Fýra nýggjar bøkur

frá Bókadeild Føroya Lærarafelags

Smábarnabókin Lítlabarnið hjá okkum eftir Gunillu Hansson. Eyðna Magnussen týddi úr svenskum.


Bókin snýr seg um lítla Egin. Tá ið hann fær at vita, at mamman hevur eitt barn í búkinum, verður hann sera forvitin og vil hava nógv at vita. Tá ið barnið er føtt, er Egin stoltur sum ein pávi, men hann er eisini øvundsjúkur. Kortini hevði Egin avgjørt ikki viljað verið lítlusystrina fyri uttan?

Lítlabarnið hjá okkum er 14 síður í litum, prentað á haldgott papp. Pf Gramar stóð fyri prentgerðini, og bókin kostar kr. 57 í bókhandlunum.



Myndabókin Hálvmetur eftir Alf Prøysen. Jens Ahlbom teknaði myndirnar. Óla Jákup Niclasen týddi úr svenskum.


Hundurin Hálvmetur er ikki stórur, men hann heldur seg vera júst so langan, sum hann eigur. Óvitarnir siga, at tann dagin Hússi keypti hann, átti hann bara fyri ein hálvan metur av hundi, men tað heldur Hálvi vera tvætl. Hálvmeturi dámar væl at grava í urtagørðum, at goyggja eftir fremmandum fólki og tí stóru, gulu lampuni á luftini og at elta kettur. Men honum dámar ikki, tá ið tey siga, at hann líkist einum fólki um trýnið?

Hálvmetur er 28 bls. í litum. Pf. Gramar stóð fyri prentgerðini, og bókin kostar kr. 87 í bókhandlunum.



Barnabókin Oliver Twist eftir Charles Dickens. Knút Olsen týddi eftir styttari, danskari útgávu. Edward Fuglø teknaði permuna.


Flest øll vaksnu kenna hendingaríku søguna um Oliver Twist, neyðardýrið, sum fekk so harða byrjan í lívinum, men ? hóast umgyrdur av tjóvum og skálkum ? eisini er so heppin at hitta hjartagóð fólk, ið hjálpa honum úr neyðini, so hann at enda fær skil á sínum uppruna, og alt endar væl.

Oliver Twist kom fyrstu ferð út í árunum 1937-39. Upprunaútgávan var stór og orðarík, sum skaldsøgur vóru tá á døgum, mest ætlað vaksnum. Tá ið Bókadeild Føroya Lærarafelags nú gevur bókina út sum barnabók, er hetta ein stytt og umskrivað útgáva. Hetta er onki óvanligt, ótaldar styttar og broyttar útgávur av klassikarum koma javnan á øllum heimsins málum. Týðarin hevur í hesum førinum valt at týða eftir einari slíkari útgávu, ið hann heldur vera góða og trúgva móti upprunaverkinum.

Oliver Twist er 186 bls. Hestprent hevur staðið fyri umbróting og reproarbeiði, hon er prentað á Estra og Helge Justinussen hevur bundið inn. Bókin kostar kr. 128 í bókhandlunum.



Ungdómsbókin Gentan á tekjuni - ein kærleikssøga eftir Kerstin Sundh. Bjørg Matras týddi úr svenskum. Olivur við Neyst gjørdi permuna.


Bókin fer fram í Svøríki í 1920 árunum. Tá var stórur munur á fólki. Gentan á tekjuni er dóttir ein timburmann, ið fær arbeiði hjá pápa Lennart. Tað er drongurin, sum Ebba, gentan á tekjuni, skrivar bræv til. Hetta brævaskifti byrjar av tilvild, og hóast hann er av ríkum fólki, og hon er fátøk, hava tey nógv í felag: Hon er smæðin og hevur ikki lætt at koma í samband við fólk, og Lennart er nógv einsamallur, tí hann er sjúkur og situr í koyristóli. Í brøvunum siga tey hvør øðrum frá tí, tey hugsa og uppliva, og hóast Ebba er ímóti, at tey hittast, so verður tað kortini, men tó ikki sum ætlað?

Genta á tekjuni - ein kærleikssøga er u.l. 136 bls. Hon er umbrotin og prentað á Dimmalætting, og Helge Justinussen hevur bundið inn. Bókin kostar kr. 126 í bókhandlunum.