Áheitan á Kristian Magnussen, landsstýrismann

Í sambandi við at talan er um at longja barnsburðarfarloyvið við einum ári, má egkoma við hesi bøn.

Sjálv eri eg í barnsburðarfarloyvi, og mítt størsta ynski er at fáa longri tíð heima hjá lítlu dóttir míni.

Frá heilsusystur fær ein at vita, at best er um tú gevur barni tínum bróst í minsta lagi 6 mðr., men farloyvið er bert 24 vikur, t.v.s. til barnið er 5 1/2 mðr. gamalt. Tí verði eg noydd til at fáa dóttur mína at eta vanliga føði longu tá hon er 4 1/2 mðr. gomul. Longu har noyðist eg at gera nakað, sum ikki er best fyri barnið. Eg vildi helst givið henni bestu byrjanina upp á lívið sum eg kann.

Eg veit væl, at farloyvistíðin er nógv longri í dag enn hon var fyrr, men eitt 5 1/2 mðr. gamalt barn er alt ov lítið at lata út til onnur at passa. Smá børn, ið verða passað úti, eru alt ov ofta sjúk. Møguleikin at verða smittaður er jú størri.

Dóttur mín er bróstabarn. Hon tekur hvørki suttu ella fløsku, og er nakað ung til at geva av koppi. Og tað er eisini ógvuliga ringt yvirhøvur at fáa nakran at ansa eftir henni.

Eg havi spurt á arbeiðsplássinum um longri tíð heima, um tað so skuldi verið uttan løn, men fekk at vita, at farloyvið er bert 24 vikur, og at tað er prísurin fyri at hava arbeiði. Eg havi eitt »gott« arbeiði og útbúgving.

Tað er so galið, at eg eri líka við at siga arbeiðið frá mær, fyri at kunna vera heima hjá barninum nakrar mánaðir afturat. Men dótturin hevur ikki bara brúk fyri kærleika og umsorgan, men eisini økonomiskum tryggleika.

Fyri stutt síðani keyptu vit hús og sæð økonomiskt má eg arbeiða, men tað hevði gjørt allan munin, um eg slapp at vera heima hjá dótturini, til hon dugdi at eta og drekka. Hinvegin kostar tað bæði landi og kommunu at hava eitt barn í kommunalari dagrøkt ella vøggustovu. Tað kann ikki vera rætt, at man skal koma í eitt sovorðið dilemma í Føroyum í dag.

Eg veit væl, at tað eru mammur, sum gleða seg at koma til arbeiðis aftur, tá farloyvið er liðugt. Og tað er eisini í lagi men gev hinum mammunum ella pápunum møguleikan at vera heima hjá pinkubarninum eina tíð afturat, um tey vilja tað. Gott nokk er tað leingi at vera burtur frá arbeiðinum í 1 1/2 ár, og nógv kann broytast arbeiðsliga. Men er barnið og tørvurin hjá tí ikki tað týdningarmesta? Tað er bara ein stutt tíð. Barnið verður aldri aftur so lítið.

Hjálp mær og øðrum mammum/pápum, sum eisini hava arbeiði, at geva pinkubarninum tað besta vit kunnu geva tí fyrstu mánaðirnar av lívi sínum. Uttan at vera noydd til at siga arbeiðið frá sær og harvið koma sær í økonomiskt óføri.

Takk fyri.


Eitt hjartasuff frá

einari mammu