longu í 99 men meira sannlíkt er, at tað ikki verður fyrr enn í ár 2000. Nýggja oljulógin verður karmurin um tað virksemi, sum nú skal taka seg upp. Har eru reglur um umhvørvi, trygd, oljugoymslur, oljuútbúnað [...] klokkan 14 samtykt Føroya løgtingið við 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti kolvetnislógina. Hon kemur í gildi so skjótt hon er kunngjørd í kunngerðarblaðnum. Og tað verður helst ein av komandi døgunum. Við nýggju [...] oljufeløgunum í sambandi við 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tað var landsstýrið, sum í november í fjør legði uppskot fyri tingið um kolvetnislóg sambært einum uppleggi frá Oljuráðleggingarnevndini. Eftir
fyrr um pensionering enn onnur, og tað tyngir um almennu útgjaldingarnar. ? Umframt tað, so hevur hesin bólkurin eisini lættari við, at arbeiða svart. Tað hevur í Danmark verið tosað sera nógv um mobilitetin [...] Smith sigur um tað: ? Hugurin at flyta seg úr einum parti til ein annan ella at flyta arbeiðsøkið er minimalur, tá tað at arbeiða ikki loysir seg. ? Tað sama er við áhuganum fyri at bøta um arbeiðsmøguleikarnar [...] Fyri at bøta um umstøðurnar hjá hesum stóra bólki av fólki, setti stjórnin í gildi ymsar fyrimunir. Teirra millum kunnu nevnast frípláss til børnini í barnagørðum. Tað merkir sjálvandi ikki, at børnini
manninum, noyðist hon at fara í kleystur ella lata lív. Leikurin fer fram í skógunum uttan fyri Athen, fýra dagar áðrenn hon skal giftast við manninum, sum hon ikki skoytir um. Har kærir hon sína neyð fyri [...] ævintýraleikur. Hann er um ungfólk í Athen, eitt nú um eina gentu, ið noktar at gifta seg við tí manni, sum foreldini hava valt. Galdandi lógir í Athen um hetta mundið siga, at vil gentan ikki giftast við manninum [...] fyri einum, sum hon er góð við, og so fer leikur fram. Leikurin er stutt sagt um ólukkuligan kærleika, men hann er eisini um so nógv annað, ið ikki skal avdúkast her. Freud og Shakespeare Leikstjórin nevndi
breiða samfelagsliga umboðan. Henda nevnd er tó ikki vald enn, men verður hon ikki merkt av politiskari ávirkan, eins og útvarpsnevndin, og kunnu løgtingsmenn ikki verða limir í nevndini. Myndugleikin, sum [...] útvarpsnevndin hevði, liggur nú hjá stjóranum. Nýggja lógin um fjølmiðlaábyrgd, sum ásetur eisini, at ein kærunevnd skal setast. Hon skal virka sum kærustovnur fyri allar fjølmiðlarnar, eisini bløðini [...] Afturat politisku umboðunum, hevur Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag eitt umboð í útvarpsnevndini, og var tað Jógvan Fríðriksson, prestur. Av nevndarlimunum hevur Steingrímur Niclasen sitið longst í nevndini
tiltakið. Hon sigur við Sosialin, at hon einaferð var bjóðað til Stockholm, har Nordisk Ministerråd hevði samlað lærarar til at gera undirvísingartilfar til arbeiða við á internetinum. Har kom hon í bólk [...] bólk við tey, sum høvdu Ung Virksomhed, og soleiðis tók hon hugskotið við sær til Føroya. Hesin bólurin hevði ætlanir um at hava handilssamband yvir internetið. Tað vil siga, at næmingarnir høvdu møguleika [...] møguleika fyri at selja sínar vørur yvir internetið. Hon sigur eisini, at tey royndu hetta í fjør, men við ikki eins góðum úrsliti sum í ár. Hetta kemst helst av, at í fjør vóru næmingarnir noyddir til at arbeiða
