Útvarpsnevmdin havt seinasta fundin

Seinasti mánadagur var ein søguligur dagur fyri Útvarpið og útvarpsnevndina, sum tá hevði sín seinasta fund. Útvarpsnevndin er ikki til longur, og hevur stjórin nú sjálvur bæði programábrygdina og fíggjarligu ábyrgdina fyri Útvarp Føroya

Seinasta mánadag hevði útvarpsnevndin seinasta fund sín. Sambært nýggju stýrisskipanini skulu ongar nevndir verða millum almennar stovnar og landsstýrið sum taka endaligar avgerðir, og er tí útvarpsnevndin tikin av. Tað sama er gjørt við eitt nú landsskúlaráðið og sjúkrahússtýrini.


Mánadagin kom útvarpsnevndin saman at undirskriva og enda gerðabókina, sum er tann sama, sum brúkt er øll 41 árini síðani útvarpið varð sett á stovn.


Tað at útvarpsnevndin nú er løgd niður merkir, at nevndin verður avloyst av eini ráðgevandi sjeymanna programmnevnd, sum skal hava eina breiða samfelagsliga umboðan. Henda nevnd er tó ikki vald enn, men verður hon ikki merkt av politiskari ávirkan, eins og útvarpsnevndin, og kunnu løgtingsmenn ikki verða limir í nevndini.


Myndugleikin, sum útvarpsnevndin hevði, liggur nú hjá stjóranum.

Nýggja lógin um fjølmiðlaábyrgd, sum ásetur eisini, at ein kærunevnd skal setast. Hon skal virka sum kærustovnur fyri allar fjølmiðlarnar, eisini bløðini, og tryggja, at góður pressusiður verður hildin.


Í útvarpnevndini, sum nú legði frá sær sótu fimm umboð, sum umboðaðu politisku flokkarnar:


Jóhan Petersen, formaður (Sambfl.)


Elin Petersen, (Javnfl)


Selinda í Heiðunum (Sjálvstfl)


Steingrímur Niclasen (Fólkafl)


Ásla Sevdal Joense (Miðfl)


Afturat politisku umboðunum, hevur Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag eitt umboð í útvarpsnevndini, og var tað Jógvan Fríðriksson, prestur. Av nevndarlimunum hevur Steingrímur Niclasen sitið longst í nevndini. Hann hevur sitið í heili 20 ár í nevndini.


­ Vit hava havt eitt sera gott samstarv millum útvarpið og útvarpsnevndina, sigur Jógvan Jespersen, sum leggur afturat, at tey nú fara at binda gomlu gerðabókina inn av nýggjum og goyma hana sum ein dýrgrip.