undir at toga seg frá Kyndli. Í Levi Nybo hava teir eisini ein málverja, sum við risafetum gongur upp móti teimum allar bestu, og saman við verjuni syrgdi hann fyri, at Kyndil í øllum førum ikki skuldi koma [...] Teir fingu eisini ein at kalla ókeypis møguleika at koma aftur í dystin, tá hoyvíkingar eina løtu drógust við tríggjar útvísingar, og í greiðum yvirtali eydnaðiast eisini Kyndli at vinna seg upp á javnt [...] Kyndils-eyguni alt meira niður í gólvið, og fyri leikararnar mundi tað kennast sum ein stórur, tá floytan ýldi eftir 30 minuttir. Ein lætti, tí við táverandi dystargongdini í huga, so er lítil ivi um, at
Nú eru Jólaboð komin í bókabúðirnar. Í bókini eru siðsøguligar greinir, yrkingar og søgur bæði upprunaligar og týddar. Johanna Zacharia Hansen sigur frá minnum úr gomlum døgum: um skúlan, handlar, kornvelting [...] hann gevur okkum eina hugtakandi mynd av einum gomlum manni har í bygdini, sum hann ofta hitti. Saman við Jesar Hansen uppliva vit jólini í Odense 1938. Elin Dahl Johannesen letur okkum uppliva jólini á [...] hin 9. okt. í. 1954. Vit hoyra um Einar Thomsen, sum gjørdi tað bragd at bjarga tí 14 ára gamla Johan Paula Jensen úr Sumba, sum sló út av sluppini Albert Victor, men sum varð fingin innaftur í síðstu løtu
skaldsøgur. Evnið í seks av skaldsøgum hansara er úr Føroyum. Adrian legði sær ta uppgávu at hjarta, at hann eisini skuldi bera gleðiboðskapin um Jesus Krist út í hinum skrivaða orðinum. Í søgusavninum Lyftini [...] Í bókabúðirnar er komið søgusavnið Lyftini halda eftir Adrian Johansen. Theodor Hansen hevur savnað og týtt. Adrian er føddur og uppvaksin á Strondum. Adrian var trúboði hjá Heimamissiónini í Danmørk [...] Absalon Hansen. Tekningar Janus Guttesen. Perma og uppseting Ívar Dam. Prentað og heft p/f Einars Prent. Bókin Lyftini halda er 207 blaðsíður og kostar kr. 198, Bókadeild KFUMs í Tórshavn hevur givið út
Í dag ljómar Regin Dahl í Kong-ens Keypmannahavn; her vóru hesir sangir tiknir upp av Mentunargrunni Studentafelagsins fyri meiri enn tríati árum síðani. Vísurnar hjá Regini verða í dag sendar út í Garðin [...] væl. Kanska Janus var hesin særdi Føroyalands falkur, ólukkuliga sundurskræddur í æviga melankolska longslinum eftir Itaka, mista heimlandinum og móðurini, ið doyði í unglingaárum, men Janus er eisini ein [...] síggja vít í yrkingum sum "Útlegd". Meg droymdi ein so sáran dreym, yrkti Janus í yrkingini "Dreymur". Stormar kvóðu um langa leið, falkurin fall deyður við áarstreym. Tað er sum Regin er mitt í verðini,
gomlu, hon er 16 síður og kostar kr. 30 í bókabúðunum. Grønlendsk søgn Anngannguujuk er grønlendsk søgn um Anngannguujuk, sum var ein drongur, ið búði í Grønlandi í gomlum døgum. Hann varð rændur úr heimi [...] aftur inni í landinum hjá teimum stóru dorsetfólkunum. Teir flýddu og komu heim aftur við dreinginum í øllum góðum. Ingrið Sondum týddi. Kistat Lund myndprýddi. Anngannguujuk er 28 síður í litum, innbundin [...] kostar kr. 85 í bókabúðunum. Bókin er væl egnað til tey 5-8 ára gomlu. Spenningsbók Eldur í er spennandi bók til tey 9-13 ára gomlu. Laura Trenter skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Janus Guttesen teknaði
