Judo verður heldur ikki við á Oyggjaleikunum í 2001

Oyggjaleikir: Judo verður eisini útihýst frá Oyggjaleikunum, sum verða á Isle of Man ár 2001, men hinvegin verður fimleikur aftur á skránni tá. Hondbólturin rakk ikki innum heldur hesa ferð

Tað sær út til at gerast ein longri oyðimarkargongd hjá judoítróttinum uttan fyri Oyggjaleikirnar.

Judo varð við fyri fyrstu ferð á leikunum í Føroyum í 1989, og síðani hevur tað verið við á leikunum á Álandi, Isle of Wight og Gibraltar.

Best sum judofólkini hildu at judo varð komið fyri at vera á Oyggjaleikunum, kom tað sum ein bumba á fundinum á Gibraltar, at judo fór ikki at vera á skránni á leikunum á Jersey í 1997.

Tá Gotland legði fram sínar ætlanir fyri leikirnar í 1999 vóru hvørki judo ella fimleikur við.


Onki judo á Isle of Man

Í seinastu viku hevði starvsnevndin hjá IGA - Island Games Association - fund á Isle of Man.

Har vóru m.a. lagdar fram ætlaninar fyri leikirnar í 2001, sum verða á Isle of Man.

Heldur ikki tá verður judo við, men fimleikurin er komin inn aftur í hitan.

Av føroyskum áhuga var eisini, at Isle of Man hevði bjóðað hondbóltin fram til leikirnar, men nú av tornar, verður hondbóltur ikki við heldur hesa ferð.


22 greinar útbjóðaðar

Fyrireikararnir á Isle of Man høvdu bjóðað út 22 ítróttagreinir.

Av teimum eru 6 fastar, nevniliga frælsur ítróttur, badminton, súkkling, svimjing, flogbóltur og skjóting.

Harafturat kunnu vera upp til 8 aðrar ítróttagreinir, og har bjóðaði Isle of Man fram hesar:

Bogaskjóting, kurvabólt, ríðing, golf, fimleik, hondbólt, hockey, judo, netbólt, sigling, fótbólt, squash, borðtennis, tennis, triatlon og vindsurfing.


Spurnarblað

Eitt spurnarblað varð sent út til oyggjarnar, har tær vóru bidnar at skriva út fyri hvørja ítróttargrein, hvørt hon varð mett at vera týdningarmikil ella ikki at vera við í leikunum.

Eftir at hava fingið spurnarbløðini inn aftur avgjørdu fyrireikararnir á Isle of Man, at hesar 8 ítróttagreinirnar skuldu vera afturat teimum 6 føstu:

Bogaskjóting, kurvabóltur, fótbóltur, golf, fimleikur, sigling, borðtennis og tennis.

Sostatt gjørdist hetta aftur eitt stórt skuffilsi hjá Judosambandinum, sum hevði vónað at fáa judo við aftur á skránna.

Somuleiðis føroysku hondbóltsspælararnir, sum vóru rættiliga spentir upp á at sleppa við til Oyggjaleikirnar, gjørdust enn eina ferð skuffaðir.

Hinvegin kunnu føroysku fimleikararnir frøða seg um aftur at vera við.

Bæði judo, og seinast eisini fimleikur, hava vunnið Føroyum nógv heiðursmerkir seinastu leikirnar, so tað er bert ein hálvur sigur at hava vunnið fimleikin inn aftur á leikirnar.


Hava einki at siga

Vit spurdu John Kjær, sum er nevndarlimur í IGA, hvussu tað kundi bera til, at t.d. judo ikki kom við aftur á skránna.

? Tað er soleiðis, at nevndin í IGA fekk presenterað frá lokalu fyrireikarunum á Isle of Man, at hesar verða ítróttargreinirnar, og sambært reglunum kunnu vit bert góðtaka hetta.

? Nevndin í IGA hevur ikki nakrar avgerðarrætt yvir, hvørjar ítróttargreinir verða við, uttan tær 6 føstu, ið sambært reglunum altíð skulu vera, sigur John Kjær.

? Hvat kann gerast fyri at fáa bent úrvalinum av ítróttargreinunum soleiðis, at leikirnir verða enn meira áhugaverdir fyri føroyingar?

? Bestu ráðini til handan spurningin vil eg halda vera at arbeiða víðari við tankanum um at fáa talið av ítróttargreinum, ið eru fastar á leikunum, at hækka til t.d. einar 10-12, og harundir fáa fleiri av teimum greinunum, sum vit vanliga luttaka við, sigur John Kjær.