at tann ivin, sum hesi ungu fólkini góvu til kennar er tann sami, sum javnaðarflokkurin hevur lagt so stóran dent á. -Tað hevur heldur ikki enn eydnast samgonguni at sannføra okkum um, at hetta ikki er nakar trupulleiki. Gott nokk hava vit hoyrt vakrar klisjéir um, at tá ein hevur sett sær eitt mál, sum er fullveldi, tá verða allir trupulleikar loystir av sær sjálvum, og at vinnulívið fer at blóma bara tí vit fáa fullveldi. Men so einfalt er hetta ikki.

-Men tað eru kortini tey, sum halda javnaðarflokkin fyri at vera alt ov negativan og ov sambandskan og einki meinar við sjálvstýri. Hví ikki heldur hava trúnna uppá, at hetta er nakað, sum skal bera til?

-Sjálvandi ber tað til at broyta viðurskiftini, men vit vilja gjarna vera við til at broyta tey uppá okkara máta. Tað er eitt sindur bakvent, tá samgongan er so forharmað um, at javnaðarflokkurin ikki er við. Vit vórðu jú sett uttan fyri, tí samgongan metti ikki, at vit kundu fara líka langt sum hon. Harnæst má eisini sigast, at út frá tí, sum er hent í Uttanlandsnevndini, so hevur samgongan valt síðu, og tað er at fara við Jenisi ímóti javnaðarflokkinum. Hevði samgongan verið at sær komin í tí spæli, sum fór fram har, so átti hon at sagt, at hon tók ikki undir við Jenisi av Rana, og tað hevði avgjørt forpliktað javnaðarflokkin munandi meir, enn hann er tað í dag.


Vilja fara heilt móti loysingini

-Hvussu langt er javnaðarflokkurin sinnaður at fara á sjálvstýrisleið?

-Ótrúliga langt í mun til tann kenda gamla javnaðarflokkin. Í uppskotinum um sjálvstýrislóg liggur í prinsippinum tað, at øll mál kunnu yvirtakast við eini føroyskari løgtingslóg, tvs. at vit fara undir ein útvikling, har vit innan fyri eina stytri ella longri tíðarskeið kunnu yvirtaka alt tað, sum vit ynskja og halda okkum førar fyri. Og sum entá fer so langt, at hon sigur, at er tað eitt ynski um at taka tað fulla sjálvstýrið í Føroyum, so skal tað eisini bera til sambært somu lóg. Men vit gera tað eftir einum øðrum leisti enn samgongan, tvs. at vit gera tað sohvørt vit eru førir fyri at fíggja sjálvir eina yvirtøku, og sohvørt vit umsitingarliga eru førir fyri at fremja yvirtøkuna. Tað gevur lítla meining bara at yvirtaka fyri yvirtøku skyld. Vit hava nakrar umsitingar, sum í dag halta. Her er eisini nakað at taka um.


Sambandsflokkurin stóra ábyrgd

-Hvussu við sambandsflokkinum og hansara støðu í andstøðu spurdu vit formannin í javnaðarflokkinum!

Jóannes Eidesgaard sigur seg vera fegnan um, at sam-bandsflokkurin er komin uppá aðrar tankar, tá talan er um ríkisrættarligu við-urskiftini og fegnast hann um, at sambandsflokkurin nú hevur broytt kós og tekur undir við uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd. Men formaður javnaðarfloksins heldur annars tað vera umráðandi fyri at skilja gongdina í øllum hesum málinum at minna á, hvussu sambandsflokkurin í veruleikanum forkom møgu-leikanum fyri eini skilagóðari gongd í málinum við at nokta sjálvstýris

flokkunum í undanfarnu samgongu at taka undir við uppskotinum um stjórnamálanevnd.

-Tað er sambandsflokkinum fyri at takka, at vit fingu hesa støðuna nú við fullveldismálinum. Høvdu fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin, meðan teir vóru í samgongu saman við sambandsflokkinum, fingið loyvi til at stuðla uppskoti javnaðarfloksins um stjórnmálanevnd, so varð sjálvstýrisprosessin byrjað undir normalum viðurskiftum, og løgtingið hevði møguliga longu havt fingið nakað tilfar á borðið at taka støðu til. Nú fingu vit so hesa polariseringina.

Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at orsøkin til, at tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin hava lagt so hart út nú, er ein avleiðing av tí politikki, sum løg-maður førdi í undanfarnu samgongu, har hesin noktaði flokkunum at taka nakað sum helst stig á sjálvstýrisleið.

Formaður javnaðarfloksins er tí av tí sannføring, at ein onnur støðutakan frá sambandsfloksins síðu tá hevði fyribyrgt, at vit fingu ta støðu vit nú hava fingið.

-Nú er fullveldisuppskotið so samtykt. Eru so allar brýr brendar millum javnaðarflokkin og samgonguna?

-Nei, tað eru tær nokk ikki. Prosessin, sum er farin í gongd, kemur væl at verða politiskt viðgjørd fleiri ferðir, og koma onkur av málunum at enda aftur í nevnd, har javnaðarflokkurin er umboðaður. Vit eru ikki firtnir, men vit vilja royna at ávirka ta demokratisku gongdina so langt vit kunnu.

(Sosialurin hevur eisini tosað við Høgna Hoydal um hesar spurningar. Hetta kemur í mikudagsblaðið)