Undan dystinum á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini móti Elfsborg hevði liðið hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm í fimm teimum seinastu dystunum tapt tríggjar dystir, og leikt tveir javnar.
Men ígjár bragdaði tað í Borås, tá tað eydnaðist AIK at vinna ein trivaligan 3-0 sigur á Elfsborg. Erik Flataker fekk AIK á sigurskós longu í 13. minutti. Seinasta korterið av dystinum økti Johan Hove til bæði 2-0 og til 3-0 við einum brotssparki.
AIK sum er fjórðfremst í deildini við 48 stigum kann ikki longur røkka triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League undankappingina komandi summar. GAIS leikti javnt 1-1 móti Öster í Göteborg. Tað merkir, at GAIS við 52 stigum er fýra stig frammanfyri AIK og IFK Göteborg, ið hava 48 stig hvør undan seinasta leikumfarinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Elfsborg-AIK Stockholm 0-3 (0-1):
##med2##











