Greinin er so ússalig úr enda í annan, at tað er syndarligt, at ein løgfrøðingur skal hava latið hana úr hondum. Eg haldi at hon kundi væl verið skrivað av einum skúlabarni. Greinskrivarin, sum er formaður í rættarnevnd løgtingsins, setur eitt roknistykki upp ? ella vit skulu kalla tað eina fíggjarlóg ? bert við útreiðslum og ongum inntøkum; hann roknar upp alt tað góða, vit fáa úr Danmørkini, heruppi í ríkisstuðulin; men ikki eitt orð um, hvat danir fáa frá okkum. So skrivar hann um tann almenna sektorin; hvussu stórur og dýrur hann er vorðin. Men veit maðurin ikki, at tað er undir hesum sambandslandsstýrinum, at hann er vaksin so óhugnaliga.
Eisini skrivar hann um, at tá vit skulu ráða okkum sjálv, fer fólk at rýma av landinum. Hvat munnu grannalond okkara halda um slíkt tos? Veit hasin maðurin ikki, at tað var undir hesum vælsignaða ríkissambandinum við Danmark, at fólk rýmdu av landinum. Ikki hevur tað verið betri enn so; umframt at danir snýttu okkum fyri fleiri milliardir krónur. Tað er púra rætt, at nógv fólk rýmdu av landinum ? og mistu bæði hús og heim, men tað vóru danir, sum ráddu her tá; og gera tað enn, hóast nógvir føroyingar ikki vita betur enn, at tað eru vit sum ráða sjálv. Væl hava vit eitt, ið kallast heimastýri, hvussu nógv ræði tað hevur, hoyra vit so javnan um úr løgtingi og heimastýri, t.d. vit gera hetta og hatta, um danir vilja o.s.fr.
Í Sosialinum skrivar ein grein, ið hann nevnir »Heimastýrislógin/Ríkisfelagsskapurin« og sigur: »Veruleikin er tann, at føroyingar, nógvir, fyri ikki at siga flestu, livdu á armóðsstøði og fátækrastøði fyrru helvt av hesi øldini. Tað var als ikki nøkur sjálvfylgja, at øll fóru mett í song hvørt kvøld í Føroyum tá«.
Nei, tað er víst púra rætt. Soleiðis hava vit havt tað; og verri, alt undir donskum yvirvaldi; samstundis sum danir reypa sær av, hvussu nógvan pening teir lata til onnur lond. Undir seinna heimsbardaga ? tá einki fekst frá Danmørkini ? spardu føroyingar pening upp, soleiðis at vit áttu fitt av peningi, tá ið bardagin hæsaði av.
Ístaðin fyri at ræða fólk við hunguri og halli, um vit ráða sjálvir í okkara egna landi, skuldi rættarnevndarformaðurin farið ein túr til Íslands og ráðført seg við teir um sjálvstýri. Teir ivaðust ikki, tá ið á stóð, og vildu ikki liva av danskari olmussu.
Men eg skilji handan mannin væl, hóast alt; tí nú ræður um at fáa so mikið av atkvøðum, at hann kann verða afturvaldur á ting, so hann kann fáa sátt iva og ótta í onkra sál, so var tað vert.
Annars kann sigast um íslendingar, tá teir valdu loysing frá Danmørk, at har vóru so gott sum 100% fyri at loysa. Eg var har tá, og har hoyrdist ikki um nakran, sum royndi at ræða fólk frá at velja loysing. Tað vóru menn.
Sjálvstýrisfólk