yvir grøna kyndils-herinum í ár. Ein neisti, sum hevur verið tað evarska lítla pettið størri enn hjá øllum hinum, og ferð eftir ferð hevur hetta givið úrslit í, at Kyndil í evstu løtu hevur snarað dystum [...] skal finnast fram, um teir skulu basa Kyndli í oddastríðnum. Fyrsti møguleikin at sýna hetta veðrur í Vestmanna, tá StÍF fer at leita eftir eini endurtøku frá í fjør, tá liðið á seinasta leikdegi ognaði sær [...] fyrimun. Eitt sindur paradoksalt er tað so kanska, at einasti ferð greiður munur hevur verið í dystunum hjá Kyndli, var í dystinum móti botnliðinum, H71 herfyri. Sjey mál vóru á muni ta ferðina, men tað vóru
fyrst í Vesturbygd og seinni í Eysturbygd, so at um 1500 er tað norrøna fólkið har útdeytt og tess mál, varðveitt á o.u. 15 rúnainnskriftum, farið í søguna. Í Noregi, sum eftir friðin í Kiel í 1814 fer [...] sambært semjuna í Perth í 1266, koma undir skotskt yvirvald. Á oynni Man mátti tað norrøna málið dvína fyri gæliskum, seinni skotskum, í 14. øld. Á Suðuroyggjum doyði norrønt út í 16. øld. Í Grønlandi kólnar [...] summir (tó ikki allir), var í Føroyum. Lata vit nú tølini tala, so eru í Danmark varðveittar stívar 520 fólkavísur, og í Føroyum o.u. 206 upprunalig kvæðir. Um vit nú hava í huga, at í Danmark, sum tá fevndi
so er spurningurin, hvørt kollfirðingarnir tá í stærri mun megna at leggja forðingar fyri. Dysturin í tølum Kyndil-KÍF 40-24 (20-9) Málskjúttar Kyndil: Janus Einar Sørensen 10(1), Hans Áki Dal-Christiansen [...] munur á toppi og botni í bestu mansdeildini. Men tá botnliðið so eisini má vera tveir av týdningarmestu monnunum fyriuttan, so gerst munurin risastórur, og hetta varð eisini staðfest í Høllini á Hálsi sunnudagin [...] hevur munurin aloftast verið sera lítil, og í so máta mundi tað kennast fløvandi við einum trivaligum sigri hesaferð. Ikki minst tí teir komandi vikuskifti skulu í holt við eitt VÍF-lið, sum nú veruliga tykist
svimjikapping var í Vági um vikuskiftið, har átta svimjifeløg við hópin av svimjarum tóku lut. Kappingin varð samstundis skipað sum úttøkukapping til NM-kappingina fyri juniorar, sum verður í Oslo komandi [...] hesa kapping. Og líkt var eisini til, at svimjararnir kýttu seg eyka nógv av hesum. Í øllum førum vórðu trý bólkamet sett í kappingini, umframt at fimm svimjarar svumu seg til bronsunálina og ein svam seg [...] tvey. Hann svam 200 metra frí í tíðini 2.18,6 og 400 metra frí upp á 4.54,7. Eisini setti Elspa Mørkøre úr Skeggjum bólkamet á 100 metra blandaðari svimjing, har hon kom á mál í 1.15,9. Eftir kappingina varð
hjá Josef var essentiellur í verjuspælinum. Og so var tað eisini Hans Arni Thomsen, sum røkti strikuplássið fyri Janus Einar. Enn er Hans Arni eitt púrasta óskrivað blað í føroyskum hondbóltshøpi, men [...] vóru stóra samrøðuevni í Ítróttarhøllini á Hálsi undan mansdystinum millum Kyndil og VÍF. Serliga mundi tað koma dátt við hjá Kyndils-viðhaldsfólkunum, tá tey sóu Jacob Jónsson og Janus Einar Sørensen sita [...] fekk tvær útvísingar á rað, men hetta tóktist bara virka øvugta vegin. Gaman í vann VÍF eitt mál aftur, nú teir vóru so leingi í yvirtali, men útvístu menninir tóktust nærum úthvíldir, tá teir so komu innaftur