fyri leikirnar í 2001, sum verða á Isle of Man. Heldur ikki tá verður judo við, men fimleikurin er komin inn aftur í hitan. Av føroyskum áhuga var eisini, at Isle of Man hevði bjóðað hondbóltin fram til [...] oyggjarnar, har tær vóru bidnar at skriva út fyri hvørja ítróttargrein, hvørt hon varð mett at vera týdningarmikil ella ikki at vera við í leikunum. Eftir at hava fingið spurnarbløðini inn aftur avgjørdu [...] varð komið fyri at vera á Oyggjaleikunum, kom tað sum ein bumba á fundinum á Gibraltar, at judo fór ikki at vera á skránni á leikunum á Jersey í 1997. Tá Gotland legði fram sínar ætlanir fyri leikirnar í
Hetta brævaskifti byrjar av tilvild, og hóast hann er av ríkum fólki, og hon er fátøk, hava tey nógv í felag: Hon er smæðin og hevur ikki lætt at koma í samband við fólk, og Lennart er nógv einsamallur, tí [...] fólki og tí stóru, gulu lampuni á luftini og at elta kettur. Men honum dámar ikki, tá ið tey siga, at hann líkist einum fólki um trýnið? Hálvmetur er 28 bls. í litum. Pf. Gramar stóð fyri prentgerðini, og [...] hóast Ebba er ímóti, at tey hittast, so verður tað kortini, men tó ikki sum ætlað? Genta á tekjuni - ein kærleikssøga er u.l. 136 bls. Hon er umbrotin og prentað á Dimmalætting, og Helge Justinussen hevur
heruppi í ríkisstuðulin; men ikki eitt orð um, hvat danir fáa frá okkum. So skrivar hann um tann almenna sektorin; hvussu stórur og dýrur hann er vorðin. Men veit maðurin ikki, at tað er undir hesum sam [...] óhugnaliga. Eisini skrivar hann um, at tá vit skulu ráða okkum sjálv, fer fólk at rýma av landinum. Hvat munnu grannalond okkara halda um slíkt tos? Veit hasin maðurin ikki, at tað var undir hesum vælsignaða [...] og halli, um vit ráða sjálvir í okkara egna landi, skuldi rættarnevndarformaðurin farið ein túr til Íslands og ráðført seg við teir um sjálvstýri. Teir ivaðust ikki, tá ið á stóð, og vildu ikki liva av danskari
verði eg noydd til at fáa dóttur mína at eta vanliga føði longu tá hon er 4 1/2 mðr. gomul. Longu har noyðist eg at gera nakað, sum ikki er best fyri barnið. Eg vildi helst givið henni bestu byrjanina upp [...] upp á lívið sum eg kann. Eg veit væl, at farloyvistíðin er nógv longri í dag enn hon var fyrr, men eitt 5 1/2 mðr. gamalt barn er alt ov lítið at lata út til onnur at passa. Smá børn, ið verða passað úti [...] bróstabarn. Hon tekur hvørki suttu ella fløsku, og er nakað ung til at geva av koppi. Og tað er eisini ógvuliga ringt yvirhøvur at fáa nakran at ansa eftir henni. Eg havi spurt á arbeiðsplássinum um longri
1959, so var spurningurin um eftirløn roknað sum ein privat søk. Við fólkaeftirlønini broyttist hesin hugburður til tað, sum hevði verið vanligt í skandinavisku londunum í áravís: Eftirlønin var ikki longur [...] verður tað ikki, tá ið vit hyggja longur fram. Fólkaeftirlønin tá og nú Tummas Eliasen vísir á, at fólkaeftirlønin í dag er lutfalsliga nógv minni enn hon var í síni tíð. - Fólkaeftirlønin var eitt ovurstórt [...] verið roknað sum eitt sjálvsagt rættarkrav, als ikki verður nøkur sjálvfylgja í framtíðini. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum var, at tað almenna ikki framyvir fer at hava ráð til at fíggja eina nøktandi